mánadagur 17. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 135 - 17. juli 2006
tíðindi
G!-Festivalurin er í
nánd, og fyrireikarnir
hava úr at gera.
Høvuðsfyriskiparin,
Jón Tyril, vísir aftur,
at kritikkurin av
skránni bara hevur
verið neiligur, og
fegnast um stuðulin
úr Gøtu.
– Tilsamans koma
vit at brúka eini
1300 tímar bara til
vaktarhald, sigur Jón
Tyril um ta nógvu
orkuna, sum krevst til
tiltakið
G!-Festivalurin
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
– Ja, nú er eitt sindur roka
ligt, sigur ein skundmikil,
men altíð vælorðaður Jón
Tyril, tá vit spyrja hann,
hvussu skilið er í Gøtu, nú
hol er sett á G!-vikuna.
Skrokkarnir til pallarnar
eru settir upp, og sum Jón
Tyril sjálvur kallar tað,
so fara ætlaninirnar nú av
skriviborðinum og umsetast
til veruleika.
Jón Tyril greiðir frá, at
síðan 1. februar hava fimm
fólk arbeitt fulla tíð við at
fyrireika festivalin, og nu
eru enn fleiri komin við.
M.a. eru eini 20 sonevndir
økisformenn settir, ið fáa
samsýning, sum hvør í
sínum lagi hava ábyrgd
av at samskipa tær ymsu
uppgávurnar á einum so
stórum tiltaki, sum G!-
Festivalurin nú er blivin.
Sum festivalurin nærkast er
nógv nevniliga brúk fyri
fleiri góðum kreftum, og
Jón Tyril metir, at eini
100 fólk frá m.ø. GÍ og
NSÍ hava verið við til at
fyrireika pall og annað.
– Tilsamans koma vit at
brúka eini 1300 tímar bara
til vaktarhald, sigur Jón
Tyril um ta nógvu orkuna,
sum krevst til alt tiltakið.
– Tað besta av øllum er,
at øll bygdin er við, sigur
høvuðsfyriskiparin,
sum
letur væl at hjálpseminum
í Gøtu. Jón Tyril sigur, at
hetta ger, at uppgávurnar
verða loystar bógv betur
enn annars. Eisini eru við
urskiftini sera góð nú, eftir
at tað var eitt sindur kalt
tey fyrstu árini millum
G!-Festivalin og ymisk
áhugafeløg í økinum.
G! er ikki public
service
Spurdur, um tað hevur ein
trupulleiki, at eitt sindur av
kritikkinum av festivalinum
hevur verið, at fólk ikki
siga seg kenna bólkarnar
nóg væl, sigur Jón Tyril, at
sum so kennir tann breiða
fjøldin
neyvan
heldur
Lenny Kravitz, men at hetta
ikki er nakar trupulleiki.
Hann sigur seg harmast,
at tá hann herfyri var
gestur í Degi og viku,
bara kom fram, at neiligur
kritikkur hevur verið av G!-
Festivalinum.
– Vit hava eisini fingið
positivar afturmeldingar,
og tær fylla nógvar ferðir
meira, sigur Jón Tyril.
Spurdur, um G!-Festi
valurin er eitt slag av tón
leikaligum public service
til føroyingar, sigur Jón
Tyril, at tað er hann so
avgjørt ikki. Hann metir
tað vera eitt gott tekn, at so
nógv kjakast um skránna.
– Skúlin skal uppala fólk.
Ikki vit. Vit vilja geva fólki
nøkur góð upplivilsi, sigur
fyrireikarin, og heldur fyri,
at skráin á G!-Festivalinum
skal vera merkt av dygd,
fjølbroytni og gjarna nýggj
um og viðkomamndi tilfari
fyri fólk.
Spurdur, um hann hevur
nøkur serlig ráð til fólk,
ið ætla sær á G!-Festival,
sigur Jón Tyril tað vera týdn
ingarmikið, at vera opin og
spíla oyruni út, tí har kemur
væntamdi ein fjølbroytt
fjøld av fólki, og ikki minst
nógv stuttlig fólk.
Luftbrúgv til G!
Eitt av høvuðsnøvnum í
ár er Kaizers Orchestra úr
Noregi, og er hetta helst
fyrstu ferð í Føroyum, at
ein bólkur verður flogin
til Føroya á einum sertúri,
sum bara er til og frá
festivalinum. Um mjørki
verður í Vágum hósdagin,
og flogfarið ikki lendir,
noyðast tríggir bólkar at
melda avboð til G! í ár. Jón
Tyril, at tey einki alternativ,
um hetta skuldi hent, men
at hetta eru treytirnar, tá
tú skipar fyri tílíkum í Før
oyum.
– Kaisers Orchestra er
eitt perfekt festivalorkestur,
og hetta er einasti máti, tí
teir hava eina tronga skrá,
sigur Jón Tyril.
Gøtufólk búgva í tjaldi
Í fjør vóru 750 tjaldingar
pláss á G!, og tá var útselt. Í
ár vórðu í fyrsty syftu 1500
tjaldingaratgongumerki
prentað, og tey vórðu øll
útseld. Síðani vórðu 500
prentað afturat, og enn eru
nøkur eftir av teimum.
– Fyri nógv er tjaldingin
hæddarpunktið á festival
inum, og gøtufólk og leir
víkingar keypa eisini tjald
pláss, fortelur Jón Tyril.
Í ár verður frítt útsýni frá
vegnum oman á sandin. Har
hava annars básar staðið
undanfarin ár. Í ár verður
grillpláss, har Uni Gullfoss,
kokkur, fer at steikja lamb.
Jón Tyril viðgongur, at
matstøðini helst hava verið
undirmett undanfarin í ár,
og at størri dentur verður
lagdur á hetta í ár. Somu
leiðis skulu tey saniteru
viðurskiftini betrast.
Eftir at broyting er gjørd í
rúsdrekkalógini, sum loyvir
skeinking á størri tiltøkum,
ber til at skeinkja úti, og
hetta fer fram á tvinnum
støðum á G! –Festivalinum,
m.a. á tjaldingarplássinum.
Sp/F G!
Spurdur, um tað hevur
ávirkað fyrireikararnar, at
tey fingu mentanarvirðisløn
M.A. Jacobsens, sigur Jón
Tyril, at hetta ikki hevur
hvat beinleiðis ella tilvitaða
ávirkan.
– Men øll vóru glað tá,
og hetta hevur helst verið
til at skapa áhuga.
Í mun til áður er G!-
Festivalurin nú vorðin eitt
smápartafelag, og hetta met
ir Jón Tyril, sum nú stendur
fyri festivalinum, vera eitt
framstig.
– Fyrr kundi tað vera
eitt problem, at alt var
til diskussión, og tú visti
ongantíð, um fólk lupu frá,
ella um onkur kom inn og
kollvelti alt. Vit hava fingið
ein nýggjan struktur, men
tað verður ikki vist, at tað
verður eg, sum haldi fram,
sigur ein varin Jón Tyril, og
minnir á, at í sáttmálanum
við Grót stendur, at hann
hevur skyldu at gera tað
besta fyri festivalin.
–
Ábyrgdarbýtið
er
vorðið greiðari, staðfestir
oddamaðurin á G!.
Ólavsøkan gav
íblástur
Eitt orð sum gongur aftur
og aftur, tá tú tosar við
Jón Tyril er “upplivilsi”, og
definitiónin hjá G! upp á
ein festival er “tað samlaða
upplivislið!”
– Vit vilja gjarna, at
fólk fáa eitt gott upplivilsi,
góðan tónleik, góðan mat
og merkja, at vit hava gjørt
okkurt serligt burturúr.
Sum nakað nýtt verður
í ár skipað fyri tí stóru
sangløtuni á midnátt leyg
arkvøldið við m.ø. Nikolinu
av kamarinum, Anniku Hoy
dal, Martini Joensen og
Eivør Pálsdóttur.
– Vit hava fingið íblástur
frá
midnáttarsanginum
á ólavsøku og sing along
aðrastaðni frá, sigur Jón
Tyril, og heldur at við hes
um hava tey savnað nøkur
av teimum bestu sangskriv
arunum og tónleikarunum í
Føroyum at framføra undir
virðiligum umstøðum, har
einstaklingurin og tann før
oyski sangskatturin verður
settur í miðdepilin, sum Jón
Tyril tekur til. Hetta heldur
hann eisini vera rættiliga
“føroyskt”.
– Vit definera eina góða
veitslu ella eitt gott brúdleyp
eftri, hvussu væl sangurin
gekk, og tað hendir ikki
nógva aðrastaðni í verðini,
sigur Jón Tyril.
G! skal geva góð upplivilsi
Jón Tyril er oddamaður
fyri Sp/F G!-Festivalin,
men minnir á, at í
sáttmálanum við Grót
eru eisini skyldur,
sum fylgja við. 2000
tjaldingarpláss vera í
ár, og eisini gøtufólk
og leirvíkingar vilja
uppliva G! í tjaldi
Mynd. Jens Kr. Vang