mánadagur 17. juli 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
15
tíðindi
Við einum braki av
einum trendshowi
í lagurhølunum
hjá skipasmiðjuni
og við einum
nýggjum handli á
Áarvegnum staðfesta
Guðrun & Guðrun
plássið á føroyska
marknaðinum
móti
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast Milano, Tokyo og
New York leingi hava havt
eyguni eftir sermerkta og
unikka sniðinum hjá Guðrun
og Guðrum, og vørurnar
eru somikið eftirspurdar í
útheiminum, at tær fáa ikki
framleitt niðurfyri, er tíðin
nú eisini búgvin til at føra
vælumtókta merkið meira
fram her á landi.
– Klæðir okkara verða
millum annað seld í Japan,
USA, Danmark og Italia,
men vit ynskja eisini at fáa
størri pláss í hugaheiminum
hjá føroyingum og at selja
vørur okkara sum verandi
føroyskar,
greiða
tær
báðar frá, nú vit vitja tær
í nýggju handilshølunum á
Áarvegi 14, har tær siga
seg veruliga hava funnið
rætta umhvørvið.
– Her í miðbýnum hava
vit alt, sum vit kunnu ynskja
okkum. Her er ferð á, lív
í og ein dukandi pulsur,
sum vit kenna tað frá øllum
miðbýum í heiminum. Her
kemur okkara málbólkur,
sum í stóran mun eru fólk,
sum koma og fara – sum lív
er í og sum bara líka detta
inn á gólvi á veg til og frá
arbeiði ella skúla. Og so
hava vit eitt gott grannalag
við mótahandlum, hotelli
og føroyskum vørum, hvørt
um annað, samstundis sum
ferðafólk av keiini koma
framvið, tá tey koma til
landið, siga tær báðar. Og
tær vísa á, at tær hava onki
gjørt burturúr at lýsa við
nýggja handlinum, tí tær í
eins stóran mun nýta munn
til munn lýsingarháttin, har
tað ryktast, at nakað nýtt er
á vási.
Rátt trendshow
Hetta gjørdi seg eisini
partvíst galdandi, tá stóra
trendshowið var á skipa
smiðjuni
fríggjakvøldið.
At fólk ikki rættiliga vistu
hvat talan var um, men at
tað bleiv ført fram sum
nakað stórt, forkunnugt
og trendy, sum bara mátti
upplivast. Og millum fýra-
og
fimmhundrað
fólk
møttu upp til framførsluna,
sum ikki er sædd her á
landi fyrr. Boðað var frá,
at sýningin skuldi byrja
klokkan ellivu á kvøldi,
men sjálvt showið byrjaði
ikki fyrr enn klokkan
hálvgum tólv. So fólk fingu
tíð til at fáa sær ein drink
ella báðar tveir, at mingla
og práta og í heila tikið
varð ein dámur uppbygdur,
sum síðani bleiv útloystur,
tá harður tónleikur við eitt
floymdi úr hátalarunum og
eitt satt ljóshav upplýsti og
prýddi hølið og pallin.
– Vit høvdu tilvitað gjørt
av at rópa tað eitt trendshow,
tí talan var ikki um eina
vanliga mótasýning, sum
jú er ein sølusýning við
nýggjastu
kollektiónini.
Okkara skuldi vera ein
tíðarmynd, sum skuldi vísa
tíðarandan og nýggjaska
rákið innan mótaheimin.
Høllin í skipasmiðjuni er
júst tann rætta til okkara
klæðir og endurspeglar
okkara anda, nevniliga tað
stóra, ráða, ljósa og eink
ulta. Og so skuldi trend
showið í eins stóran mun
geva áskoðarunum eina
positiva uppliving og ikki
minst íblástur til, hvussu
klæðini hjá okkum kunnu
setast saman og miksast við
onnur klæði, hár og tilhoyr,
greiða tær báðar frá.
Trendy stjørnu
troyggja
Tað, sum fyritøkan veruliga
hava sligið ígjøgnum við
seinastu
mánaðirnar,
og sum hevur sannført
tær um, at tað finst ein
marknaður í Føroyum eis
ini, er skipstroyggjan við
stjørnumynstrinum,
sum
Guðrum
Ludvig
hevur
broytt frá einum masku
linum stórverki til eina
snøgga og vakra feminina
troyggju, sum nógvar gentur
og kvinnur hava ognað sær.
– Eg havi sniðgivið
troyggina saman við einari
bindikonu og vit høvdu alla
tíðina modernaðu kvinnuna
í huganum. Og so er tað ein
álitisváttan, at so nógvar
hava fingið hugskot og
íblástur frá stjørnutroyggini,
men at tað samstundis vísir
tað seg, at fólk vilja hava
upprunaligu vøruna, sum
er av merkinum Guðrum
og Guðrum, sigur Guðrum
Ludvig, meðan hon peikar
yvir á røðina av nýggjum
klæðum, har avloysarin hjá
stjørnumtroyggjuni hong
ur. Og hon líkist nakað
upprunatroyggjuni,
men
er opin og hevur knappar
framman.
– Tað, sum vit vilja vísa
við okkara sniði er góðska
og tíðarleyst design, siga
tær báðar og vísa á, at fólk
í alt størri mun ynskja at
nýta pening til eitt gott
plagg enn fýra vánalig.
– Tað liggur í tíðarandan
um, at fólk vilja keypa klæði
og brúkslutir í sonevndum
serhandlum, sum tekkjast
tilvitaða brúkaran. Og tað
er júst hann, ið vit venda
okkum til, siga tær báðar,
sum annars nýta orkuna til
at gera seg til reiðar til eina
stóra mótamessu í París,
sum eitur Tranoi.
– Higartil hava vit savnað
okkum um at finna røttu
kundarnar og tað hava vit
brúkt nógva orku til. Á
Tranoi funnu vit teir og eru
tað í stóran mun japanar.
Guðrum og Guðrum:
Leggja føroyska marknaðin undir seg
Tær báðar, Guðrum og Guðrum í nýggjasta skotinum: Opna stjørnutroyggjan
Mannfólkaklæði
eru millum
tað nýggjasta
hjá Guðrun og
Gurðun.