mánadagur 17. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 135 - 17. juli 2006
ÓHAPP
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Eitt brek við streymveitingini
hjá SEV oyðilegði hósmorgunin
sera nógv húsarhaldstól í 25
húsum í Torkilsgøtu í Hoyvík.
SEV bað fríggjadagin
húsaeigararnar í Torkilsgøtu um
umbering fyri, at eitt brek við
elveitingini oyðilegði teldur,
sjónvørp, mikroovnar og onnur
húsarhaldstól hósdagin.
Eitt mistak hjá SEV gjørdi, at
spenningur kom á 0-leiðina til
húsini, og brádliga kom alt ov
nógv volt úr stikkkontaktunum í
húsunum. Tað hevði við sær, at
teldur og sjónvørp sprongdust,
og at vaskimaskinur, mikroovnar
og onnur tól fóru. Flestu tólini
eru nú til umvælingar, og tey,
ið ikki kunnu umvælast, verða
endurgoldin.
SEV sigur í einum skrivi til
húsarhaldini í Torkilsgøtu, at
felagið harmast um tilburðin:
- Slík mistøk henda tíverri
av og á, hóast vit hava kønar
linjumenn, sum altíð royna
at gera sítt besta til tess, at
slíkar hendingar ikki koma
fyri, skrivar SEV í skrivi til
húsarhaldini.
SEV hevur eina
ábyrgdartrygging, sum tekur við
í førum sum hesum.
Jan Falkenberg, sum býr
í Torkilsgøtu nummar eitt,
varð sjálvsagt skelkaður
av hendingini. Í húsunum
hjá honum og familjuni
fóru vaskimaskinan, mikro
ovnurin, tvey sjónvørp,
kassin til breiðbandið, hátal
ararnir til telduna, tráðleysu
telefonirnar og vekjara
klokkan við útvarpi:
– Eg var til arbeiðis, tá
brekið við streymveitingini
fór fram. Sonurin ringdi
alt fyri eitt til mín og
segði óttafullur: ‘Babba,
sjónvarpið er eksploderað,
og nógvur roykur kemur
úr tí’. Eg skundaði mær
sjálvandi niðan beinanvegin,
men tá var tíbetur alt
longu sløknað, sigur Jan
Falkenberg og staðfestir,
at brendaroykurin fylti alt
húsið.
– Eg sløkti í stundini
málaran og ringdi til SEV.
Tá fekk eg at vita, at tað
ikki bert var hjá okkum, at
næstan øll húsarhaldstólini
vóru oyðiløgd, sigur Jan
Falkenberg, sum vónar,
at hetta ikki fer at henda
aftur:
– Vit vórðu sjálvandi øll
skelkað av hendingini, men
serliga varð yngri sonurin
bangin og tordi ikki at vera
inni fyrstu dagarnar.
-horsdal
Streymbrek oyðilegði eina rúgvu av húsarhaldstólum
Kóki
pláturnar
tendraðu
av sær
sjálvum
Í øllum teimum 25 hús
unum í Torkilsgøtu fór
okkurt húsarhaldstól. Ein
kvinna greiðir soleiðis frá
hendingini:
– Vit vóru úti á altanini,
tá
øll
húsarhaldstólini
sprongdust. Eg hoyrdi
eitt øgiligt buldur og
skundaði mær inn at vita,
hvat var hent. Tað luktaði
sera illa av brendaroyki
frá vaskimaskinuni og
uppvaskimaskinuna. Kóki
pláturnar á ovninum vóru
farnar frá av sær sjálvum,
og eymhettan gekk fyri,
sigur ein kvinna, sum býr í
Torkilsgøtu.
Kvinnan leggur afturat, at
hon sjálvandi varð bangin
av øllum hurlivasanum,
men at hon skjótt sissaðist,
tá hon frætti, at øll í granna
lagnum vóru í somu støðu,
sum hon:
– Eitt umboð frá SEV
kom eisini heilt skjótt á
gátt við einum brævi, har
teir nágreiniliga greiddu
frá, hvat var hent, sigur
kvinnan og leggur dent á,
at tað var gott, at hon var
inni, tá húsarhaldstólini
sprongdust:
– Eg var heppin. Ein
veit ongantíð, hvat tað
møguliga hevði kunnað
endað við, sigur hon og
leggur afturat, at tey skjótt
fara at fáa nýggj tól frá
SEV, og at hon til ta tíð
noyðist at vaska við hond.
-horsdal
Sjónvarpið sprongdist
Her eigur sjónvarpið hjá eldra soninum at standa. Men tað
sprongdist saman við øllum hinum húsarhaldstólunum. Nú er
sjónvarpið farið til umvælingar, men Jan Falkenberg væntar
ikki, at tey fara at síggja sjónvarpið aftur: – Tað kostar meira at
umvæla tað, enn tað kostar at keypa eitt nýtt, sigur hann
Jan Falkenberg roynir at fáa mikroovnin at rigga aftur, men ovnurin er steindeyður.
Vaskimaskinan hjá familjuni Falkenberg stendur í løtuni
úti í túninum. Hon er somuleiðis oyðiløgd av brekinum við
streymveitingini hjá SEV
Hátalararnir til telduna standa á gólvinum og noyðast at
fara við øllum hinum ruskinum niðan á Brennistøðina á
Sandvíkahjalla