Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2006  tíðindi – Tað ringasta, sum henda kann, er, um Sýrialand verður partur av krígnum. Tí tá er stutt til, at Iran eisini verður drigið uppí, og tá er av álvara kríggj í Miðeysturi. Ein Hizbollahrakett, sum rakar Tel Aviv og drepur hundrað tals menniskju, kann útloysa slíka støðu heldur Hans Holm, eygleiðari og viðmerkjari Miðeystur Jan Müller jan@sosialurin.fo Støðan í Miðeystri er sum so ikki nýggj. Søgan endurtekur seg. Hans Holm, lektari og eygleiðari sigur við Sosialin, at vit eru vitni til fleiri kríggj millum Ísrael og grannar tess, og tað er greitt, at her eru nógvar kreftir, sum ikki ynskja, at friður skal vera. Eitt stríð er millum Palestina og Ísrael. Eitt annað er tað vanliga stríðið í Miðeystri - muslimar móti jødum. Taka vit Hizbollah, sum nú er vorðið mest sjónligi fíggindin hjá Ísrael, so eru teir shiamuslimar, sum verða stuðlaðir av Iran, ið eisini er shiamuslimiskt og sum aftur er sera anti ísraelskt. Støðan gerst eisini kaotisk av, at Hizbollah hevur valdið í Suðurlibanon. Libanesiska stjórnin hevur einki at siga har. Men hon er so avgjørt ikki áhugað í einum kríggi við Ísrael. Men stjórnin hevur ikki styrki til at taka valdið frá Hizbollah, sum verða stuðlaðir av bæði Iran og Sýria, sum eisini síggja ein fyrimun í, at tað er eitt stríð millum Ísrael og eitt nú Hizbollah. Og tað er í hesum sambandi, at tey siga siga stuðla palestinum. Hetta er tískil ein stórur vavgreytur. Ísrael sigur, at teir fara burturav eftir Hizbollah, men trupulleikin er jú eisini tann eins og við Hamas, at hesir felagsskapir eru vornir ein týðandi liður í londunum við tað, at teir gera eitt stórt sosialt arbeiði millum tey fátækastu. Teir framstanda sum ærligir politikarar, tí tey gera nakað fyri fólkið. Tí eru sosialu viðurskiftini í Suðurlibanon eisini so góð, og tí eru ísraelsk álop á Hizbollah eisini nakað, sum rakar vanliga libanesiska fólkið meint. Taka vit so Hamas, sum stríðist á hinum hermótinum móti Ísrael, so hevur tann felagsskapurin altíð havt sum mál, at Ísrael skal strikast av heimskortinum. Øll støðan verður ikki minni kompliserað av, at eftir at Hamas hava fingið politiskt vald, so er eisini tvidráttur innanhýsis í Hamas, har tað er ein víðgongd fraktión, sum hevur tikið ein ísraela til fanga. Hesi hending hevur leiðslan í Hamas eftir øllum at døma ikki tamarhald á. Og hesin bólkur av Hamas vil nú hava fleiri hundrað fangar leysar aftur fyri at leyslata ísraelska hermannin. Hans Holm sigur, at tað er hent áður, at man hevur skift um fangar. Kann ganga báðar vegir At støðan er vorðin so álvars­ lig heldur hann kann gera, at tað gongur báðar vegir. At partarnir antin missa fullkomiliga tamarhaldið á støðuni ella teir innsíggja, at her er farið ov langt og tí halda aftur. – Rakar ein rakett úr Suðurlibanon og ger størri skaða inni í Ísrael, so kann tað elva til mótálop størri enn tey, sum nú eru. 10 deyð í Haifa eru kanska ikki nóg mikið til at fáa Ísrael at reagera við allari síni styrki. Hizbollah hava annars rakt betri enn teir plaga, nú teir hava skotið rakett móti Haifa. Tað er ein álvarslig hóttan, og teir hava eisini rakt eitt ísraelskt krígsskip. Tað kann tí vera, at ísraelar eru vornir eitt sindur kløkkir. Tað kann hava ta avleiðing, at ísraelar fara í mótálop, men tað kann eisini hava ta øvugtu avleiðing, at teir nú fara at ansa betur eftir. Komandi dagarnir verða rímuliga avgerandi fyri gongd­ina. Skuldi tað so hent, at Hizbollah skýtur eina rakett móti Tel Aviv og hundraðtals fólk doyggja so er ”hin grái” leysur, sum hann málber seg. Hendir tað, so kunnu ísraelar finna uppá at leypa á Sýrialand og í ringasta føri Iran. Tað er jú Iran, sum syrgir fyri, at Hizbollah hevur vald. Hizbollah er tann størsti muslimski bólk­urin í Libanon. Teir eru shiamuslimnar. Iranar eru eisini shiamuslimar. Hetta er alt ein partur av tí politiska spælinum í Miðeystri. Síðani Iran fekk nýggjan forseta royna teir at vísa, at teir eru stórmaktin í Miðeystri. – Ísrael hevur kjarnorku­ bumbuna. Kann hon brúkast til nakað sum helst? – Sjálvandi kann hon brúkast til at spreingja fólk í luftina við, men hon loysir einki problem. Hon kann sjálvandi brúkast til at avskrekkja við og fáa aðrar til at halda aftur. Og verður eitt massivt álop á Ísrael, so kunnu teir brúka atombumbuna. Men hon er bert tann ultimativa loysnin eina ferð og heldur ikki fyrr enn tá. Spurningurin er, hvussu langt partarnir tora at fara. – USA, EU, Rusland og Kina eiga sum skjótast at leggja trýst á partarnar í Miðeystri fyri at fáa teir at gevast við bardøgunum. 60 ára stríð og kríggj hava lært okkum, at loysn fæst ikki utt­an politiskar sam­ ráðingar. Megna stór­veldini ikki hesa uppgávu, so eigur eitt land sum Noreg at taka stig til sam­ ráðingar aftur. Tað heldur Hans Holm, lektari og viðmerkjari Miðeystur Jan Müller jan@sosialurin.fo Hans Holm, fyrrverandi lærari og ein av teimum føroyingum, sum hevur fylgt gondini úti í heimi í mong ár og tískil ein av okkara bestu eygleiðarum og viðmerkjarum er ikki í iva um, hvat skal gerast fyri at steðga ólukkuligu støðuni í Miðeystri. Tað kann bert loysast politiskt og ikki við vápnum, og hann mælir til, at stórveldini vísa sína styrki og leggja trýst á partarnar. – Hasir fýrarnir, sum sita í Skt. Petursborg í hesum døgum á G8 fundi kundu steðgað galskapinum í Miðeystri við at leggja trýst á allar partar. Bæði USA, EU, Rusland og Kina hava vald til at fáa partarnar at makka rætt. – Fara teir at gera tað? – Tað veldst um teir blíva bangnir fyri sær sjálvum. Nógv av vápnunum, sum Hizbollah brúkar hava teir fingið deils úr Sýria og úr Iran, sum aftur hava fingið tey úr Kina. Hetta er tí eisini ein partur av altjóða politiska spælinum. Kina og Rusland vilja sjálvandi ikki fara eftir Iran eins og USA vil tað, tí her er talan um eina altjóða valdstøðu. Tað ringasta er, at eingin av pørtunum trúgva uppá hvønn annan. Illgrunin ligg­ ur so djúpt og er so gjøg­ numførdur, at onkur uttan fyri má leggja uppí. Tekur tíð – Er eingin skjót loysn? – Sjálvandi er ein loysn, men ikki frá nú av til í morgin. Um heimsveldini vildu tað kundu tey lagt trýst á partarnar, men hetta, sum hendir er eisini ein partur av teirra spæli. – Hvat skal til fyri at broyta tingini til tað betra: – At partarnir byrja at tosa saman aftur. Tað er avgjørt neyðugt at taka friðar­ tilgongdina, sum norðmenn løgdu upp til, uppaftur. Partarnir noyðast antin teir vilja tað ella ei at tosa við hvønn annan. Tað er einasti máti hetta kann loysast uppá. Ein tvístatsloysn er tann einasta loysnin. Her er eingin onnur. Ísraelar og palestinar mugu slúka fleiri kamelar. M.a. mugu ísraelar viðurkenna rættin hjá palestinum at hava part av Jerusalem sum sín høvuðsstað, og palestinar mugu góðtaka ikki at koma heimaftur til Ísrael eftir at vera riknir út á sinni. – Men tá partarnir sjálvir ikki megna at taka stig til samráðingar, so mugu væl onnur lond gera tað? – Um stórveldini høvdu vilja, tvs. USA, EU, Rus­ land og Kina, so høvdu tey kunnað trýst partarnar til tað. Hans Holm heldur, at USA misrøkir sín leiklut sum altjóða politi, nú landið sjálvt hevur átikið sær henda leiklut sum størsta maktin í heiminum. Um teir vilja, so kunnu teir. Men vit mugu heldur ikki gloyma Rusland og Kina, sum fegin vilja hava eitt orð at siga í heimssamanhangi. Tey vísa heldur ikki vilja til eina loysn við at stuðla hina síðuna í stríðnum. Hans Holm heldur tað tí vera mest upplagt, at lond sum Norra taka stig og her hevur Norra nettupp víst seg at duga væl at reka friðardiplomati. Tað er eisini ófarligt, at slíkt stig kemur frá einum landi sum Noreg, sum er meira ella minni neutralt. Tað er ikki limur í EU. Mørk Alt hetta snýr seg um, hvar markini skulu vera út frá strategiskum sjónarmiðjum. Hvussu kann Ísrael best verja síni mørk. Hetta er tað Olmert fraktiónin stendur fyri. At palestinar ikki kunnu semjast kemst av, at tað umframt at vera ósemja millum Hamas og Fatah, so er eisini Innanhýsis stríð bæðí í Fatah og Hamas Teir víðgongdu sleppa tí at gera bæði eitt og annað, tí har er eingin at sparka teir uppá pláss. Eitt úrslit er fangatøkan herfyri. Hans Holm sigur seg annas skilja ísraelar, at teir reagera. Tað er eingin stuttleiki at búgva í einum samfelag, har tú alla tíðina kann risikera at fáa eina rakett í høvdið. – Men skal tú fáa frið so má tað gerast politiskt. Tað nyttar ikki at gera hetta við hernaðarmegi fyrr enn tann eini av pørtunum er ruddaður av vegnum. Tað kann ikki vera meiningin. Vit mugu bara ikki vóna, at sýrar leggja seg út í hetta stríð, tí so veit eingin, hvat hett kann enda við. Ísrael nógv tað sterkasa landið í Miðeystri, men vit hava 60 ára royndir við at hernaðarligt vald loysir ikki politisku trupulleikarnar. Tí tá hevði tað verið loyst fyri langari tíð síðani. Tað kundi Georg W. havt gott av at hoyrt. Hans Holm heldur stórveldini mugu leggja uppí stríðið í Miðeystri Hans Holm um kreppuna í Miðeystri: Stórveldini eiga at leggja uppí sum skjótast Kann ganga báðar vegir Stríðið versnar