Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 135 - 17. juli 2006 tíðindi – Verður hetta gongd­ in í oljuprís­inum, noyðast vit at hækka prísin á streymi næsta ár, sigur stjórin í SEV Olja og príshækkingar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað er heilt stórur vandi fyri, at SEV noyðist at hækka prísin á streymi næsta ár. Tað staðfestir klæmint Weihe, stjóri í elfelagnum. Tað er gongdin í olju­ prísinum, sum ger, at tað er so stórur vandi fyri, at streymprísurin hækkar. Oljan er dýrkað ómetaliga nógv og kreppan í miðeystri hevur fingið serfrøðingar at spáa at hon fer at dýrka enn meiri í næstum. Fyri fimm árum síðani kostaði oljan 25 dollarar fyri tunnuna. Nú er hann meiri enn trýfaldaður við tað, at oljan í løtuni kostar slakar 80 dollarar fyri tunn­ una. Og tey, sum hava skil fyri slíkum meta, at vandi er fyri, at oljan fer upp um 100 dollarar fyri tunnuna í næstum, linkar kreppan í miðeystri ikki. Hoykna undir trýstinum Tað er bara ein spurningur um tíð, áðrenn SEV hoyknar undir trýstinum frá tí høga oljuprísinum og noyðist at hækka prísin. Klæmint Weihe sigur, at tað er ikki sannlíkt at prísurin hækkar í ár. – Sjálvt um oljuprísurin er so høgur sum hann er, skulu vit ikki vænta, at vit hækka prísin í ár, sigur stjórin í SEV. SEV ásetir prísin á streymi einaferð um árið og sum støðan er nú, eru ongar ætlanir at víkja frá í ár. Stjórin sigur, at tá ið SEV legði fíggjarætlanina fyri í ár, varð roknað við einum halli, tí oljan er so dýr. Roknað var við einum halli upp á átta milliónir í ár, men sum oljurprísirnir eru nú, verður hallið størri. Síðani vit ásettu prísin útfrá teimum metingum, sum vóru tá, er oljan dýrkað nokk so fitt afturat, men kortini ætlar SEV ikki at hækka prísin mitt í árinum. – Men sum støðan er nú og sum framtíðarútlitini eru nú, er onki at ivast í, at vit noyðast at hækka prísin næsta ár, leggur hann afturat. Kortini sigur hann, at tað er heilt ómøguligt at siga, hvussu stór ein møgulig hækking verður. – Vit leggja fíggjarætlan­ ina eftir teimum metingum sum eru fyri gongdini í útreiðslunum. Oljan er ein sera stór útreiðsla og tað kann vera sera torført at meta um prísgongdina. – Í veruleikanum vita vit ikki, hvussu rættar met­ ingarnar hava verið, fyrrenn árið er farið. Tí veit SEV stjórin heldur ikki, hvussu tað verður framyvir og um SEV fer at halda fast við, at prísurin skal ásetast einaferð um árið, ella um tað verður neyðugt eisini at dagføra prísin mitt í árinum. – Kortini er heilt greitt, at oljan er so stórur partur av útreiðslunum hjá SEV, at tað hevur rættiliga stóra ávirkan á fíggjarætlanina og tí sleppa vit ikki undan at hækka prísin, heldur hendan gongdin fram. Hinvegin vísir Klæmint Weihe eisini á, at prísurin á streymi er ikki hækkaður í sjey ár. Vanlig húsarhald betala 1,11 fyri hvørt kilowatt, um­framt mvg og virki be­tala 64 oyru. Arbeiðið at fyrireika skúladepilin í Hovi gongur sum ætlað og í summar verður arbeiðið boðið út at byggja skúlan Skúladepil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú nærkast dagurin, tá ið nýggi skúladepilin í Suð­ uroy verður boðin út. Kristian Rasmussen á Landsverki sigur, at ar­beiðið gongur sum ætlað og í løtuni sita arkitektar og ráð­gevandi verkfrøðingar og pro­­jek­tera av fullari kraft. Annars verður í løtuni arbeitt við at grava grund­ stykkið út og at gera tað byggibúgvið. Tað arbeiði er komið væl áleiðis. Ætlanin var at bjóða skúl­ an út, soleiðis, at tey ymsu arbeiðsøkini verða bjóðað út hvør sær. Sostatt var ætlanin at bjóða tær berandi konstruktiónirnar út nú fyri summarferiuna. – Endamálið við tí er at vinna tíð, tí so kundi arbeiðið byrjað beinanveg­ in. Men tað er eisini greitt, at tað fer helst at gera arbeiðið eitt sindur dýrari, sigur verkfrøðingurin hjá Landsverki. Men tað vísti seg, at tíð­in strekti ikki til, so ætl­anin at bjóða fyrsta partin av arbeiðnum út fyri summ­ arferiuna, mátti sleppast. – Nú tað ikki eydnaðist at bjóða tær berandi kon­ struktiónirnar út kortini, verður umhugsað at broyta ætlanina og at bjóða alla byggingina út í einum. Tað kostar eitt sindur av tíð, men so ger tað tað eisini byggingina eitt sindur bíligari. – Tá ið tað ikki eydnað­ist at bjóða berandi kon­struk­ tiónirnar út undir einum, er tað ein spurningur um tað er nøkur tíð at vinna við at halda fast um ætlanina. Tí umhugsa vit um vit ikki skulu brúka neyðugu tíðina til at fyrireika tað so at allur skúlan kann bjóðast út undir einum. Kristian Rasmussen sigur, at undir øllum umstøðum er ætlanin at bjóða arbeiðið út áðrenn summarið er liðugt, um hann so verður bjóðaður út í einum ella í smáum. Hann sigur, at tað fram­ vegis liggur í kortunum, at skúlin skal vera liðugur við ársskiftið 2007-2008. – Men so skal byggingin ganga væl og tað skal ar­beiðast dúgliga, leggur hann afturat. Skúladepilin í Suðuroy boðin út í summar Arbeiðið at fyrireika skúladepilin í Hovi, gongur sum ætlað, men møguliga verður framferðin broytt Vandi fyri at SEV má hækka prísin á streymi - Nú er greitt, at næsta ár skulu vit fyrireika okkum upp á, at streymurin verður dýrari