mánadagur 17. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 135 - 17. juli 2006
Sigmund Bech, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar
sjúkarhúsi sunnudagin 16. juli, 77 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum til Tøroyrar kirkju
týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 13.00.
Tey, ið vilja minnast Sigmund, kunna lata eina
peningagávu til Føroya felag móti krabbameini;
konta í peningastovninum.
14 juli andaðist Tollak Oskarson Sandur 17
ára gamal. Sonur Nannu Tollaksdóttir og Oskar
Henriksen.
14 juli andaðist Jensia Petersen ættað úr Froðba
búðsitandi í Saltangará á Landsjúkrahúsinum 81
ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Lands
sjúkrahúsinum mánadagin klokkan 17 í Glyvra
kirkju. Jarðarferðin verður týsdagin kl. 13. sálma
bókin verður nýtt.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Tróndur Eysturstein 75
Sunnudagin 16. juli vóru
75 ár síðani at Tróndur
Eysturstein í Leirvík varð
borin í heim úti í Hattarvík.
Foreldrini
vóru
Axel
Petersen úr Hattarvík og
Maria fødd Andreasen úr
Pállstovu á Eiði. Abbi
Trónd Johan Petersen flutti
sum ungur maður av Norð
oyri út til Hattarvíkar, har
hann giftist við Atu Zacha
riassen. Mamman flutti eis
ini sum ung út til Hattar
víkar. Hetta var gongdin tá
í tíðini, fólk flutti til út
oyggjarnar, tí har var hildið
at vera liviligt. Men eftir
kríggið
broytist
henda
gongdin spakuliga, fólka
talið stendur í stað og byrjar
so at minka. Axel og Maria
flyta úr Hattarvík og inn til
Norðdepil í 47 og tá verður
øskukalt á Fløtti. Nú standa
mong hús tóm í Fugloy, og
í túnunum, sum fyrr ljóm
aðu við barnalátri og spæli,
er kvirt ...
Tey vóru átta systkin,
harav Tróndur er næst
yngst, og hann er yngstur
av 5 brøðrum. Tað má sigast
at vera sjáldsamt fyri hesar
5 brøður, at teir hava hvør
sítt eftirnavn. Jóhan er tann
einasti sum ikki hevur
fingið sær nýtt navn, so
hann eitur framvegis Pet
ersen, um enn flestøll
munnu kenna hann betur
sum Bella-Jóhan! Líggjas,
sum búsettist í Klaksvík,
fekk sær navn haðani og
eitur Vágslíð, Mikkjal, sum
fekk sær konu úr Svínoy,
fekk sær navn haðani og
eitur Miðalberg, Andrass
var uppkallaður eftir abba
num á Eiði og fekk sær
tískil tað navnið, sum abbin
vanliga varð kallaður við –
Andrass úr Pállstovu, og
Tróndur
vildi
minnast
heimstaðin við sínum navn
ið, Eystursteinur dagandi
móti luftini uttast á Eystfelli.
Systrarnar giftust og bú
settust aðrastaðni við, Sol
veig í Svínoy, Malan í
Hvannasundi og Signy í
Vági.
Barnaárini í Hattarvík er
ein tíð sum Tróndur minnist
við gleði og takksemi, og
tað er fragd í hjá okkum í
dag at hoyra um lívið á
útoyggj millum kríggini.
Bjørgini vórðu røkt til lítar,
hann sat sum 14 ára gamal
einsamallur í Urðini og
fleygaði heilar dagar, út
róðrarbátur setti hann av á
morgni og tók hann við
aftur um kvøldið. Torvið
varð alt skorið og flutt av
Svínoynni, einasta samband
við útheimin varð radio
uppkall til Viðareiðis tvær
ferðir um dagin ... ja, nógv
er at siga frá og nógv er hjá
nútíðin at undrast á, vit sum
ganga við telefonini uppi á
okkum og koyra úr oyggj í
oyggj
undir
firðunum,
meðan oljupallurin stingur
borin fleiri kilometrar niður
í havbotnin, leitandi eftir
svarta gullinum, sum langt
síðani hevur avloyst torvið
av Svínoynni. Ríkur er
arvurin, sum tey gomlu lótu
eftir seg, um jørðiska góðs
ið í smáttuni á Fløtti var
lítið. Frásagnirnar, orðafell
ini og skemtið liva enn.
Styrkina, fimleikan og dirvi
fekk hann frá fedrasíðini í
Fugloy. Mamman av Eiði
hevði góða sangrødd og
musikaliteturin er eyðsýnd
ur, hóast atgongd til skúling
og ljóðføri var eingin.
Beiggjarnir hjá Tróndi
fóru sum allir dreingir tá í
tíðini tíðliga til skips, men
teir høvdu so ringar royndir
av hesum og vóru so góðir
við lítlabeiggjan, at teir
settu seg ímóti at hann fór
tann vegin. So var at finna
sær annað yrki, og 18 ára
gamal gekk leiðin til
Havnar at læra til timbur
mann hjá Lamhauge og
Waagstein. Tá lærutíðin í
Havn var av, hevði hann
møtt lívsunnustini Elisa
beth, dóttir Olgu og Dánjal
á Longini í Leirvík, tey
giftust í 1955, búðu fyrsta
árið í Klaksvík og fluttu
síðani til Leirvíkar. Tá varð
fyrsti alvin Dánjal komin í
verðina og síðani kom Axel
í 1959, Maria í 1965 og
sum rosinan (!) í pylsu
endanum Olga í 1975.
Húsabyggingin í Leirvík
tók dik á seg í sekstiárunum
og meginpartin av sínum
arbeiðslívi hevur Tróndur
bygt hús, og tey flestu av
teimum í Leirvík. Av og á
hava aðrar uppgávur verið
á skránni, serliga tá gomlu
arbeiðsgevarnir Lamhauge
og Waagstein høvdu størri
arbeiði í Eysturoynni.
Frítíðarítrivið hevur verið
seyðurin. Tað byrjaði sum
fjallmaður hjá Jákup Olaf
Eysturi í Hjøllum, men
uml. 1968 tørvaði Ólabónda
ein nýggjan røktingarmann
og tað gjørdist Tróndur.
Hetta starv hevur hann røkt
síðani, og hóast árini eru
komin og ættarliðskifti
langt síðani er farið fram í
Innistovu, er enn pláss fyri
honum í fjallskipanini hjá
Ólabónda.
Tróndur kom sum ungur
til trúgv á Hin Stóra Hirðan,
og fylgi sum kom at vera
hansara, var samkoman í
Hebron. Har hevur hann
havt sína trúføstu gongd øll
árini og eisini verið ein
aktivur partur, mong ár sum
sunnudagsskúlalærari, for
sangari í mong ár, tá eingin
tónleikari var og altíð klárur
við einum orði. Salurin,
sum samkoman savnast í,
og sum stóð liðugur í 1968,
er eisini eitt av hansara
bygningsverkum,
hann
bæði teknaði og stóð fyri
byggingini. Mangur vitjandi
hevur viðmerkt tað væl
eydnaða sniðið á salinum
og hválvinum.
Sunnudagin hildu vit
dagin saman við honum.
Tey 10 abbabørnini vóru øll
við uttan Bruno, sum er á
listaskúla í París. Vit ynskja
honum framhaldandi blíðan
byr og Harrans signing í
komandi tíðum.
børnini
Arnolphus. Deyður 641. Var biskuppur í Metz.
Eftir deyða hansara hendu mong undurverk við
grøv hansara, og hann varð skírdur halgimenni
Dagurin í morgin
Føroya Fiskavirking:
Fýra 25 ára starvsdagar
í Vestmanna
Hósdagin 13. juli var há
tíðarhald á Fiskavirking í
Vestmanna í sambandi við
at fýra av starvsfólkunum
kundu halda sín 25 ára
starvsdag á virkinum. Tey
vóru: Jónolvur Andreassen,
Elisa Ingebrigtsen, Bergfríð
(Begga) Olsen og Elisabeth
Hummeland.
Eisini varð hátíðarhildið
at Sunnfríð Isaksen var lið
ug at læra og var útbúgvin
sum fiskavirkari.
Øll fingu tey blómur og
príðislutir sum tøkk fyri
trúgva tænastu. Annars
kann nevnast, at á virki
num eru tað onnur fólk,
sum skjótt kunnu halda sín
30 ára starvsdag.
Myndin er tikin undir
hátíðarhaldinum seinasta
hósdag. Aftara rað f.v.:
Jónolvur Andreassen,
Sunnfríð Isaksen og Jákup
Eli Thomsen, virkisleiðari.
Fremra rað f.v.: Elisa
Ingebrigtsen, Bergfríð
(Begga) Olsen og Elisabeth
Hummeland
Mynd: D á Heygum
Tummas Jákup
Thomsen í Ribarhús
Í døgunum 21. juli til 9.
august sýnir Tummas
Jákup Thomsen tekningar,
vatnlitsmyndir, málningar
o.a. í Gallarí Ribarhús í
Fuglafirði. Til fernisering
ina spælir Petur Pólson
egin løg.
Opið er: mánadag-fríggja
dag kl. 15-17, leygardag:
kl. 11-13, og sunnudag kl.
15-17.
Í døgunum 21. juli til 9. august hevur Tummas Jákup
Thomsen framýning í Gallarí Ribarhús