sunnudagur 16. juli 2006síða 36
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
38 vikuskifti
Frásøgn
Jógvan Skýlindal
Seinastu tvey árini hevur hjálp
verið veitt úr Føroyum, til
720 av hesum ungdómunum.
Hesir ungdómarnir búgva á
fimm ymiskum barnaheimum.
Hjálpin verður samskipað
gjøgnum føroyska felagskapin
“Umsorgan”.
Tað er ikki nøkur løtt uppgáva
at náa fram til tey heimleysu í
Russlandi. Eitt er at finna fram
til tey heimleysu sum halda til
niðri við høvuðstokstøðina í
Moskva. Men hvussu koma vit
inn á tey statsriknu heimini?
Og hvussu sleppa vit at hjálpa
børnunum og siga teimum frá
Jesusi og greiða teimum frá
frelsuni?
Tað letur seg ikki gera, uttan
við góðari hjálp frá russiskum
privatpersónum, starvsfólki
og leiðslu á teimum ymisku
heimunum og frá leiðslunum
innanfyri tey sosialu økini.
Hvat gera vit?
Fyrst og fremst veita vit
fíggjarligan stuðul. Stuðulin
verður brúktur til klæðir, skógvar,
vitaminir, tannkrem, skúlating
og mangt annað, sum heimini
ongantíð eiga nóg mikið av.
Nógvir bíbliutímar verða
hildnir saman við børnunum, har
tey hoyra evangeliið um Jesus og
læra at taka andaligar avgerðir
hvønn dag. Vit biðja saman
við børnunum og svara teirra
spurningum.
Av tí at vit eru vorðin ein
partur av skipanini fyri heimleys
á nøkrum av barnaheimunum,
síggja vit mangan hvussu nógv
børn fara ígjøgnum svárar
sorgarleikir og royndir í teirra
unga lívi. Vit bjóða bíbilska
vegleiðing til teirra sum hava
verið gjøgnum ræðuligar royndir
og bera sálarlig og likamlig sár
eftir upplivingar tey hava verið
ígjøgnum
Útferðir verða gjørdar út
í skógin saman við teimum.
Endamálið er at hava tað stuttligt
saman. Har verður grillað og
spælt og sungið. Hesar útferð
irnar eru av alstórum týdningi,
tí lívið hjá teimum er annars
grátt og keðiligt. Men hesar
útferðirnar lýsa upp í teirra
dagligdegi.
Vit læra tey ymiskt um
gerandisdagin. Fleiri vita ikki
hvussu ein døgurði verður
tilgjørdur. Fleiri hava ongantíð
verið hjá frisør. Alt hetta gera
vit saman við teimum í vónini
um, at tað fer at hjálpa teimum
at duga betur at laga seg eftir tí
veruliga lívinum, tá tey skulu úr
heimunum og standa á egnum
beinum.
Tey eldru børnini
Vit bjóða teimum eldru børnun
um – sum ikki longur búgva á
barnaheimunum – at vera við
til øll tiltøkini vit skipa fyri,
sum til dømis nýggjársveitslur,
grilla og sovorðið. Vit royna
at fáa tey at vera við í umvæl
ingararbeiðunum, at læra tey
at tæna øðrum og ikki bara
lata onnur tæna sær. Vit kenna
hesi børnini og royna at hjálpa
teimum at gerast vaksin og læra
tey at hjálpa øðrum.
Beint nú hava vit sett fimm
fyrrverandi barnaheimsbørn
í ymisk umvælingararbeiðir.
Soleiðis læra tey at arbeiða, og
tað sum er mest umráðandi:
Tey læra teir grundleggjandi
arbeiðsvanarnar, sum til dømis,
ábyrgd og áhaldni – og verða í
allar mátar meiri stinn.
Í 2005 eydnaðist okkum
at gera fimm rúm í tí eina
barnaheiminum, til børn við
ymiskum likamligum ella
sálarligum tørvi. Hesi rúmini
verða bara brúkt av okkum.
Eingin annar hevur atgongd
til hesi rúmini, heldur ikki
leiðslurnar á barnaheimunum.
Soleiðis ljóðar tann avtalan.
Eg eri ikki í iva um at hetta
er tann mest tørvandi parturin
í tí Russiska samfelagnum,
samstundis sum hetta eisini er
tann mest vanrøktaði parturin,
saman við fangunum sum sita
í fangahúsi. Hetta er við øðrum
orðum, ein lívsneyðug tænasta
hjá okkum trúgvandi at gera, ella
vera við til at stuðla.
Sambært myndugleikunum
útvega teir hvørjum einstøkum
barni sín egna verja, men
hetta er bara tóm løgfrøði, í
veruleikanum eru tey púra
einsamøll.
Nøkur koma hvønn sunnudag
á møti í okkara lítlu samkomu,
sum vit byrjaðu síðsta summar.
Møtini verða hildin í leigaðum
hølum norðanfyri Moskva. Har
fáa tey bæði andaliga og tímiliga
hjálp. Tey fáa klæðir, mat og
annað.
Nøkur fáa eitt lítið krónutal
at keypa sær mat fyri gjøgnum
vikuna og hesi verða eisini
ráðførd í sambandi við arbeiði
og í teimum vanligu lívs
viðurskiftunum. Tey eiga einki,
tá tey fara út í lívið og mangla
sostatt alt. Í flestum førum hava
tey eitt kamar, sum staturin
útvegar teimum, ella onkra lítla
íbúð, sum foreldrini hava latið
eftir seg, men hesi støðini eru
mangan í so ringum standi, at
eingin møguleiki er at lívbjarga
sær har – ongar hurðar, brotin
vindeygu, eingin streymur. So
hasar íbúðirnar eru sum so
bara til á pappírinum, men ikki
til nakra hjálp. Har hjálpa vit
børnunum við umvælingum og
øðrum.
Skipaði kriminaliteturin
Mangan síggja vit hvussu tann
skipaði kriminaliteturin roynir
at stjala íbúðirnar frá teimum
foreldraleysu børnunum. Tí,
lógliga hava tey fulla ábyrgd av
sínum handlingum, og av tí at
fleiri av teimum ikki kenna tað
veruliga virðið ein íbúð stendur
í, kunnu tey finna uppá at selja
íbúðina fyri ein prís, sum bara
er ein brotpartur av veruliga
virðinum. Tey kriminellu eru
væl vitandi um hetta her, so
tey royna at fylgja teimum
foreldraleysu upp, tá tey flyta úr
heimunum. Ymiskir mátar verða
brúktir – vanligast er tó alkohol
og konufólk – tey skeinkja
børnini full og fáa tey tey síðani
at skriva undir keypssáttmálarnar.
Lógarskipanin hevur ongan
myndugleika her. Sosialráðgev
ararnir tora einki at gera. Politiið
og dómsvaldið eru bangin og
halda seg langt burtur. Vit eru
eisini bangin, men vit noyðast
at grýpa inn, og tað gera vit
eisini. Seinast vit vóru har yviri
eydnaðist okkum at taka tríggjar
íbúðir, sum annars høvdu fallið í
skeivar hendur.
Okkara arbeiði á hesum
umráðnum er at ávara tey um
vandan og verja tey. Hvørt
einstakt barn fær sína persónligu
vegleiðing, eftir hvussu tað er
fyri sálarliga og likamliga.
Lívið hjá teimum, aftaná at tey
eru flutt út úr barnaheimunum
er ein stórur hurlivasi. Og tað er
okkara uppgáva at gera nakað á
tí økinum
Vituliga eru vit langt frá
Í Russlandi eru
umleið 700.000
heimleysir ung
dómar. Hetta er
eitt syndarligt
tal, sum alsamt
veksur. Lívið hjá
teimum einstøku
heimleysu, er
ymiskt. Nøkur
hava ongastaðni
at verða, meðan
onnur eiga eitt
pláss á onkrum
barnaheimi
Útsýni yvir Moskvaánna sum rennur gjøgnum miðbýin í Moskva
“Borðið” er baklúkan á einum Lada Sputnik
Stjala íbúðirnar frá
Skipaður kriminalitetur: