mánadagur 17. juli 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
17
Ísraelsku álopini hava
oyðilagt virði fyri
tríggjar milliardir
krónur
Miðeystur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Undir álopunum á Libanon
hevur ísraelska flogvápnið
lagt seg eftir at bumba
støðir hjá Hizbollah umfrant
libanska samferðslukervið.
Sambært ísraelskum tals
monnum
er
endamálið
at avbyrgja Libanon frá
umheiminum og at forða
Hizbollah at flyta teir báð
ar burturfluttu ísraelsku
hermenninar.
Longu tann fyrsta dagin
skutu ísraelsku flogførini
fleiri rakettir eftir flog
havnini í Beirut, so hon
mátti latast aftur. Seinni
bumbaðu flogførini fleiri
brýr og vegir, teirra millum
tann týdningarmikla vegin
ímillum Libanon og sýriska
høvuðsstaðin Damaskus.
Harumframt bumbaðu ísra
elsku flogførini orkuverk
og oljugoymslur.
Libanski fíggjarmálaráð
harrin, Jihad Azur, segði
í gjár, at higartil hava tey
ísraelsku
álopini
gjørt
skaða fyri einar tríggjar
milliardir krónur. Hann
legði afturat, at talið umfat
ar bara skaðarnar á sam
ferðslukervið og er ein fyri
bilsmeting.
Tey ísraelsku álopini hava
eisini ávirkað ferðavinnuna
nógv. Júst ferðavinnan er
tann vinnan, sum hevur
havt størsta framburðin í
Libanon tey seinastu árini,
og tí kemur tað stak illa
við, at ísraelsmenn bumba
landið í bestu ferðatíð, sigur
Jihad Azur við Reuters.
Útlendskar keldur siga, at
tey ísraelsku álopini hava
bumbað Libanon nógv ár
aftur í tíðina.
Tað var líkt til, at
árið í ár skuldi
gerast tað besta hjá
ísraelsmonnum
nakrantíð, men
nú mugu allar tær
búskaparligu for
sagnirnar endur
skoðast
Miðeystur
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Hotellini har norðuri í
Ísrael standa at kalla tóm,
tí hvørki ferðafólk ella
handilsfólk tora at gista har
longur. Leygardagin rakti
ein rakett hjá Hizbollah
eitt av hotellunum í býnum
Tiberias, og løtu seinni
rindaði tann seinasti ferða
maðurin fyri seg og fór.
– Summarið er oyðilagt,
sigur Modar Abbas, sum
arbeiðir á einum hotelli í
býnum Nahariya, við Aften
posten. Hann sigur, at fyri
einari viku síðani vóru gestir
á hvørjum einasta kamari,
men nú er ikki ein einasti
eftir. Hotellið stendur tómt
mitt á hásumri, og hvønn
dag
verða
bíleggingar
avlýstar.
Tey, sum reka hotellini har
norðuri í Ísrael, hava longu
mist alla vón um at fáa
ferðafólk í juli og august,
sum annars plaga at vera
teir góðu ferðamánaðarnir.
Tað kemur serliga teimum,
sum arbeiða á Park Plaza
Hotel í Nasariya illa við,
tí hotellið er spildurnýtt.
Tað stendur tætt niðan frá
strondini, men í dag hevur
strondin ongan áhuga.
Nahariya er tann norðasti
býurin í Ísrael. Har búgva
50.000 fólk, men í dag er
býurin at kalla tómur, tí
70 prosent av fólkinum
eru flýdd suðureftir, so tey
kunnu kenna seg trygg fyri
Hizbollah-rakettunum.
Støðan er tann sama aðra
staðni har norðuri í land
inum. Tey, sum ikki eru
flýdd, gera eftir ráðunum
frá myndugleikunum um
at halda seg innandura
og helst í bumbutryggum
rúmum. Tað hevur við sær,
at fleiri hundraðtúsund
fólk fara ikki til arbeiðis.
Verksmiðjurnar standa still
ar, og grøðin verður ikki
heystað.
– Tað eru týðilig tek
in um afturgongd í land
búnaðinum, ferðavinnuni
og ídnaðinum, sigur leiðarin
í tí lokala ráðnum í Ovara
Galilea, Aharon Valenci,
við blaðið Haaretz. Hann
heldur, at tað eru serliga
nógvar smáfyritøkur, sum
eru um at fara á húsagang.
Ávirkar lands
búskapin
Men stríðið við Hizbollah
ávirkar ikki bara viður
skiftini har norðuri í Ísrael,
tí tað rakar allan búskapin,
og støðan er sera álvarssom,
sigur tíðindaleiðarin á blað
num Yediot Ahronot, Gad
Lior, við Aftenposten.
Hann vísir á, at fyri bara
einari viku síðani vístu
forsagnirnar, at 2006 fór
at verða eitt tað besta í
ísraelsku søguni, og at
búskaparvøksturin fór at
liggja um 6,6 prosent. Men
nú er alt vent á høvdið,
tí nú verður roknað við
trimum ella fýra prosentum
í afturgongd.
Álopini
teir
seinastu
dagarnar hava gjørt skaða
fyri meiri enn eina milliard
krónur, samstundis sum
kríggið hevur kostað her
megini meiri enn eina
milliard, og tað kemur
búskapinum illa við, tí ís
raelski búskapurin er sera
viðkvæmur og verður lætt
liga ávirkaður av ófriði
og hernaðaratgerðum, sigur
Gad Lior.
Harafturat
kemur,
at
ófriðarlig
viðurskifti
elva til misálit, og tá fólk
ikki hava álit á tryggleik
anum, rakar tað búskapin
meint. Harafturat ávirkar
tað hugin at gera íløgur
í eitt nú hátøkni, haðani
tveir triðingar av útflutn
ingsvirðinum stava.
Søguliga gongdin tey
seinastu tíggju árini vísir
týðiliga,
hvussu
stóra
ávirkan tryggleikin hevur
á ísraelska búskapin. Árini
eftir Oslo-avtaluna ímillum
ísraelsmenn og palestinar
vóru merkt av bjartskygni,
og frá 1993 til 1999 vaks
búskapurin heili 74 prosent.
Men
so
byrjaði
tann
palestinski
uppreisturin
á heysti í 2000, og tað
endaði við, at Ísrael hersetti
Gaza-geiran og Vestara
Áarbakka. Úrslitið sást
beinanvegin, og frá 1999 til
2004 vaks búskapurin bara
18 prosent.
Rakar meint
Eisini hesaferð hevur ófrið
urin sína ávirkan. Teir
fyrstu tríggjar dagarnar av
kreppuni millum Ísrael og
Hizbollah fall partabræva
virðið á marknaðinum í
Tel Aviv 12 prosent, sam
stundis
sum
ísraelska
gjaldoyrað er minkað fýra
prosent í virðið mótvegis
amerikanska dollaranum.
Tað verður verri enn,
sigur Gad Lior, sum væntar,
at stríðið ímillum Ísrael og
Hizbollah fer at vara nakrar
vikur afturat.
– Tað fer at raka búskapin
meint, eftir at vit hava havt
tvey góð ár, sigur ísraelski
tíðindaleiðarin.
(Kelda: Aftenposten)
útlond
Kríggið oyðileggur ísraelska búskapin
Libanski búskapurin bumbaður
langt aftur í tíðina
Ísraelsku flogførini hava
bumbað fleiri vegir og brýr
í Libanon. Her verður ein
týðandi brúgv sprongd í
luftina
Mynd: Reuters