mánadagur 17. juli 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 135 - 17. juli 2006
tíðindi
Unga sjónleikarinnan
Katrine M. E. Strøm
úr Andøy í Noregi,
leiðir ein lítlan her av
ungum evnaríkum
sjónleikarum úr
Noregi, Íslandi
og Føroyum í eini
ætlan at finna og
granska kvirru og
keðsemi. Í tveir dagar
hava tey verið úti á
Lítlu Dímun. Allir
luttakararnir eru
uppvaksin á støðum,
ið eru avmarkaði av
havinum
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
23 luttakarar, har í millum
seks føroyskir ungdómar
verða við í eini verkætlan,
ið snýr seg um, at granska
frið og keðsemi. Hendan
verkætlan hevur sín upp-
runa á Andøya í Noreg
í 2002. Og Síðan hevur
tiltakið verið á Heimaey í
2004, tá føroyingar vóru
við á fyrsta sinni. Nú er
tað Losjan Glotti og Gøta,
ið leggja karmarnar um
tiltakið.
Tá ið tey vóru á Heimaey
var upplagt at føra hana
víðari til Føroya. Gøtu
Kommuna og Vestmanna-
oyggjar eru vinarkommun-
ur
og
so
kom
hetta
samstarvið í lag. Ein av
luttakarunum tá er í dag
samskipari av tiltakinum í
Føroyum, Áslakur Nesá.
Ein slík verkætlan hevur
brúk
fyri
stuðlum
og
hetta hava fyrireikararnir
megnað at skava saman.
Fleiri stuðlar hava gjørt
verkætlanina
møguliga.
Teir størstu stuðlarnir eru
Nordisk Ungdomskomitee,
Nordisk Teaterråd, Norsk
Teaterråd, Gøtu Kommuna,
Vestmannaoyar Kommuna
og kommunan í Andoy.
Virðini í teimum
smáu plássunum
Katrine M. E. Strøm,
sum eigur hugskotið til
hesa verkætlanina, sigur,
at tey hava tikið støðið í
einum serligum parti av
umhvørvinum, sum fleiri í
norðurlondum hava í felag.
Allir luttakararnir eru upp-
vaksin á støðum, ið eru
avmarkaði av havinum. Og
eisini kemur hon inn á eitt
týðandi fyribrigdi í dagsins
samfelag, nevniliga tað, at
fólk flyta til frá teimum
minnu støðunum og til
arbeiði og annað á teimum
størru plássunum.
- Allir luttakararnir koma
frá oyggjum í norður-
londum, úr Norra, Íslandi
og Føroyum. Eg haldi, at øll
sum eru uppvaksin á smærri
støðum og ikki í størri býum
hava nøkur serlig evnir at
uppfata umhvørvið, sum
tey eru í. Ein serligan máta
at fyrihalda seg til veður
og náttúruna og eisini hetta
at síggja virðir í tí, at vit
eru ymisk. Fleiri og fleiri
ung fólk flyta til størri
pláss og frá teimum minni
plássunum, ein týðandi
partur í hesi verkætlanini er
at síggja styrkina í teimum
virðunum, sum fólk frá
minni plássum hava.
Katrine fortelur, at tey
sum endamál hava ein
breiðan inngang til verk-
ætlanina.
- Vit miðja eftir at styrkja
listarligu uppfatanina hjá
luttakarunum. Og vit vóna,
at tey kunna brúka hesa
upplivingina framyvir í
einum listarligum høpi.
Ongi elektronisk tól hava
verið á oynni teir báðar
dagarnar, so tey hava havt
bøkur og annars arbeitt við
kvirruni og keðseminum.
- Har var bara so vilt,
so vill náttúra. Eg havi
ongantíð í mínum lívi sæð
tílíkt. Sera bratt allastaðni,
kendist sum at ganga úti
við heimsins trom. Onkur
segði, at hetta var nakað,
sum ein fór at fortelja fyri
barnabørnunum.
Við tyrlu
Seinasta mánadag byrjaði
triði partur av ’Kvirra
Oyggin’, tá íslendingar og
norðmenn komu til Gøtu.
Eftir at hava fingið innivist
hjá familjum í Gøtu, fóru
tey í holt við, at fyrireika
seg til túrin úti á Lítlu
Dímun. Ungdómarnir fóru
út á Lítlu Dímun seinasta
hósdag og vóru aftur á
meginlandinum dagin eftir.
Ætlanin var, at uppihaldið
á Lítla Dímun skuldi vera í
tríggjar dagar uttan klokku,
fartelefon, teldu ella onnur
elektroniskt útgerð. Hetta
bleiv tó einans til tveir dagar
av tí at veðurlíkindini, at
flúgva við tyrluni til Lítla
Dímun vóru ikki av teimum
bestu og tískil var avgjørt, at
flúgvitúrurin mátti útsetast
til dagin eftir.
Á Lítlu Dímun slapp frið-
semi, keðsemi og einsemi,
at ráða yvir luttakarnar.
Úrslitið av hesum verður
víst fram sum ein serstøk
framførsla við myndum,
tónleiki
og
rørslum
í
Losjuni í Gøtu, í kvøld kl.
18:00 og kl. 19:00.
Á netinum
Tey ið hava áhuga, at fylgja
við í hvat gongur fyri seg
í ætlanini, kunnu fara
inn á heimasíðuna www.
silentisland.com, har síðan
verður dagførd regluliga
við myndum, tekstum og
øðrum.
Á heimsins trom
Kvirra Oyggin í Føroyum
Katrine Strøm eigur hugskotið til verkætlanina Kvirra Oyggj
Dagbók av heimasíðuni, dagur 3
– mikudagurin í síðstu viku:
Føroyar eru kendar fyri at hava allar tær fýra
árstíðirnar á einum degi. Tá ið vit vaknaðu var tað
summar, men nú er tað vetur. Og tað er ikki heilt
víst, at heyst var ímillum... Hugtakandi sum tað nú
einaferð er, so setti hetta verkætlan okkara í vanda.
Tað er jú ikki heilt vandaleyst at fara út á hesa oynna,
sum vit skulu út á. Veðurvánirnar skulu vera júst tær
røttu... Tíverri verður ikki møguligt at vera í einsemi
á Lítlu Dímun, vit verða noydd at vera í bólkum og
eisini noydd at hava ein ferðaleiðara við okkum alla
tíðina. Hinvegin so fingu vit at vita, at oyggin, fyri
stuttari tíð síðan, fekk eitt wc ísett. Góð tíðindi til allar
teir kvirru oyggjabúgvarnar!