mánadagur 17. juli 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 135 - 17. juli 2006
Stórveldini uppí nú
Støðan í Miðeystri versnar fyri hvønn tíma.
Ísrael verður álopið frá fleiri síðum, og
hetta hevur gjørt, at landið av álvara er farið
í hernað móti Hizbollah og Hamas. Sivil í
bæði Gaza, Ísrael og Libanon eru offur í
hesum stríði. Tað kann eingin liva við.
Bara stórveldini kunnu steðga hesum
ørskapi. Hans Holm, ein av okkara frægastu
eygleiðarum og viðmerkjarum, tá tað um
uttanríkispolitisk viðurskifti ræður, sigur
við Sosialin í dag, at um ikki stórveldini,
sum eru á fundi í Skt. Petursborg í løtuni,
taka seg um reiggj og leggja trýst á
partarnar, so kann alt hetta enda í einum
ragnarroki. Verður t.d. Tel Aviv rakt av
Hizbollah rakettum framleiddar í Kina og
seldar víðari til Iran, kann tað føra til, at
ísraelar kenna seg so hart trongdar, at teir
í síðsta enda kunnu brúka øll síni vápn.
Hans Holm heldur tó ikki, at teir taka til
atomvápn, men henda møguleika hevur
landið so í ringasta føri.
Tíverri er stríðið í Miðeystri eisini ein
partur av tí spæli, sum stórveldini spæla
á altjóða politiska pallinum. Meðan USA
og lutvíst EU hava lindi til at halda við
Ísrael, so stuðla Rusland og Kina hin
partin. Besta framtíðar loysnin heldur Hans
Holm vera, at eitt neutralt land sum Norra
aftur fær litið upp í hendi sín leiklut sum
friðardiplomatur. Tað hevur landið víst fyrr,
at tað dugur væl. Men fyri at forða fyri,
at støðan versnar og breiðir seg til eitt nú
Sýrialand, mugu stórveldini kenna ábyrgd
og leggja trýst á partarnar.
Sosialurin
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
»Um so er, man talan vera um heimssensatión, tí sambart
hagtølum skuldu í hvussu so er 3 av hesum 3000 verið fødd
við Downs Syndrom«
Jenis av Rana
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Jenis av Rana
Millum tíðindini Dimma-
lætting bar okkum týs-
dagin var tíðindastubbi
um føðideildina á Sjúkra-
húsinum í Kolding, sum
fyri fýra árum síðani var:
útskeldað í donskum fjøl-
miðlum, men nú: er hin
tryggasta í øllum ríkinum.
Meðan miðaltalið fyri dey-
ða hjá børnum, ið vórðu
ov tíðliga fødd í 2005 var
4,2% fyri alt landið, so var
hetta bert 2,2 % í Kolding.
Víðari verður sagt, og
eg endurgevi: ... í Kolding
hava tey seinastu árini
ment føðideildina við nú-
tímans útgerð og viðgerðar-
hættir, ið kanna m.a. fyri
mongolismu. Eingi børn
fødd í 2005 í Kolding
høvdu kromosombrek...
Meira
sigur
tíðinda-
stubbin okkum ikki, ikki
eitt orð um hvat hesir
viðgerðarhættir
verða
nýttir til, ella hvussu tey
við mongolismu hava tað
har á sjúkrahúsinum. Men
eg kann leggja afturat, at
á hesum sjúkrahúsi verða
árliga 3000 børn borin í
heim.
3000 børn árliga, men
eingin við kromosombreki!
Tvs at hetta sjúkrahús,
sum verður kosið at vera
tryggasta í DK, ikki bjóðar
einum einasta barni við
kromosombreki vælkomið
til lívið. Hvussu ber tað til?
Verða eingi børn í økinum
gitin við slíkum breki? Um
so er, man talan vera um
heimssensatión, tí sambart
hagtølum skuldu í hvussu
so er 3 av hesum 3000 verið
fødd við Downs Syndrom,
fyri at nevna eitt dømi.
Neyvan er tað so, at eingi
børn eru, sum við ymiskum
kromosombrekum síggja
fram til at verða bjóðaði
vælkomin í heim á hesum
“trygga” sjúkrahúsi. Sann-
leikin man verða at finna
í júst seinastu orðunum í
tíðindastubbanum, at tey
har hava hættir ( ikki bert
viðgerðarhættir, sum sagt
verður
í
tíðindastubb-
anum), sum sortera tey frá,
sum samfelagið ikki ynskir
skulu verða borin í heim.
Um so er, er føðideildini
í Kolding millum vanda-
miklastu støð í ríkinum hjá
hvørjum barni, sum verður
gitið í móðurlívi.
Og tað er ein onnur og
ikki sørt ræðandi søga, sum
eigur at fáa okkum at drípa
høvur í skomm og krimpa
tærnar, við hugsanini um
hvørji tey næstu fara at
verða, sum verða frátikin
rættin til( viðari) lív.
Trygt sjúkrahús- fyri øll?