sunnudagur 16. juli 2006síða 49
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 134 - 14. juli 2006
53
tíðindi
Tjaldrið lá flaggskrýtt
á Bursatanga í dag í
sambandi við, at 30 ár
eru liðin, síðan skipið
kom til Føroya
JUBILEUM
Theodor E. D. Olsen
Myndir: Jens. Kr. Vang
Í morgun klokkan 10 vórðu
30 ár liðin, síðani Tjaldrið
legði at føroyskari bryggju,
eftir at tað var bygt á norsk
ari skipasmiðju.
Hetta høvið læt mann
ingin ikki fara aftur við
borðinum, og tí var skipið
skrýtt við signalfløggum
og lagkøkur stóðu á borð
inum. Eisini var okkurt
blómutyssi sent umborð á
føðingardagsskipið.
- Tjaldrið hevur ikki ver
ið í betri standi enn nú,
sigur skiparin Eyðbjørn
Lervig, sum saman við
kokkinum Harry Jacobsen
og bátsmanninum John
Kjærbo hevur við skipinum
øll árini.
Eyðbjørn Lervig sigur,
at uppgávurnar eru eitt
sindur broyttar hesi árini.
Nú er tað fyri tað mesta
sleip og tílíkt, ið kemur
fyri, og hesar seinastu tvær
vikurnar man Tjaldrið hava
hjálpt eini 8-10 skipum,
greiðir skiparin frá.
Harafturat
er
tøknin
broytt nógv hesi 30 árini,
og í dag ber til at síggja
á teldu, hvar tey føroysku
skipini eru stødd.
Manningin er úti við
Tjaldrinum 14 dagar í senn,
og hesar báðar vikurnar
plagar Tjaldrið at sigla ein
ar 2000 fjórðingar. 11 mans
eru við skipinum í senn.
Lagið var sum vera man
gott umborð á Tjaldrinum
í gjár, og tað var skjótt, at
ein av løgkøkunum fekk
navnið “Blondinan”.
- Hon liggur so væl á,
ljóðaði tað skemtiliga úr
messuni.
Tjaldrið 30 ár
Manningin á Tjaldrinum skaffar í messuni á 30 ára degnum
Nógvar kakur komu umborð á Tjaldrið, og eftir vaktarskiftið komu enn fleiri
Eyðbjørn Lervig á brúnni - har hann hevur sitið í øll 30 árini
Tjaldrið flaggskrýtt við bryggju við Bursatanga í Havn