mánadagur 17. juli 2006síða 20
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
[ Nr. 135 - 17. juli 2006 ]
Eingin orsøk er til
ikki at fegnast um
nýggju fótbólts
kappingina, sum
kortini er darvað av,
at tað gongur illa at
halda umførini hvørt
fyri seg
FORMULA DEILDIN
17. UMFAR
Jóannes Hansen
Landskappingin er farin
í summarfrí. 17 av 27
umførum eru fingin frá
hondini. Nú eru tíggju
umfør eftir at finna fram
til, hvør skal verða meistari
í 2006. Støðutalvan vísir, at
tað er lagt upp til langan og
ógvuliga spennandi enda
spurt.
EB/Streymur er oddalið
og favorittur at vinna FM
fyri fyrstu ferð nakrantíð.
Men tað er so mikið stutt
aftur til tey næstu á talvuni,
at tað væl ber til at ímynda
sær møguleikan, at GÍ,
sum er á sætta plássi, kann
standa við gullkrónunum,
tá ið lok fer at verða lagt á
kappingina í oktober.
Eingin orsøk er til annað
enn at fegnast um nýggju
kappingina, sum fyrstu ferð
varð roynd í fjør, og sum
aftur í ár hevur hilnast væl.
Tá ið tað varð tosað um
at leingja landskappingina
úr 18 og upp í 27 umfør,
varð møguleikin nevndur,
at kappingin fór at gerast
keðilig, tá ið eitt lið fór at
stinga av og meistaraheitið
harvið fór at verða plaserað
langt
áðrenn
seinastu
umførini, sum sambært
skránni skulu spælast, tá
ið tað er komið langt út á
heystið.
Í fjør var spenningur í
inntil síðsta bríksl í síðsta
umfarinum, og tað er góð
ur møguleiki fyri, at spenn
ingurin eisini í ár fer at
verða varðveittur út í myrku
tíðina. Stóri spurningurin
er, hvussu tað fer at hiln
ast
hjá
EB/Streymi
í
heyst, og hvussu støðan
í veruleikanum er, nú 17
umfør sambært skránni
eiga at verða avgreidd.
EB/Streymur, NSÍ, B36
og ÍF hava bara spælt
sekstan dystir, og tað tykist
greitt, at uppgerðirnar,
sum ikki eru avgreiddar,
ikki fara at verða fingnar
frá hondini fyrrenn eftir
Ólavsøku. Uppgerðin í 16.
umfari millum B36 og NSÍ
er útsett frá 9. juli og til 23.
august. Illveðurs avlýsta
oyggjauppgerðin á Mølini
í síðstu viku millum EB/
Strreym og ÍF er ikki á
ásett enn. Men tað skilst
á lagnum, at hon verður
ikki á skránni fyrrenn eftir
Ólavsøku.
Illveður og aðrar orsøkir,
sum eingin er harri yvir,
kunnu sjálvandi bera við
sær, at tað verður neyð
ugt at útseta. Annars er
tað óskikkur at útseta.
Meginreglan má vera, at
tá ið tað ikki ber til at
spæla ásetta leikdagin,
so skal strembast eftir at
framskunda dystirnar. Tað
er forargiligt, at tað ikki
ber til á støðutalvuni at
staðfesta, hvussu tað nú er
statt í toppinum, og hvussu
tað er statt í botninum.
Talvan sigur, at EB/
Streymur er fimm stig und
an teimum næstu. Tað kann
tó væl fara at vísa seg, at
munurin er uppaftur størri
enn so. Tað verður hann,
um EB/Streymur eina ferð
í august fer at vinna útsetta
heimadystin móti ÍF, og um
eingin vinnari verður, tá ið
B36 og NSÍ 23. august fara
at spæla í Gundadali.
Tað kann eisini fara at
vísa seg, at munurin verð
ur minni enn fimm stig.
Tað verður hann, um EB/
Streymur – móti tí sum
roknast kann við – fer at
fáa minni burtur úr heima
dystinum móti ÍF, enn ann
aðhvørt B36 ella NSÍ fer at
fáa burtur úr uppgerðini í
Gundadali.
Hetta kann bara gitast
um, nú kappingin er farin í
summarfrí, og tað argar.
At kappingin er long ber
við sær, at tað fer illa at
bera til at útseta fleiri ferðir
afturat. Í vikuskiftinum boð
aði FSF frá, hvussu teir
ætla, at endi skal fáast á
steypakappingini. Haraft
urat er fyrsta umfarið í
landskappingini eftir summ
arfrítíðina flutt frá viku
skiftinum og til týskvøld.
Tá ið tað verður komið eitt
sindur út á heysti, vera EM
undankappingardystir
á
skránni summar vikur. Fleiri
mikukvøld eru avløgd til
steypadystir. Harvið er ikki
pláss fyri øðrum dystum
mitt í viku, fyrenn tað er
komið væl út á heystið.
Tað er einki annað at gera
enn at vóna, at ætlanirnar,
sum nú eru lagdar, fara at
halda. Um tær ikki gera
tað, fer tað at kennast sum
um, at tað ikki er pláss
fyri landskappingini. Tað
hevði verið meiri enn
spell, tí royndin við longdu
kappingini í fjør og higartil
í ár sigur, at talan er um
plettskot, um enn støðan og
ætlanirnar í løtuni kennast
at vera ov óruddulig.
Einki er at ivast í, at úrslitini um vikuskiftið passaðu oddaliðnum í EB/Stryemi heilt væl. Megna teir so eisini at fáa fulla
úrtøku í útsetta dystinum móti ÍF, kunnu teir veruliga sementera oddasessin
Mynd: Álvur Haraldsen
Talan er um
órudduligt
plettskot
Kolumbia vil hýsa HM
Forsetin í Kolumbia, Alvaro Uribe, ætlar, at landið skal hýsa
heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 2014. Uribe boðaði frá
hesum, tá ið hann helt talu til eina stóra ítróttarkapping,
sum verður hildin í Kolumbia í hesum døgum. Kolumbia
skuldi hýsa HM í 1986, men ein umfatandi jarðskjálvti árið
fyri hevði við sær, at endaspælið varð flutt til Meksiko. HM
verður hildið upp á skift í ymsum heimspartum, og tað er
ein møguleiki fyri, at HM-endaspælið í 2014 skal haldast í
Norður- ella Suðuramerika.
Todi avsettur – Start tapti
Sunnudagin spældi Start aftur í norsku landskappingini, og
dysturin, sum var ímóti Odd Grenland, endaði við 2-0 tapi.
Todi Jónsson var settur á beinkin til dystin, og ístaðinfyri
hann byrjaði David Nielsen í álopinum. Todi kom inn
fyri David Nielsen, tá ið eitt korter restaði av dystinum,
men hvørgin teirra megnaði at skora. Bård Wiggen hevði
ábyrgdina av liðnum, nú Tom Nordlie var sagdur úr starvi
og bíðað verður eftir, at Stig Inge Bjørnebye kann taka við
starvinum. Start liggur framvegis næstniðast í tippuliguni,
tvey stig frammanfyri Tromsø.