mánadagur 17. juli 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
tíðindi
Strandfaraskipið
»Dúgvan«, sum
Strandfaraskip
Landsins í síðsta
mánað seldu einum
flutningfelag úr
Grønahøvda-
oyggjunum (Cap
Verde), hevur
nú fingið navnið
»Sal Rei«. Skipið
stendur á bedingini
hjá Tórshavnar
Skipasmiðju, har tað
verður gjørt klárt til
sigling
Skipasøla
Eirikur Lindenskov
Tað er flutningsfyritøkan S.
T. M. Lines úr Grønhøvda-
oyggjunum, sum keypti
Dúgvuna
fyri
300.000
evrur, svarandi til 2,2
milliónir krónur.
S. T. M Lines rekur
innanoyggjasigling á Grøn-
høvdaoyggjunum og ætlar
at nýta Dúgvuna til at røkja
eina av hesum farleiðum í
framtíðini.
Ábøtur verða nú gjørdar
á Dúgvuna á Tórshavnar
Skipasmiðju, eitt nú verður
bógportrið sveisað aftur,
áðrenn kós verður sett móti
Grønhøvdaoyggjunum.
»Dúgvan« eitur nú »Sal Rei«
»Sal Rei« er nýggja
navnið hjá »Dúgvuni«,
sum nú fer í sigling í
Grønahøvdaoyggjunum.
Um eitt ár ella so
hevur pf. Thor
í Hósvík eitt
skraddaraseymað
veitingarskip,
sum Tórshavnar
Skipasmiðja skal
byggja. Skipið er 55
metrar langt, og ein
av høvuðsorsøkunum
til, at sáttmálin
gjørdist veruleiki
er, at skrokkurin
verður smíðaður
av útlendskum
undirveitara í
Føroyum
SKIPASMÍÐ
Orð & mynd
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Klokkan trý korter til tíggju
í morgun hevði pf. Thor
bjóðað til tíðindafund og í
innbjóðingini stóð, at hetta
fór at snúgva seg um ein
stóran byggisáttmála. Og
aftan á fundin vóru øll samd,
at talan veruliga var um ein
stóran byggisáttmála.
Um gott og væl eitt ár fær
Thor í Hósvík 55 metrar
langt veitingarskip, eitt
sonevnt support/chase skip,
sum millum annað skal sigla
útgerð til seismikkskip,
sum sjáldan eru at síggja
við føroyskan kaikant.
Á Thor eru tey errin av at
kunna siga, at alt arbeiðið
verður gjørt í Føroyum.
Men hetta merkir tó ikki,
at alt skipið verður smíðað
av
føroyskum
hondum
burturav.
Tórshavnar
Skipasmiðja stendur fyri
byggingini, og hevur latið
ein
útlendskan
undir-
veitara gera skrokkin á
skipasmiðjuni á Skála.
- Stálskipasmíð er ikki til
longur á okkara leiðum,
og tí er tað gleðiligt, at
vit hava fingið avtalu í lag
við føroyskar handverkarar
um, at ein útlendskur
undirveitari
sleppur
at
smíða skrokkin í Føroyum,
segði stjórin á Tórshavnar
Skipasmiðju, Gunnar Mohr,
millum annað á tíðinda-
fundinum í morgun.
Tá spurt varð, hvør hesin
útlendski undirveitarin er,
segði Gunnar Mohr, at tann
avtalan er ikki endaliga
komin upp á pláss, men at
hann kunna siga so mikið
sum, at tað var talan um
eina pólska skipasmiðju,
sum skuldi taka sær av
arbeiðinum:
- Vit hava samband
við fleiri í Pólandi, men
hava ikki vilja gjørt nakra
endaliga avtalu við nakran,
fyrr enn dagurin í dag var
farin aftur um bak, og
henda avtalan var komin
upp á pláss, greiddi Gunnar
Mohr frá.
Seinastu skipaskrokkar-
nir, sum vórðu smíðaðir í
Føroyum vóru teir tríggir 24
metra langu politibátarnir,
sum grønlendingar keyptu
í 1998 og 1999. Tá var tað
Tórshavnar Skipasmiðja,
sum gjørdi arbeiðið, men
sei‒ast skipasmiðjan á Skála
smíðaði nakran skrokk var í
1989 og tað var skrokkurin
á Hagadrangi.
Ongin trupulleiki
við fakfelagið
Meðan arbeiðið at smíða
skrokkin stendur uppá,
koma millum 25 og 60
útlendskir handverkarar at
vera á skipasmiðjuni. Men
áðrenn tað kom so langt, at
tað varð avgjørt, at útlendsk
arbeiðsmegi skuldi átaka
sær hesa uppgávuna, so setti
Tórshavnar Skipasmiðja seg
í samband við Landsfelag
Handverkaranna, og tað
er nakað Daniel Pauli
Djurhuus, formaður í felag-
num, fegnast um:
- Tað gleðir okkum, at
vinnan spyr fakfeløgini
fyrst, og avtalan, vit nú
hava gjørt, er altjóðagerð
í verki, segði Daniel Pauli
Djurhuus og vísti á, at vit
ikki liva av staðbundnum
prinsippum, men mugu
fyrihalda
okkum
til
altjóðagerðina og tey krøv
hon setir. Hann segði eisini,
at tað var teirra hugsan,
at hetta var munandi betri,
enn at øll skipasmiðjuvinna
í Føroyum fór fyri bakka,
og kallaði hann avtaluna
eitt nýbrot í øllum Norður-
evropa.
Fleiri í væntu
Skipið sum nú skal byggjast
kemur ætlandi at kosta 75
milliónir krónur. Hjá Thor
verður ásannað, at tað
hevði verið bíligari at bygt
skipið í eitt nú Kina ella
Spania, men at teir meta, at
tað í síðsta enda fer at loysa
seg at byggja her á landi.
- Vit vita, at norðurlendska
góðskan er tann besta í
heiminum, og at føroyskt
skipasmíð er kent fyri at
vera gott. Við at byggja
her eru vit vísir í, at vit fáa
tí røttu, skræddaraseymaðu
loysnina samstundis, stað-
festi stjórin á pf. Thor,
Hans Andreas Joensen,
stutt áðrenn sáttmálin varð
undirskrivaður.
Hans Andreas Joensen
segði eisini, at um tað vísti
seg, at henda verkætlan fer
at eydnast væl, so kunnu
vit gott rokna við, at Thor
fer at byggja fleiri skip á
henda hátt.
Ta verður í heyst, at
farið verður undir at smíða
nýggja veitingarskipið á
Skála Skipasmiðju. Sam-
laði kostnaðurin kemur at
vera 75.165.000 krónir, og
gongst sum ætlað verður
skipið latið Thor tann 15.
november 2007.
Thor byggir skip fyri 75
milliónir í Føroyum