sunnudagur 16. juli 2006síða 38
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
40 vikuskifti
Infrakervið er beina
grindin í einum
nýmótans samfelagi.
Vanliga hugsa vit um
fysiska infrakervið, tvs.
ferðslunetið, og er tað
eisini høvuðsevnið
í hesi greinini. Men
infrakervið er eisini
m.a. samkiftiskervið
í landinum.
Innlendis merkir tað
flutningsmøguleikar
og eisini tann tænasta,
sum er tøk til kollektiva
ferðslu
Forðingar burtur
At beina burtur forðingar
tykist at vera eitt lyklaorð
í samfelagsmenningini.
Handilsforðingar skulu burtur
og stórur dentur verður lagdur
á at hava tey fýra frælsini í
handilssáttmálum, og nú eina
visjón um eitt infrakervi við so
fáum forðingum sum gjørligt.
Tí verður ofta dentur lagdur
á, at forðingar ikki skulu vera
í infrakervinum. M.a. við
at gera undirsjóvartunlar til
Vágoynna og Norðoyggjar, ber
til at ferðast alt samdøgrið,
og ikki bert tá skipið siglir.
Samferðslupolitikkurin í
infrakervinum er tí at binda
landið saman á skynsamasta
hátt. Men tað eru fleiri atlit, sum
takast skulu.
Høvuðsendamál
Í visjón 2015 framløguni um
infrakervið stendur, at høvuðs
endamálið er framkomiligheit.
Framkomiligheit, men eisini
at atlit skulu takast til ferðslu
trygd, umhvørvi og nytturvirði
fyri samfelagið. Tvs. at fram
komiligheitin ikki er fyri
einhvønn prís, tí sjálvsagt skal
atlit takast til ferðslutrygd,
nyttuvirði og umhvørvi, meðan
høvuðsarbeiðssetningarnir vóru:
Samferðuætlan fyri skip, vegir,
havnir og flogvallir
Ætlan fyri fígging av
samferðslukervinum.
Kollektivu flutnings
møguleikarnir
Sagt verður at kollektivu
flutningsmøguleikarnir skulu
mennast til eitt veruligt alternativ
til at ferðast millum landsins økir.
Einasti býurin við veruligum
býbussasambandi er Havnin,
og har er ógvuliga langt á mál
fyri veruliga at kunna siga at
bussleiðin er eitt alternativ
til bil. Tað krevur bæði øktan
títtleika og skjótari rutur, sum
kanska er møguligt við minni
bussum, sonevndum minibussum.
Sama er at siga um sambandið
millum økini í landinum. Tað
munnu verða ógvuliga fáa sum
meta, at ein slík tænasta kann
bera seg, tvs. at her verður
neyðugt hjá tí almenna at gjalda
fyri hesa tænastu. Tað er tó
møguligt at samfelagsvinningur
er í slíkari ætlan, tí vegirnir
slítast minni, og roknast kann
fyri færri ferðsluvanlukkum,
minkað verður um dálking eins
og sambindingin kann hava ein
stóran týdning fyri menningini av
Føroyum til eina samfelagseind.
Men skal tað gerast, krevur
tað eina langtíðarætlan á eini
breiðari politiskari semju, har
virðini sum byggjast skulu á,
skulu staðfestast.
Ein góð visjón, men í
vónleysari leysari luft, tá hugsað
verður um at seinasta broytingin
at ávirka ferðslumynstri var at
lækka avgjøld á motorsúklur,
sum eru bæði vandamiklari og
enn minni kollektivar enn ein
bilur.
Kostnaðurin
Í framløguni verður dentur
lagdur á infrakervi, at tað skal
verða ódyrt (ella bíligt) at
flyta seg bæði í Føroyum og
til útlond úr Føroyum. Tað er
sjálvsagt eitt ynski hjá flestum
okkara, og hvat ljóðar betri enn
bíligt? Men hvussu skal tað
gerast ódyrt at ferðast millum
bústaðarøkini í Føroyum? Er
tað við stuðli ella er tað við
einskildum flutningsneti? Ein av
yvirskrivtunum í framløguni vísir
á, at ein av arbeiðssetningunum
er at vísa á fígging. Hetta verður
bert svarað, at tað skal geva
samfelagsvinning at gera íløguna.
Hetta er ikki eitt svar. Hetta er
eitt mál, eins og at tað er eitt mál
at avmarka forðingar at flyta seg
stað úr stað, og sigur einki um
hvørjar hugsanir eru um hvussu
fíggingin skal skipast av hesum
annars visjoneru hugsanum, og
hugsarum, um infrakervið
Fíggingarvirðir
Tað skal gerast bíligari at ferðast
út í heim og ferðamøguleikarnir
betrast! Tað er sunt við kapping,
men tað kann henda seg, at
andsøgn verður millum frælsa
kapping og eitt samferðslunet
við so fáum forðingum sum
gjørligt. Um t.d øll samferðsla
við bussum og skipum verður
einskild uttan krøv, ber ikki til
samstundis at tryggja infrakervið
við so fáum forðingum sum
gjørligt. Verða títtleika- og
góðskukrøv sett til veitaran, er
talan um avmarkað liberalisering,
sum tó kann verða gevandi. Tí er
ein grundleggjandi spurningur;
hvussu skal hetta gerast og
fíggjast. Tað er heldur ikki vist,
at ein fræls kapping út í heim,
er tann sum gevur títtastu og
breiðastu ferðamøguleikarnar,
tí privat monopol, duopol og
oligopol kunnu saktans verða
verri enn alment rikin samferðsla.
Tí er ein grundleggjandi
samferðsluspurningur, sum
eisini er galdandi fyri
samskiftisnetið, um talan í
høvuðsheitinum skal verða um
eina samfelagstænastu sum tað
almenna tryggjar borgarunum,
ella tað skal verða talan um at
tryggja frælsa kapping á hesum
økjum. Tí er talan eisini um ein
virðisspurning flokkarnir á tingi
neyvan eru samdir um, men sum
neyðugt er at finna eina semju á
fyri at gera eina langtíðarætlan.
Hvat er endamálið?
Men eisini áttu mál at verið sett,
t.d. hvat skulu vit brúka betraða
infrakervið til? T.d. ein liðiligari
arbeiðsmarkna, sum saman við
betri koyriviðbót ger tað lønandi
at arbeiða langt frá bústaði. T.d.
skipaðir heimaarbeiðspláss
møguleikar, so eisini fólk
við útbúgving kunnu verða
búgvandi í heimbygdini og
tí eisini samskipa og menna
samskiftisinfrakervið saman
við tí fysiska infrakervinum og
brúka tað í bygdamenning. Til at
spjaða búsetingar og tað trýstið
og harvið ógvusligu prísirnar
í høvuðsstaðnum, sum bindir
pening, ið annars kundi verðið
váðafúsur kapitalur.
Tað er vist at vit hava brúk
fyri einum støðugt mennand
infrakervi, og at betri infrakervi
eisini føðir nýggj hugskot. Men
vit eiga eisini at seta fleiri mál
við okkara íløgum, soleiðis at
betri grundarlag er fyri at meta,
um tær geva samfelagnum
meiri enn tær kosta, og ikki bert
leggja alt í eina kaosteori, har
infrakervið er gandaorðið sum
ger alt ljósareytt, um vit fremja
neyðugu íløgurnar.
Infrakervið í fíggingar-
leysum 2015 ætlanum
cand.scient.pol
Bogi
EliasEn
Landsvegalongdir skift á slag, ár og oyggjar
2004
Norðuroyggjar Eysturoy Streymoy Vágar Sandoy Suðuroy Tilsamans
Landsvegir tils. í km
63,0
135,3
134,9
24,4
29,8
75,9
463,3
- av hesum tunnlar í km
12,3
4,8
3,6
4,9
0,0
6,2
31,7
Einbreytaðir vegir tils. í % 59
28
29
0
33
56
36
Tvíbreytaðir vegir tils. í % 41
72
71
100
67
44
64
Einbreytaðir tunnlar í %
100
0
0
0
0
48
48
Tvíbreytaðir tunnlar í %
0
100
100
100
0
52
52
Millumlanda ferðafólkaflutningur skift á ár, loft- og sjóvegis og komin
og farin
Loftvegis
Sjóvegis
Tilsamans
Komin Farin
Tils.
Komin Farin
Tils.
Komin
Farin
Tils.
1975 16.569 16.582 33.151
10.959 10.678 21.637 27.528
27.260
54.788
1985 34.072 34.171 68.243
27.349 27.349 54.698 61.421
61.520
122.941
1995 48.533 48.683 97.216
16.257 16.129 32.386 64.790
64.812
129.602
2005 89.190 89.101 178.291 30.231 29.825 60.056 119.421 118.926 238.347
Motorakfør skift á sýslur, ár og slag av akfari
Last- &
vøruvognar Lastbilar Vøruvognar Bussar Hýruvognar
Aðrir
persónvognar Motorsúkklur Prutl Viðfestivognar Neyðsendarakfør Tilsamans
TILSAMANS
1.JAN.1980
1.790
0
0
77
306
9.020
138
0
109
0
11.440
1.JAN 2006
4.017
610
3.407
214
100
18.041
567
1.526 1.868
103
26.436
Undirgrein:
Neyðsendarakfør eru sjúkrabilar, sløkkiliðsbilar, løgreglubilar o.t.
Framkomiligheit er lyklaorðið