mánadagur 17. juli 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 135 - 17. juli 2006 ]
ÍTRÓTTUR
SAMBAND
jákup mørk
jakup@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
– Fólk finna seg ikki í at verða viðfarin soleiðis.
Ónevnd kelda í Start um atburðin hjá uppsagda
venjaranum Tom Nordlie mótvegis spælarum og leiðarum í felagnum
Julian flytir til
Danmarkar
Í dag flytir Julian
Johnsson til
Danmarkar at búgva,
men hann skal halda
fram við at spæla
fyri B68 restina av
kappingarárinum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Julian Johnsson er slopp
in inn á læraraskúla í
Svendborg, og í dag
flytir hann saman við
familjuni til Danmarkar
at búgva.
– Eg má flyta til
Danmarkar av praktisk
um orsøkum, og eg
havi tosað vði B68 um
støðuna hjá mær. Vit hava
funnið eina loysn, sum
báðir partar kunnu liva
við, og okkara samstarv
heldur fram restina av
árinum, sigur Julian
Johnsson, sum í fjør
var spælandi venjari hjá
B68, men sum í ár bara
hevur spælt, til Jóannes
Jakobsen varð sagdur úr
starvi fyri góðari viku
síðani.
Hóast hann flytir til
Danmarkar at búgva,
gevst Julian tó ikki at
spæla fyri B68, og hann
verður við í teimum 10
dystunum, sum felagið
hevur eftir at spæla í hes
um kappingarárinum.
– Eg fari at venja niðri,
men eg skal ferðast heim
til dystirnar hjá B68
restina av hesum kapp
ingarárinum, sigur hann.
Finna sær felag
í Danmark
Julian fer í fyrstu syftu
at venja í Svendborg, har
fremsta felagið spælir í
Danmarksseriuni, men
hann ætlar sær at finna
eitt annað felag, tá ið
samstarvið við B68 end
ar.
– Eg kundi hugsa
mær at funnið mær eitt
felag, sum spældi í eini
hægri deild, tí eg havi
framvegis ambitiónir við
fótbóltinum. Í vetur ætli
eg mær av venja meira
miðvíst við knænum,
sum eg hevði skaða í,
og so er ætlanin at fara
at royna meg í onkrum
felag í Danmark í januar
mánaði, sigur hann.
Julian sleit í fjør kross
band í knænum, men
hann hevur nú spælt aftur
seinastu vikurnar, og tað
hevur gingið støðugt
framá hjá honum.
Turkiska stórfelagið
Fenerbahce vil hava
hundrað hotellkømur
í Føroyum, um
felagið skal hendan
vegin at spæla ímóti
B36. Trupulleikin
er bara, at føroysku
gistingarhúsini eru
á tremur við fólki í
hægstu summartíð,
og tað er sera trupult
at finna rúm til eitt so
stórt ferðalag
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Um
B36
mikukvøldið
klárar at halda fast um sína
leiðslu ímóti Birkirkara,
kemur føroyska liðið víð
ari í Champions League
kappingini, og í næsta
umfari skal B36 so spæla
ímóti turkiska felagnum
Fenerbahce.
Í Turkalandi eru tey
farin í holt við at fyrireika
ferðina til Føroya, tí tey
rokna við, at B36 verður
mótstøðuliðið eftir 3-0
sigurin á Birkirkara á Malta.
Og umboð fyri Fenerbahce
hava vent sær til bæði B36
og Fótbóltssambandið í
sambandi við ferðina til
Føroya.
Fenerbahce hevur biðið
um hundrað rúm til at hýsa
stóra ferðalagnum, sum
umfatar spælarar, venjarar,
leiðarar, fjølmiðlafólk og
onnur, men tað er sera
trupult at finna so nógvum
fólkum innivist í Føroyum í
hægstu summartíð.
NM og summargestir
Um B36 kemur víðari í
kappingini, verður seinni
dysturin ímóti Fenerbahce
spældur í Havn týsdagin
1. august. Hett a er sama
vika, sum nógvir útlendskir
fótbóltsgestir eru í Føroy
um.
Føroyar eru vertir fyri NM
fyri U17 landslið, og ein
ørgrynna av fólki kemur til
Føroya í tí sambandi. Seks
landslið eru í Føroyum ta
vikuna, umframt dómarar,
eygleiðarar og umboðsfólk
av ymsum slagi.
Fótbóltssambandið hev
ur langt síðani syrgt fyri
innivist til hesar stívliga
200 gestirnar, og FSF brúk
ar meginpartin av Hotel
Føroyum, sum er fasta
hotellið hjá FSF, og Kirjalon
til at hýsa gestunum.
Hini gistingarhúsini í
Føroyum hava eisini nógvar
gestir í hægstu summartíð,
og tí er tað næstan vónleyst
at grava nógv hotellkømur
fram fyrstu vikuna av
august.
Hugsa um dystin
mikukvøldið
Fenerbahce hevur vent sær
til B36, sum teir rokna við,
at teir skulu spæla ímóti,
fyri at fáa hjálp at finna
innivist í Føroyum.
– Vit fáa illa farið í holt
við ítøkiligar fyrireikingar
til dystin ímóti Fenerbahce,
fyrr enn vit hava spælt seinna
dystin ímóti Birkirkara. Vit
kenna okkum als ikki vísar
í at koma víðari, fyrr enn
seinni dysturin er spældur,
og tí mugu vit fyrst og
fremst hugsa um uppgávuna
mikukvøldið, sigur Kristj an
á Neystabø, sum tekur sær
av virkseminum kring besta
liðið hjá B36.
– Men vit vita um, at
Fenerbache fyrireikar sína
ferð til Føroya, og at tað er
sera trupult at fáa innivist
fyri einum so stórum
ferðalagi her. Í løtuni vita
vit ikki, hvussu trupulleikin
verður loystur, men um
Fenerbahce skal til Føroya,
so rokna vit við, at tað fer at
bera til at hýsa teimum her,
sigur Kristj an á Neystabø.
Áðrenn uppgávan ímóti
turkiska
stórfelagnum
verður veruleiki, skal B36
tryggja sær lutt økuna í
næsta umfari, og tað skulu
teir gera á Tórsvølli miku
kvøldið.
Fenerbahce er í dýrastu neyð
Tað er einki rúm fyri Anelka, Tuncay og hinum á liðnum hjá Fenerbahce, um teir skulu til Føroya at spæla ímóti B36 1. august.
Turkiska felagið arbeiðir nú av øllum alvi við at fyrireika ferðina til Føroya um tvær vikur
Mynd: Scanpix