Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 135 - 17. juli 2006 11 tíðindi Heimamissiónin hevur eitt missiónstoymi í Ísrael. Føroyingarnir eru einans 10 km frá býnum Haifa, sum í gjár varð raktur av fimm rakettálopum. Hóast spentu støðuna eru føroyingarnir róligir. Teir hava tó kanna møguleikan um at koma heim í úrtíð MISSIÓN Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Heimamissiónin hevur eitt toymi í Ísrael. 16 føroyingar eru har, og endamálið hjá teimum er at skipa fyri barnalegum og ítróttatiltøkum, samstundis sum tey missionera. Støðan er nú vorðin sera spent í Miðeystri. Føroyingarnir eru á Karmelfjallinum, sum er sera tætt við býin Haifa, sum er álopin av rakettum. Sosialurin hevur sett seg í samband við Johannus Mikkelsen, sum er ein av leiðarinum hjá toyminum. Hann sigur, at tey øll hava tað gott. Tey síggja sjónvarpsrásina CNN, og tey halda, at støðan verður eitt sindur uppblást í fjøl- miðlunum. Tey uppliva hana ikki so ógvusliga har. Tó hava tey hoyrt bum- burnar bresta, og í gjár sóu tey roykin frá rakettunum, sum raktu Haifa. Eftir at rakettirnar brustu í gjár, vórðu føroyingarnir av trygdar ávum koyrdir í eitt bumbuskýli. - Men alt gekk róliga fyri seg, og eingin er bangin, sigur Johannus. Tryggingin tekur ikki við - enn Leiðararnir hava havt fund um støðuna, har ið teir hava viðgjørt, hvørji fyrilit skulu takast. - Tað kann vera, at ok- kara dagsskrá verður eitt sindur broytt. Men vit gera framvegis tað, sum vit eru komin her fyri - nevniliga at vitna um Jesus, sigur Johannus. Tey hava vent sær til tryggingina um møguleik- an at koma heim í úrtíð. Tryggingin tekur ikki við, um tey koma heim nú. Um økið verður evakuerað, tekur tryggingin við. Tey á tryggingini greiða frá, at danska uttanríkismálaráðið tekur støðu, tá eitt økið skal evakuerast. - Vit kunnu vera vís í, at danska uttanríkismálaráðið ikki tekur nakar kjansir, tí at teir eru altíð sera varnir við danskarum í útlegd. Føroyingarnir verða roknaðir sum danskarar í hesum førinum, og so skjótt, sum teir geva boð um evak- uring, fara vit at gera alt fyri at fáa tey heim. Men inntil vit fáa onnur boð, ganga vit útfrá, at støðan ikki er hættislig, sigur Durita frá Tryggingarfelagnum Før- oyar. Evakuering hinumegin markið Summi foreldur eru vorðin eitt sindur bangin, og tey undrast á, at danskarar verða evakueraðir úr Libanon, meðan teir ikki verða evakueraðir úr Ísrael. Føroyingarnir í Ísrael siga, at tað eru sera góðar trygd- arskipanir í Ísrael, og tí er ein evakuering helst ikki neyðug. Føroyingarnir siga, at tey eru við gott mót, og tey síggja hetta sum ein møguleika heldur enn ein vanda. Millum annað hava tey knýtt nógv vinabond í økinum. Borgarstjórin var til dømis í kirkju, og hann er vorðin ein vinur hjá toyminum. - Men vit skulu tó minnast til, at vit eru í økinum, har rakettirnar røkka, og tí taka vit øll fyrilit, sum eru neyðug, sigur Johannus Mikkelsen úr Ísrael. Spent støða – róligir føroyingar Sum nakað nýtt hava fyriskipararnir handan árligu Pop Top konsertina í Grasagarði valt at royna at knýta tiltakið saman við Ólavsøkukonsertini. Pop Top konsertin verður tí í ár í staðin í Grasagarði hósdagin tann 27. juli klokkan 14-17. Konsertin er ein áhuga- tónleikarakapping fyri ungar tónleikarar, sum fegin vilja sleppa eitt stig víðari. Vinnarabólkurin vil sum vanligt fáa boðið at byrja Ólavsøkukonsertina. Bólkar, sum ynskja at luttaka, hava enn møguleika at tekna seg á telefon 218250. Tað er felagið Tónaung- dómur í samstarvi við Mjólkarvirkið Búnaðar- manna og Føroya Un- dirhaldstónleikarafelag, sum skipar fyri Pop Top konsertini, og fyriskiparar- nir vóna, at konsertin í nýggjum hami fer at vera ein upphiting til Ólavsøku- konsertina sjálva, og at hon fer at vera eitt nýtt frískt íkast til býarlívið á Ólavsøku. Tíðindaskriv Pop Top Konsertin á Òlavsøku Loyvisnevndin hevði fríggjadagin fund, har ið hon gav skeinkiloyvi til allar festivalarnar, sum hava søkt um tað. Men onkur umsøkn um skeinkiloyvi til almennan dans var havnað. Vit velja at umsita lógina varilsiga fyribils, sigur Anna Dam, forkvinna í loyvisnevndini SKEINKILOYVI Heini S. Kristiansen heinik@sosialurin.fo Loyvisnevndin hevði frí- ggjadagin fund um nakrar umsóknir um skeinkiloyvi. Anna Dam er forkvinna í loyvisnevndini, og hon vil ikki siga ov nógv um, hvat kom fram á fundinum. Hon sigur tó, at allir festivalarnir, sum hava søkt um tað, hervið hava fingið seinkiloyvi. Nýggju ásetingarnar loyva teimum at geva skeinkiloyvi í einstøkum førum, og tað er hetta, sum kemur í gildi hjá festivalunum. Okkurt skeinkiloyvi var ikki givið. Tá var talan um onkran almennan dans, sum hevði søkt um skeinkiloyvi, men tað var havnað. - Vit velja at umsita broytingina í rúsdrekka- lógini varisliga fyribils. Eg vil siga tað soleiðis: tað skal ikki vera soleiðis, at tað ikki ber til at hava dans uttan skeinkiloyvi, sigur Anna Dam. Spurningurin er so, um lógin verður toygd longri eina ferð í framtíðini. Nú hava allir festivalarnir fingið skeinkiloyvi, og tað er ein broyting frá í fjør. Allir festivalarnir fingið skeinkiloyvi