mánadagur 17. juli 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 135 - 17. juli 2006 ]
Skaðarnir eru farnir
at fækkast, og hesa
ferð eydnaðist tað
skálamonnum at
fáa úrtøku burtur
úr yvirvágini, sum
teir høvdu móti
eitt sindur slitnu
meistarunum
Fótbóltur
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað hava verið góðar ábend
ingar um tað síðsta mán
aðin. Í Klaksvík kiksaði tað
heilt hjá teimum, men á
heimavølli móti B36 funnu
skálamenn seg sjálvar aft
ur. Tá verður hugsað um
stríðsvilja og partvís um
leikliga avrikið.
Skála vann 1-0. Einsa
malla málið fingu teir, tá
ið tað restaði eitt korter.
B36 verjuparturin var so
sum so, og tað neit dygt, tá
ið B36 fleiri ferðir misti í
uppspælinum ella rættari, tá
ið grammu heimamenninir í
nærdystum vunnu bóltin av
mótstøðumonnunum
og
síðani við ferð yvirspældu
mótstøðuverjuna.
Uppspælið til einsamalla
málið kom eftir sovorna
støðu. Innskifti Bogi Greg
ersen hevði á rangstøðu
markinum nógva ferð, tá
ið bólturin varð spældur
inn um. Grammi Skála
spælarin var beinanvegin 3-
5 metrar innanfyri verjuna,
hann spældi upp á tvørs
til Jónhard Frederiksberg,
sum varð feldur, tá ið
hann akkurát var komin í
brotsteigin og skuldi royna
móti málinum.
Liðformaðurin og mið
vallar stríðsmaðurin Pauli
G. Hansen tók uppgávuna
á seg at skjóta brotsspark,
og hóast Jákup Mikkelsen
hevði hondina á bóltinum,
so fór hann inn um strikuna.
Hetta vísti seg at vera nóg
mikið hjá Skála at fáa øll
stigini og harvið at lyfta
seg fitt úr botninum og
hóttanini um niðurflyting,
sum teir støðugt hava havt
yvir sær higartil í hesum
kappingarárinum.
Í gamla lagnum
At
Skála
hevur
havt
so ilt við at skava stig
saman hevur fyri stóran
part komist av, at teir so
at siga ongantíð hava havt
allar lyklaspælararnar frá í
fjør á liðnum í senn.
Nú sæst glotti hesum
viðvíkjandi, og tað sást
beinanvegin aftur á avrik
inum. Serliga stóran týdn
ing hevur tað, at Alexandur
Johansen eftir langt skaða
skeið nú er við at koma
fyri seg aftur. Fyri álops
spælið er hann framúr
týdningarmikil. Hann er
kaldur, dugir væl at sneiða
seg leysan og fótskiftið og
eygað fyri nær bólturin skal
sleppast víðari og hvønn
veg og við hvørjari ferð
tað skal gerast ber við
sær, at viðspælararnir fáa
meiri pláss og gerast væl
vandamiklari. Hetta er ikki
minst galdandi fyri Jónhard
Frederiksberg, sum aftur
hesa ferð var einsamallur
á toppinum, har hann
arbeiddi nógv.
Pauli G. Hansen, sum aftur
hesa ferð var bindiliðið, og
Bárður Danielsen arbeiddu
nógv á sentrala verjukenda
miðvøllinum, Levi Hanssen
og Debus Danielsen tykjast
hava alt størri sjálvsálit,
og í verjupartinum høvdu
Pætur Dam Jacobsen, Rúni
Rasmussen, Milic Curcic
og Jóhan Troest Davidsen,
sum gerst alt betri og betri,
ikki stórvegis trupulleikar at
halda mótstøðumonnunum
burtur frá málinum, har
Vlada Filipovic ikki meiri
enn tvær ella tríggjar ferðir
nýttist at vísa, at tað er
stórur dugur í honum.
Troyttir meistarar
B36 er mitt í søguliga
flottum
altjóða
avriki.
Eftir øllum at døma var
mótstøðan hjá teimum á
Malta lakari, enn hon var
hjá Skála hóskvøldið. Men
B36 tyktist vera meiri slitið
og at hava størri tørv á
summarfrí og hvíld, enn
teir á Skála høvdu tað.
Meistaraliðið hevði ilt
við at fáa spælið at hanga
saman, og tað kom næstan
ikki fyri, at B36 spældi seg
til málmøguleikar. Tyngd
in og hugflogið í álops
partinum vóru ikki nóg
stór, og verjuparturin var
ikki sannførandi.
Mikkjal
Thomassen
var leikbannaður, og tað
vísti seg at kosta heilt
nógv. Javnvágin var ikki
nóg góð, og tað spurdust
ofta vandamiklar støður
burturúr, tá ið B36 á veg í
álop misti bóltin, og Skála
kundi fara í skjót mótálop.
Í 2. hálvleiki varð Han
us Thorleifsson settur á
sentrala
miðvøllin,
og
síðstu løtuna var Santos
í álopinum. Hetta bar ein
stakar spentar støður í
Skála brotsteiginum við
sær. Men tað kostaði eisini
í hinum endanum, har
Skála hevði risa møguleika
at økja um leiðsluna, tá ið
Jónhard Frederiksberg og
Bogi Gregersen gjørdust
einsamallir
frammanfyri
Jákupi Mikkelsen. Jónhard
tøvdi eitt sindur, tá ið B36
málverjin kom út ímóti. So
varð skálamaðurin taklaður
av verjuspælara, og einki
spurdist burturúr. Men
tað var at liva við á Skála,
har teir vóru so fegnir um
sigurin, at teir stillaðu upp
til liðmynd, og tað næstan
sá út sum um, at teir høvdu
vunnið FM.
AaB spældi uttan orku
AaB og FC Midtjylland spældi ein málleysan venjingardyst
um vikuskiftið. Hetta var seinasti venjingardysturin undan
fyrsta dystinum í superliguni, sum nú byrjar aftur. Eingin
føroyskur spælari var á liðnum hjá AaB, tí báðir eru
skaddir. Venjarin hjá AaB ásannaði eftir dystin, at liðini
høvdu spælt uttan tað stóra hugflogið.
– Eg skal ikki fjala út yvir, at liðini spældu bæði uttan
orku og hugflog, men tað kemst helst av, at venjingin hjá
bæði okkum og teimum hevur verið hørð seinastu tíðina,
segði Erik Hamrén.
B36
Skála
Hetta var ein lætti
Liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, var einsa
mallur málskjútti móti B36. Brotssparksmálið bar
sigurin og harvið trý kærkomin stig við sær, og Pauli
var saman við liðfeløgunum ovurfegin, tá ið dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu ferð:
- Sigurin hevði ógvuliga stóran týdning fyri okkum.
Úrslitini hjá hinum botnliðunum lagaðu seg soleiðis, at
vit nú eru longri frá hóttanini av niðurflyting, enn vit
leingi hava verið, og tað er ein lætti, nú vit hava stutta
summarfrí frá landskappingini og næstu dagarnar fara
at hugsa um ferðina til Kristiansand.
Pauli heldur, at tað leingi hevur verið greitt, at liðið
hevur verið betri, enn úrslitini og harvið stigatalvan
hevur bent á.
- Vit hava ikki megnað at fingið neyðugu úrtøkuna,
og tað hevur kostað, at vit hava verið illa skaðaplágaðir.
Nú sær betri út, og vit hava gott mót. Men enn eru vit
ikki púra leysir úr botninum, og tað skal arbeiðast fyri
søkini.
-jh
Keflavík vann stórt
Símun Samuelsen spældi við allan dystin, tá
ið Keflavík undan vikuskiftið vann heili 6-2 í
týðandi dysti ímóti ÍBV av Vestmannaoyggjunum.
Keflavík og ÍBV lógu bæði við 12 stigum undan
dystinum, og tað er nógv nærri botninum, enn
feløgini brýggja seg um. Tí høvdu tey trý stigini
stóran týdning fyri bæði liðini, og tað var Keflavík,
sum vann dystin. Símun Samuelsen spældi sum
vant á vinstra miðvølli, men hann var ikki millum
málskjúttarnar hesaferð.
Skála-B36 1-0 (0-0):
Skála hevur funnið seg sjálvt
B36 hugsar
ikki um
steypið
Jákup Mikkelsen, lands
liðsmálverjin hjá B36,
staðfesti eftir dystarlok,
at teir høvdu tapt móti
einum liði, sum hevði
staðið seg betri, enn árs
talsfelagið hevði megn
að.
– Tað gleið ikki soleið
is, sum tað skuldi, hjá
okkum í dag. Vit høvdu
ilt við at spæla okkum
til møguleikar, og sum
heilt hekk tað ikki nóg
væl saman.
Hetta var smeitur í
stríðnum at endurvinna
meistaraheitið?
– Avgjørt, men vit eru
á ongan hátt burtur úr tí
stríðnum. Vit fara heilt
víst at koma fyri okkum
aftur. Kappingin er long,
og vit eru framvegis væl
við.
Hvussu verður við
Europa Cup og steypa
kappingini?
– Nú stendur heima
dysturin móti maltesiska
liðnum á skránni. So
verður tað aftur lands
kappingin. Vit høvdu
roknað við, at tað fór at
verða tætt millum dyst
irnar í juli mánað. Nú
er støðan øðrvísi. Vit
hugsa als ikki um steypa
kappingina. Í staðin fyri
í juli so sær tað út til, at
tað verður nógv á skránni
í august og í september.
Tað mugu vit bara taka,
sum tað kemur, sigur
Jákup Mikkelsen.
-jh
Skála var við yvirlutan at
kallaallan dystin, og tí var talan
um ein væl uppibornan sigur á
føroyameistarunum úr B36
savnsmynd