mánadagur 17. juli 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
13
Á sínum 60 ára føðingar
degi í sunnudagin 16. juli
varð Birgar Johannessen
heiðraður av Heðini Mort
ensen, borgarstjóra í Havn.
Tað var soleiðis at Birgar
visti av ongum. Honum
vitandi skuldi familjan bert
halda lágan frofil og eta ein
mogunmat saman sunnu
morgunin. Men kl. 10 varð
hann fullkomiliga tikin á
bóli, tá húsið fyltist av
fólki, familju, vinum og
borgarstjóranum í býnum.
Heðin Mortensen segði í
røðu síni, at Birgar ger eitt
stórt søguligt og mentanar
ligt arbeiði fyri býin við
sínum fyrireikingum til
eina leksikon yvir Havnina,
sum kemur út seinni í ár.
Fyri ein bý sum Havnina
hevur søgan alstóran týdn
ing, og Birgar ger eitt stórt
arbeiði fyri, at vit ikki skulu
gloyma søguna, og tað
ynskja vit at geva honum
viðurkenning og eitt herða
klapp fyri. Birgar hevur
savnað
nógvar
túsund
myndir, so tað verður eitt
sera spennandi uppslags
verk yvir Havnina, sum vit
bíða spent eftir, segði Heðin
Mortensen m.a. í røðu síni
til Birgar.
Borgarstjórin ynskti hon
um hjartaliga tillukku við
føðingardegnum og góða
eydnu við Tórshavnar al
frøði, samstundis sum hann
gav honum gávur frá
býráðnum, tvey bind av
Havnar Søgu hjá Tórshavn
ar kommunu og mansjett
knappar við búmerkinum
hjá kommununi.
Góða Linhild.
Eg hevði ynskt, at eg kundi
sagt hesi orð við teg, andlit
til andlit, fortalt tær enn
einaferð, hvussu góð eg var
við teg, og hvussu ómeta
liga nógv eg sakni teg.. Nú
eru meir enn tríggir mán
aðir gingnir síðani tú fór,
og tað er enn ótrúliga svárt,
at fáa dagligdagin at hanga
saman. Sorgin situr djúpt í
mínum hjarta. Tað er sum
um lívið hevur fingið ein
dyggan lúsing. Alt, alt er
annaleiðis.
Eg veit væl, at hvussu
nógv og hvussu leingi eg
gráti, so kemur tú ikki aftur,
tí tú ert farin heim í “Stað
in”, sum vit so ofta tosaðu
um, har eingin sjúka og
pína meir skal nívað.
Linhild góða, eg unni tær
av øllum mínum hjarta, at
tú nú ert frísk, at tú nú ert
uttan pínu, og, at Jesus
hevur turkað hvørt tár av
eygum tínum, tað er tað
einasta, sum uggar meg, tá
sorgin treingir á.
Hevði bara ynskt, at tú
bleiv frísk, meðan tú vart
her hjá okkum, so, at vit
kundu havt teg hjá okkum
enn ídag. Tað tyngir meg,
at eg ikki fekk sagt tær ordi
liga farvæl. Trúði ikki, tað
fór at endað soleiðis. Trúði
at tú fór at vera her til vit
blivu gamlar og mettar av
døgum
Vit høvdu nógvar ætlan
ir fyri framtíðina, sum t.d.
hvat vit skuldu fáa tíðina at
ganga við, tá vit góvust
sum dagrøktarar.
Eitt vóru vit púra samd
ar um, keða okkum skuldu
vit ikki!. Vit skuldu fara til
Klaksvíkar á Húsarhalds
skúla, og so skuldu vit legg
ja ætlanir víðari harfrá. Nei,
lívið skuldi ikki fara aftur
við borðinum, og vit ætlaðu
okkum ikki bara at sita
hendur í favn, tað var nak
að, sum var púra sikkurt.
Nú eru allar okkara ætlanir,
við eitt vekk, burtur.
Hvønn morgun tá eg
vakni, veri eg mint á, at
aftur hendan dagin má eg
ígjøgnum uttan teg. Lívið
er broytt, følið, at eg aftur
má nullstillað, og byrja av
nýggjum. Royni at fáa tað
at ganga upp fyri mær, at tú
ert ikki ert her meir, fái tað
ikki inn í mítt høvd. Tað er
so óskiljandi, at eg ikki
longur kann ringja til tín og
hoyra málið á tær. Deila
upplivingar og daglig dags
ting við teg. At tú, nú sum
marið er her, ikki ert við, tá
vit fara túrar við dagrøktar
børnunum, m.a.. at fanga
síl, oman í Barnalonina, túr
til Havnar, sum vit plagdu
við allari rulluni osfr. Tú
manglar “alvorligt” her!
Tað var ein ómetalig góð
og rík tíð vit fingu saman,
og eg eri Gudi takksom
fyri, at tú kom á mín veg, at
eg kom at kenna teg ígjøg
num okkara arbeiði, har vit
gjørdust vinkonur. Vit tos
aðu saman hvønn dag, og
um vit ikki høvdu hoyrt
málið á hvørji aðrari í ein
dag, so vóru vit skjótar at
ringja fyri at vita, um nú alt
var ílagið. Ì okkara arbeiði
gjørdu vit stórt sæð alt
saman, og somuleiðis nógv
uttanfyri arbeiðstíð.
Góða Linhild, tú var altíð
so inniliga takksom fyri
tað, sum onnur hjálptu tær
við, visti ikki hvussu tú
skuldi vælsigna tey aftur
fyri. Ongantíð hugsaði tú,
um alla tað hjálp, sum tú
veitti mær og øllum teim
um, ið tú hevði rundan um
teg. Tað kundi gera tað
sama, um tú vart væl fyri
ella ei, so hjálpti tú allíka
væl, tú fekk teg ikki til at
siga nei. Kom tað fyri, at tú
hevði borið teg undan, so
endaði tað við at tú gjørdi
tað kortini, tí tú fekk so
ringa samvitsku av, at tú
hevði sagt nei í fyrstu
syftu.
Tað var sjálvdan tað stóra
vit kundu hjálpa tær við, tí
tú vart altíð í forkantinum
við øllum. Alt bleiv fyri
reikað langt frammanundan,
langt áðrenn tíðina, alt
skuldi vera klárt og liðugt í
góðari tíð. Eg minnist
hvussu forharmað tú vart, tí
tú ikki kundi hjálpa við at
baka til brúdleypið, tá
Linda og Godwin giftust.
Tá vart tú í Danmark, men
sjálvt tá, í allari neyðini,
hugsaði tú um at hjálpa,
soleiðis vart tú, hugsaði
altíð um hini. Tú vart
“unik”.
Tað eru nógv, sum kunnu
takka
tær
fyri
mangt
plaggið, tú hevur bundið.
Bundnaturrikløð, pannu
bond, bundnar bodystokkar
og mangt, mangt annað.
Tað var ikki bara eitt av
hvørjum tú bant, nei, tað
vóru við hvørt upp í 10 stk.
ella meir av hvørjum.
Síðani gav tú tað til gávis.
Tú plagdi at siga: “antin
bindur man ella ei”, ella:
“tá man nú er í gongd”.. J.
Tann mátin tú vart uppá,
gjørdi, at tú vart nógv av
hildin. Tað prógvaði tann
stóra fjøldin, sum tók ímóti
tær, tá tú komst úr kapelli
num heim í Glyvrakirkju
og sum fylgdu tær til
gravar.
Góða Linhild. Tú vart
mín besta vinkona gjøgnum
14 ár. Tú vart alt tað, sum
ein vinkona eigur at vera.
Trúføst í øllum. Vart altíð
har, tá eg hevði brúk fyri at
tosa við teg, um øll lívsins
viðurskiftir. Tú græt við
mær, tá sorgin nívdi og
gleddist við mær, tá okkurt
serstakt gleðiligt var hent.
Hóast eg ikki var tín einasta
vinkona, so hevði tú tey
fantastisku evnini, at vit,
hvør sær, føldu okkum sum
tín besta vinkona. Við tað,
at vit allar høvdu teg sum
okkara vinkonu, ger, at vit
nú kunnu sita saman og
deila tey góðu minnini vit
hava um teg, og hjálpa
hvørjari aðrari gjøgnum
sorgina. Tú vart okkara
“mittpunkt”, okkara besta
vinkona.
Takk fyri alt, góða Lin
hild. Takk fyri alt, tú hevur
verið fyri meg. Takk er eitt
fátækt orð, tá tað verður
sagt við teg. Hevði ynskt, at
eg kundi sagt tað betur.
Tøkkin, sum eg ynski at
geva tær kann ikki sigast
við orðum, og kenslurnar
kunnu ikki skrivast á blað.
Tú ert farin undan mær
heim til Jesus, og eg veit at
tú hevur tað gott. Ì eini
upptøku
við
streingja
kórinum á Glyvrum sang tú
við í sanginum :
“Jeg ønsker at se Jesus
først av alt,
min syndeskyld med blod
Han har betalt.
Og slægt og venner her,
Vi møte skal dem der.
Men Jesus vil jeg møte
først av alt.”
Honum hevur tú nú møtt,
og ert saman við Honum.
Eg gleði meg eisini at síggja
Jesus fyrst, tá mín dagur
her er runnin, og tá skal eg
eisini síggja teg aftur.
Ærað verði minnið um
teg, góða Linhild. Eg vil
altíð goyma minnini um teg
í mínum hjarta sum ein
dýrabaran skatt. Vit síggj
ast!
Jonna
Birgar heiðraður av borgarstjóranum
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn,
heiðrar Birgar
Johannessen á
hansara 60 ára
føðingardegi
Mynd: Magnus Gunnarsson
Minningarorð um mína vinkonu Linhild Jóhannesen
f. 20. 12 .1959 - d. 06. 04. 2006