mánadagur 17. juli 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
9
tíðindi
Tá tann mest týdn
ingarmikli ídnaðar
festivalurin í Evropa
fer av bakkastokki í
september ,verður tað
við føroyskari luttøka,
danski tónleika
ídnaðurin hevur valt
Teit at umboða seg á
Popkomm
Tónleikavinna
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Teitur verður eitt av teimum
fimm nøvnunum, ið skulu
umboða danska ríkið á
stóra ídnaðarfestivalinum
Popkomm í Berlin í døg
unum 20.-22. september í
ár. Stjórin í Norðurlanda
húsinum
Niels
Halm
eigur ein stóran leiklut í
luttøkuni hjá Teiti, og hann
leggur ikki fingrarnar í
millum, tá hann tosar um
støðuna hjá Popkomm,
ið hann metur vera tann
mest
týdningarmikla
ídnaðarfestivalin í Evropa.
”Popkomm hevur størri
handilsligt potentiali enn
eitt nú Cannes”, sigur Niels
Halm og vísir á, at meðan
festivalurin i Cannes snýr
seg um tey, ið eru stór í
dag, so snýr Popkomm seg
um bólkarnar, ið gerast
stórir um nøkur ár.
Tónleikur sum vinna
Almenna Danmark brúkar
nógvan pening og orku
uppá at luttaka á hesi
messu. Hetta verður gjørt
fyri at menna tónleik,
sum útflutningsvinnu. Í
fjør spældu m.o. Nephew,
Carpark North og Kashmir
á messuni. Í 2004 arbeiddi
Niels Halm sjálvur, við at
samskipa danska tiltakið
á messuni, so hann kenn
ir væl til týdningin, ið
henda messa hevur í tón
leikaídnaðinum.
Hetta
hevur eisini givið honum
nógv sambond, ið nú hjálpa
við at fáa føroyskan tónleik
fram. Niels Halm greiður
frá, at Norðurlandahúsið
hevur arbeitt miðvíst við
at fáa føroyska luttøku á
festivalinum alt seinasta
árið. Tey hava roynt at
fingið bæði Teit, Eivør og
fleiri aðrar føroyskar bólkar
á skránna, “Men hetta eru
kræsin fólk, og einans Teitur
slapp gjøgnum nálareyga,
sigur Niels Halm. Spurdur,
um man kann tosa um
“einans ein føroyskan lut
takara”, tá danska luttøk
an einans telur fimm bólk
ar, sigur Niels Halm, at
vónirnar eru, at gera ein
veruligan føroyskan pall á
Popkomm einferð í fram
tíðini. Hann sigur, at hetta
verður ikki, uttan so, at
týsku fyrireikararnir ynskja
tað, og her kann luttøkan
hjá Teiti verða eitt stig á
vegnum.
Veruligur
handilsskapur
Niels Halm sigur, at tey
frá ídnaðinum, ið luttaka
á festivalinum eru tey, ið
veruliga hava áhuga í at
vitja festivalin. Her er ikki
so nógv talan um glitur
og annað tílíkt hóvasták,
men heldur um verulig
an handilsskap innan tón
leikaídnaðin. Her verða
nøvnini funnin, ið ídnað
urin fer undir at satsa uppá
komandi árini.
Luttøkan hjá Teiti á
Popkomm
er
seinasta
úrslitið av arbeiðinum hjá
Norðurlandahúsinum við at
skapa áhuga fyri føroyskari
mentan uttanlands, onnur
dømi eru m.a. AME kon
sertirnar í Reykjavík og
Keypmannahavn og luttøk
an hjá føroyskum bólkum
á Spotfestivalinum.
G! Festivalurin hevur
fingurin á pulsinum
G!Festivalurin hevur eftir
øllum at døma framúr gott
innlit í hvørji nøvn verða
tey stóru í framtíðini, tí ikki
færri enn trý av nøvnunum,
ið umboða danska ríkið á
Popkomm verða at hoyra
á ársins festivali, ið fer av
bakkastokkið hóskvøldið.
Umframt Teitur, verða eisini
Infernal og Outlandish við
á Popkomm. Eisini luttaka
Spleen United og Power
solo.
Teitur er sambært danska tónleikaídnaðinum nóg spennandi til
Popkomm
Teitur umboðar danskan
tónleik í Berlin
Einar Már Gudmunds
son, Johan Harstad og
Thomas Boberg verða
millum nøvnini, ið
leygardagin luttaka
á bókmentaløtuni á
ársins G!Festivali
Festival summarið
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
G!Festivalurin er annað
enn bert tónleikur, festi
valurin kunngerð í dag
fleiri
heimskend
nøvn
innan bókmentir á stór
slignum
norðurlenskum
bókmenta
tiltaki.
Við
umboðan av so stórum
norðurlenskum
nøvnum
innan skaldskap sum Einar
Már Gudmundsson, Johan
Harstad, Thomas Boberg,
umframt unga íslendska
høvundin Eirík Ørn Norð
dahl
og
føroyingarnar
Jóanes Nielsen, Carl Johan
Jensen, Kim Simonsen og
Vónbjørt
Linjonsdóttir.
Tiltakið er fyriskipað í sam
starv við Outsider Maga
zine.
Vónbjørt Linjonsdóttir,
ið samskipar tiltakið fyri
G!Festivalin
sigur
við
Sosialin, at tað er orsakað
av góðu sambondinum
hjá Kim Simonsen og Out
sider Magazine við norður
lensku høvundarnar, at
tað hevur eydnast at skapa
eina so spennandi skrá.
G!Festivalurin er nógv
annað enn tónleikur sigur
Vónbjørt Linjonsdóttir, og
við
bókmentatiltakinum
verður ein roynd gjørd at seta
fokus á orðið. Tílík tiltøk
verða javnan fyriskipaði
á tónleikafestivalum uttan
lands, og eitt nú Roskilde
Festivalurin hevur havt
góðar royndir við tílíkum.
Vónbjørt Linjonsdóttir er
einasta kvinnan á skránni og
somuleiðis rithøvundurin
við
minstu
skaldsligu
royndunum á tiltakinum.
Hon leggur heldur ikki
skjól á, at hennara kyn
eigur
stóran
leiklut
í
hennara luttøku. Hon sigur,
at av tilvild vóru einans
mannfólk á skránni, og tí
avgjørdu
fyriskipararnir
at skapa eitt sindur av
kvinnuligari mótvekt, við at
lata Vónbjørt lesa yrkingar
sínar.
Á tiltakinum verið høvið
at hoyra upplestur av brotum
úr skaldsøgum og yrkingum,
umframt samrøðu millum
Kim Simonsen og Johan
Harstad.
Tiltakið verður í back
stage hølunum í Syðru
Gøtu, tey ið hava armband
til
G!Festivalin
sleppa
ókeypis inn, men onnur
kunnu eisini luttaka við at
keypa atgongumerki á 50
kr. við dyrnar.
Stutt um
rithøvundarnar
Johan Harstad (f.1979) er
ein av kendastu prosahøv
undunum í Noreg í dag.
Hann fekk eitt stórt altjóða
gjøgnumbrot við triðju bók
síni skaldsøguni ”Buzz
aldrin hvor ble det av deg
i alt mylderet?” Bókin
verður nú týdd til fleiri enn
10 mál, og er vorðin ein
bestseljari.
Einar Már Gudmundsson
(f. 1954) er kanska hin kend
asti núlivandi høvundin
í Íslandi í dag. Hann er
kendur
fyri
at
skriva
søguna hjá norðurlendsku
undirstættini. Kendar eru
t.d. ” Fotspor a Himn
um”, “Draumar á jörðu”,
“Nafnlausir
vegir”
frá
1999 og 2000. Hann fekk
Bókmentavirðisløn Norður
landsráðsins í 1995 fyri
skaldsøguna Alheimsins
Einglar, ið er týdd til før
oyskt.
Thomas
Boberg
(f.
1960) er kendur fyri sínar
yrkingar, men kanska mest
fyri ferðabøkurnar ”Sølv
tråden”, ”Americas” og
”Invitation til at rejse”.
Yrkingarháttur
hansara
hevur nógv til felags við
spanska og suðurameri
kanska yrking. Thomas
Boberg var í ár í uppskoti
til
Bókmentaheiðursløn
Norðurlandaráðsins.
Eiríkur Ørn Norðdahl
(f. 1978) er av Ísafirði á
Vestlandinum í Íslandi.
Eiríkur hevur útgivið trý
yrkingasøvn og skaldsøguna
”Hugsjónadruslan”. Hann
hevur týtt bæði Ginsberg og
Michael Moore til íslendskt.
Harumframt skipar hann
fyri bókmentafestivalum
og hevur verið við til at
stovna yrkjarabólkin Nýhil,
ið hevur sett dagsskránna
innan íslendska yrking
seinastu árini.
Jóanes Nielsen (f. 1953)
hevur fýra ferðir verið í
uppskoti til Bókmentaheið
ursløn Norðurlandaráðsins,
og fyri sjónleikin ”Eitur
nakað land Weekend?”
vann hann Norðurlendsku
Dramatikaraheiðurslønina.
Hann hevur útgivið skald
søgur,
yrkingasøvn
og
greinasøvn síðan síðst í
70’árunum.
Carl Jóhan Jesen (f.
1957) úttalaði sjálvur, at
skaldsøgan ”Ó” var eitt tað
týdningarmesta føroyska
verkið seinastu 40 árini
– og ummælararnir høvdu
lyndi at geva honum rætt.
Carl Jóhan Jensen hevur
útgivið yrkingasøvn og
skaldsøgur síðan síðst í
70’árunum og var í uppskoti
til Bókmentavirðisløn Norð
urlandaráðsins fyri yrk
ingasavnið ”Tímar og rek.”
Kim Simonsen (f.1970)
er
kendur
sum
blað
stjóri, ummælari og bók
mentafrøðingur og sum
ein av okkara virknastu við
merkjarum og ummælarum.
Hann hevur givið savn
av greinum út, Dreymar
um opin vindeygu, og
yrkingasøvnini
Kodak
myndir frá sjeytiárunum og
Náðisólin.
Vónbjørt Linjonsdóttir
(f. 1974) debuteraði sum
yrkjari í Outsider Magazin
2-3 við yrkingini ”Kvirra”,
og útgevur í næstum stutt
søgu í einum savni hjá
Skúlabókagrunninum,
sum kemur út í heyst. Hon
starvast í løtuni sum bóka
vørður á Fuglafjarðar Bóka
savni.
Heimsnøvnini hittast á G!
Einar Már Gudmundsson fer at lesa nýggjar yrkingar og brot
úr skaldsøgu á bókmentaløtuni á G!Festivalinum