sunnudagur 16. juli 2006síða 37
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
vikuskifti 39
Nr. 134 - 14. juli 2006
peningaliga før fyri at møta
teimum likamligu krøvunum
børnini hava. Og tað er ikki at
gera av, tá eg sigi, at teimum
tørvar alt. Vanliga eiga tey ikki
so mikið sum eini undirklæðir at
fara í innanundir.
Uttandura tiltøk, sum til
dømis at fara saman at hyggja
eftir einum fótbóltsdysti, ella
gera eina útferð ella at skemta
sær saman, hava tey ongan
møguleika til. Tey hava ongar av
hesum møguleikunum nú. Lívið
er grátt og keðiligt.
Ætlan okkara er at víðka um
arbeiði okkara, so vit kunnu
røkka inn í fleiri barnaheim, at
fylgja børnunum upp, fáa tey
inn í samkomur, sum serliga
skulu stovnast fyri teirra skuld.
Samkomur sum ikki bara eru
møtir og talur, men veruliga
røkka alt likamið og hjálpa so
fjølbroytt og væl sum nú einaferð
ber til.
Akkurát hetta arbeiðið er tað
týdningarmesta av øllum. Tí um
hjálpin ikki røkkur longur enn
til tey smæstu, missa vit tey tá
tey eru komin upp í í tannárini.
Og so veit eingin, hvat ið verður
av teimum, tá tey einsamøll
fara út í lívið. Øll lutvís hjálp
er sjálvandi av størsta virði
fyri Gudi og menniskjum, men
skulu vit síggja arbeiðið vaksa í
stødd og ikki bara í vídd, mugu
vit fylgja teimum ungu upp. Í
dag eru tað longu nøkur ung,
fyrst í tjugunum, sum trúfast
eru við í arbeiðinum í tí eina
barnaheiminum fyri at hjálpa
teimum yngru, teimum frá 6 ára
aldri og uppeftir.
Men er hetta ikki eisini akkurát
tað, sum Bíblian sigur vit skulu
gera? Vit skulu ikki bara prædika
fyri teimum, men gera tað, sum
hevur nógv størri pláss í Bíbliuni
– fylgja teimum upp, líka til tey
eru før fyri at standa á egnum
beinum. Líka til tey eru før fyri
at veita øðrum sína hjálp. Men
tað er ikki so lætt sum bara at
prædika, tí ein prædika krevur
ikki tað stóra ofrið, men at fylgja
einum menniskja allan vegin
upp gjøgnum lívið - at elska tað
- tað krevur alt! Tí tað krevur at
vit geva teimum okkara evnir,
okkara huga, okkara tankar,
okkara ognir, okkara tíð, okkara
orku, ...vit mugu ofra okkum fyri
tey. Men har liggur eisini allur
ávøksturin goymdur.
Vit eru Gudi ómetaliga takk
som fyri at Hann letur okkum
síggja so stóran ávøkstur av
arbeiðinum.
Hesin akurin er ómetaliga
stórur, men møguleikarnir eru
eisini ómetaliga stórir og nógvar
dyr standa beint nú opnar fyri
hesum arbeiði, bæði í Moskva og
eysturi í Sibiriu.
Og av tí at hetta er ein andalig
tænasta millum foreldraleys
børn í Russlandi, kunnu vit í
Jesu navni boða einum nýggjum
ættarliði av russiskum børnum
vón. Tí brúka vit eisini navnið
“Generation of hope” uttanfyri
Føroyar.
Hvussu tú kanst stuðla fíggjarliga
Tá talan er um at stuðla einum andaligum arbeiði, verður mangan
spurt: ”Hvat er ein hóskandi upphædd at stuðla við?” Til handan
spurningin er at siga: ”Stuðla við upphæddini sum Gud leggur tær á
hjarta!”
Í løtuni flytir Umsorgan 19.000 krónur yvir til Russlands um mánaðin.
Og av tí at pengarnir eru umleið fýra ferðir so nógv verdir har, kunnu vit
keypa líka nógva vøru fyri 19.000 har, sum vit høvdu fingið fyri 76.000
krónur her. So líka mikið hvørja upphædd tú setur tær fyri at stuðla við,
skalt tú vita, at teir eru fýra ferðir so nógv verdir, tá teir koma fram.
Allur fíggjarligur stuðul til arbeiðið, skal flytast inn á hesa kontuna:
Suðuroyar Sparikassi: ..... 9870 - 102.156.8
Innkomin peningur verður hvønn mánaða fluttur beinleiðis til arbeiðið
millum heimleys børn í Russlandi. Av tí at vit arbeiða sjálvstøðugt, og
ikki eru bundin at nøkrum felagskapi, og av tí at vit gjalda fyri allar
útreiðslur sjálvi, kunnu vit gleðast um, at einki verður nortið við tær
einstøku gávurnar, men at allur innkomni peningurin kemur 100% til
arbeiðið millum tey 720 børnini vit arbeiða fyri.
Vitja heimasíðuna www.umsorgan.org – Har eru fleiri upplýsingar og
myndir frá arbeiðinum.
FAKTA
Hetta barnaheimið liggur eystanfyri Moskva
Nakrir ungdómar í íbúðini hjá okkum, norðan fyri Moskva
Heimleys smágenta sum ein eldri
genta heldur tvørtur um
Jógvan Skýlindal og Marner Magnussen úr Føroyum saman við ungum
russarum
teimum foreldraleysu