mánadagur 17. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 135 - 17. juli 2006
– Rakettálopið á
Haifa broytir alt,
sigur ísraelski
forsætisráðharrin.
– Tað var bara
byrjanin, sigur
Hizbollah-leiðarin
Miðeystur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Ísraelsmenn
fingu
ein
skelk, tá Hizbollah-raktttir
raktu býin Haifa, og átta
ísraelsmenn lótu lív. Ikki
færri enn trettan rakettir
raktu býin innan fyri nøkur
sekund. Hizbollah hevði
víst, at felagsskapurin er
førur fyri at søkja at málum
langt inni í Ísrael og ikki
bara teimum smáu bygd
unum fram við libanska
markinum. Tað vísti Hiz
bollah aftur í morgun,
tá rakettir raktu býirnar
Nazareth og Aulfa.
Ehud Olmert, forsætis
ráðharri, segði um viku
skiftið, at rakettálopið á
Haifa broytir alt, sum hann
tók til, og at Ísrael fer at geva
Hizbollah eitt hóskandi og
umfatandi svar. Allan gjár
bumbaðu ísraelsk flogfør
støð har suðuri í Libanon,
har Hizbollah heldur til.
Fleiri bygningar vórðu javn
aðir við jørðina.
Ísraelskar keldur siga,
at flogførini søktu fleiri
ferðir at einum bygningi,
sum verður hildin at vera
tilhaldsstað hjá leiðaranum
í Hizbollah, Hassan Nas
rallah. Hildið verður, at
hann fjaldi seg í einum
bumbutryggum rúmi undir
jørð. Men bumburnar raktu
hann ikki, tí í gjárkvøldið
gjørdi hann vart við seg.
– Vit fara at halda fram.
Hetta er bara byrjanin, og vit
hava eisini annað óvæntað at
skelka Ísrael við, segði Hassan
Nasrallah í einari røðu, sum
bleiv send í sjónvarpinum
hjá Hizbollah. Hann eggj
aði øllum muslimum í tí
arabiska heiminum til at taka
av tí søguliga møguleikanum
til at berja Ísrael og USA
niður, sum hann orðførdi
seg. Sjálvur var hann ikki í
iva um, at Ísrael fer at tapa
hesaferð.
Eygleiðarar, sum sóu
Hassan Nasrallah halda
røðu, siga, at hann tóktist
troyttur, og at hann var
ikki so eggjandi, sum
hann plagar at vera. Eyg
leiðararnir siga, at tað eru
ikki bara tey áhaldandi
ísraelsku
álopini,
sum
hava ávirkað Hizbollah-
leiðaran, tí teir seinastu
dagarnar
er
mótstøðan
ímóti felagsskapinum vaks
in í sjálvum Libanon. Eitt
nú hevur drusiski leiðarin,
Walif Jumblatt, sagt, at
Hizbollah
stríðist
fyri
iranskum áhugamálum held
ur enn libanskum.
Í Ísrael spyrja fólk, hvat
Nasrallah mundi sipa til,
tá hann segði, at Hizbollah
hevur
ymiskt
óvæntað
at skelka Ísrael við. Mið
eysturtíðindamaðurin Rog
er Hercz skrivar, at nógvir
ísraelsmenn stúra fyri, at
Hizbololah fer at brúka
rakettir, sum kunnu røkka
Tel Aviv. Hildið verður, at
felagsskapurin kann hava
fingið einar 10.000 rakettir
úr Iran, og at fleiri teirra
bera rættiliga langt, og í gjár
fingu fólk í miðbýnum í Tel
Aviv boð um at fyrireika
seg til møgulig rakettálop.
ST uppí
Samstundis veksur altjóða
trýstið á Ísrael og Hizbollah.
Libanski forsætisráðharrin,
Fouad Simiora, gjørdi í gjár
greitt, at stjórnin er sinnað
at lata herin hava eftirlit
við markinum ímóti Ísrael,
men at tað letur seg ikki
gera uttan hjálp uttaneftir.
Tann hjálpin kemur kanska,
tí á toppfundinum hjá G8-
londunum
segði
týski
kanslarin, Angela Merkel,
at londini eru samd um at
senda eitt ST-herlið at hjálpa
libansku stjórnini. G8-
fundurin fordømdi annars
ísraelsku álopini á Libanon
og kravdi, at Hizbollah
skal lata tveir burturfluttar
ísraelskar hermenn leysar.
Ísraelska stjórnin hevur
lagt sítt egna friðaruppskot
fram. Har stendur, at í fyrsta
umfari
skal
Hizbollah
lata teir báðar burturfluttu
hermenninar frá sær, og
síðani skal Hizbollah taka
seg burtur frá ísraelska
markinum. Men Hizbollah
hevur svarað, at tað kemur
ikki upp á tal at lata teir
báðar hermenninar leysar,
fyrr enn fleiri arabiskir
fangar sleppa úr ísraelskum
fongslum.
Men tað kemur ikki upp
á tal, hevur Ehud Olmert
sagt.
ST hevur sent nakrar
av sínum diplomatum til
Miðeysturs at royna at
loysa ósemjuna. Teirra mill
um er fyrrverandi ST-sendi
maðurin í Miðeystri, norð
maðurin Terje Rød Larsen.
Tey arabisku londini
fordøma ísraelsku á
Libanon, men tey eru
ósamd innanhýsis
Miðeystur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tey 22 londini í Arabisku
Samgonguni umrøddu ta
spentu støðuna í Miðeystri
á fundi í egyptiska høvuðs
staðnum Kairo í gjár, og
sum væntað samdust tey
um eina yvirlýsing,. ið
fordømir ísraelsku álopini
á Libanon, tí tey eru í stríð
við altjóða lóg og reglur.
Men semjan um at
fordøma Ísrael merkir ikki,
at tey arabisku londini
draga eina línu í hesum
máli. Meðan Egyptaland,
Saudiarabia og Jordan
hava funnist at Hizbollah,
tí felagsskapurin hevur
burturflutt
ísraelskar
hermenn, geva onnur lond
Ísrael alla skyldina av
støðuni.
Aðalskrivarin í Arabisku
Samgonguni, egyptin Amr
Moussa, royndi eisini at
sigla millum skerini, tá
hann røðu á fundinum í
Kairo.
– Summir av pørtunum
hava arbeitt ímóti friðarætl
anini, og aðrir hava roynt
at jarða hana, segði hann.
Amr
Moussa
legði
afturat, at í løtuni er einki
lív
í
friðartilgongdini,
og at stríðið ímillum
Ísrael,
palestinararnar
og grannalondini kann
einans loysast í ST-trygdar
ráðnum.
SAMBAND
árni joensen
fartekst@mail.dk
ÚTLOND
– Vit hava eisini annað at skelka Ísrael við.
Hizbollah-leiðarin Hassan Nasrallah
Haifa
var bara
byrjanin
Friðartilgongdin er deyð
Bjargingarmenn í
Haifa í ferð við at
rudda eftir Hizbollah-
rakettálopið, sum
kostaði átta mannalív
Mynd: Reuters