Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 22

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 135 - 17. juli 2006 ] Claus Bech heldur fram í Coventry Í summar boðaði leiðslan í Coventry frá, at fleiri spælarar hjá felagnum vóru settir á sølulistan, og ein av teimum var føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen, sum annars hevur sáttmála við felagið fram til næsta summar. Claus er tó framvegis i Coventry, og hann hevur eisini fingið spælitíð í venjingardystunum higartil. Nú er Coventry í USA, har teir eru á venjingarlegu. Teir fara heimaftur til Onglands hósdagin. Um vikuskiftið tóku spælararnir sær av løttum, og tá vitjaðu teir á Sundance Restort hjá Robert Redford í Utah-fjøllunum. Claus Bech heldur fram í Coventry Týska felagið Hamburger SV fer nú at gera ein kirkjugarð við síðuna av leikvøllinum hjá sær, og har kunnu HSV-viðhaldsfólk verða jarðað. – Vit fara at geva okkara trúgvu viðhaldsfólkum møguleikan at verða jarðað á einum HSV-kirkjugarði. Tað verður ikki til nakran bazar ella óhóskandi kirkjugarð, men ein gott hvílistað hjá okkara viðhaldsfólkum, sigur stjóri Christian Reichert sambært Ananova. Á kirkjugarðinum verður eisini ein minnissteinur settur, har nakrir av størstu spælarunum í søgu felagsins verða mintir. Gaman í hevur HB vunnið onkran hálvan sigur á skrivaraborðinum seinastu tíðina. Men á vøllinum hava avrikini ikki staðið mát. Undan dystinum sunnu­ dagin høvdu áskoðararnir hjá HB bíðað í 35 dagar eftir einum sigri. Ella við øðrum orðum, so høvdu tey bíða í fýra landskappingar- og tveir Intertoto-dystir eftir sama sigri. Uttan sjálvsálit Og hetta sást so ruddiliga aftur í avrikinum á vølli­ num sunnudagin. Hóast veðrið sunnudagin kanska ikki var til tað flótandi fótbóltsspælið, so makaði hann vindin undan dysti­ num, og tí var væl spælandi, tá liðini fóru á vøllin. HB var undan dystinum greiður favorittur, og fyrstu løtuna høvdu teir eisini bóltin nógv meira. Men tað var eyðsæð, at liðið als ikki hevði sama »drive«, sum teir annars hava havt í ár. Talan varð fyri tað nógva um alibi-avleveringar, har menn fyri alt í verðini ikki vildu gera mistøk, heldur enn at hugsa um at koma fram til møguleikar. Og í trýstum støðum vóru spæl­ ararnir alt annað enn róligir í handfaringini av rundu leðurkúluni. Í so máta vóru gestirnir í nógv betri javnvág. Teir kendu sín leiklut sum und­ erdogs, og við halda eina stramma verjuskipan og við at dúva upp á kontraálop høvdu teir eitt fínt konsept, sum teir støðugt hildu fast um. Tað var tó um reppið, at Panic skapti panikk í tofta­ verjuni, tá hann eftir hálvum tíma rann seg leysan, men í evstu løtu tacklaði Kári Hansen serban, og hóast HB’ararnir vildu hava frí­ spark og kanska reytt kort, so tagdi dómarafloytan. Skaptu sær mótbrekku Í tveimum atløgum innan vanligu 90 minuttirnar eydnaðist tó HB at gera sær dælt av yvirvágini, sum teir høvdu. Men í báðum førum varð fyrimunurin av hesum mest sum alt fyri eitt slept­ ur, tá gestirnir sektaðu vant­ andi konsentratión hjá heimaliðnum. Fyrsta málið í dystinum kom, eftir at Jovan dróg seg leysan í vinstru. Skotið var sum alt annað enn beint, men á baklinjuni fekk Jákup á Borg fatur á bóltinum, sum við eini fyrstuferðs- sending varð lagdur fyri føturnar á púra blanka Páll M. Joensen. Men beint fyri steðgin gekk galið, tá uppdekkingin við innkast var alt annað enn góð. Alt endaði við, at Ralph Van Dooren smekkaði til, og verjuroyndin at blokera skotið gav bara tað úrslit, at Tróndur Vatnhamar varð fullkomuliga snýttur. Trýst uttan úrslit Útjavningin undan steðgi­ num var sum vátur vøttur hjá HB, fyri tað nógva var sjálvsálitið eins lítið eftir HB-B68 3-2 (1-1): HB tók seinastu lívlínuna B68 HB Klokkan gekk á 94. minutti, tá Mortan úr Hørg fekk skavað bóltin inn um mál­ strikuna til 3-2. Eitt úrslit, sum helt HB fast í feltinum av liðum, sum jagstrar oddasessin. Og sum eisini gav fyrsta HB-sigurin í góðan mánað Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hann var kendur sum ein venjari við krúti í. Hann kundi siga røttu tingini til røttu tíðina, og hann spardi ikki upp á róp og skeld í viðferðini av sínum spæl­ arum. Men trupulleikin var bara, at Tom Nordlie gjørdist ov nógv av tí góða, og tí varð hann eftir dystin hjá Start ímóti Skála á Svangaskarði sagdur úr starvi­ num í Start. Blaðið Fedrelands­ven­nen hevur í eini grein lýst trupulleikan við Tom Nordlie, og har er niðurstøðan púra greið. Tom Nordlie dugdi ikki at bera seg sømiliga at, og nú høvdu tey í Start fingið nóg mikið av honum. – Ein lækni er givin, ein fysioterapeut­ ur er givin, ein liðleiðari er sjúkrameld­ aður, og spælararnir, sum blivu skeldaði heiður og æru frá, orkaðu heldur ikki meira. Leiðslustílurin hjá Tom Nordlie var ein týðandi orsøk til, at hann varð sagdur úr venjarastarvinum í Start, skrivar Fedrelandsvennen millum annað. Fingu ringa viðferð Undir dystinum ímóti Skála á Svanga­ skarði hóskvøldið í farnu viku, reisti Nordlie seg av og á frá beinkinum og skeldaði sínar spælarar út. – Bård... Bård Borgersen, geylaði hann á liðformannin hjá Start seint í seinna hálvleiki. Borgersen hevði ongan hug at svara Nordlie, og hann læt sum luft eina løtu, til hann varð noyddur at geva venjarnum gætur. Og so kom eitt skeld um eitthvørt, sum Start-spælararnir gjørdu á vøllinum. Lagið á vøllinum tóktist bara gerast verri og verri, sum dysturin leið, og seinastu løtuna var tað næstan sum, at spælararnir góvust at spæla. Fedrelandsvennan hevur tosað við fólk í og kring Start, og tey eru á einum máli um, at atburðurin hjá Tom Nordlie var ótolandi í longdini. – Tað gongur í eina tíð, men so gongur tað heldur ikki longur. Nóg mikið er nóg mikið. Fólk finna seg ikki í at verða við­ farin soleiðis, sigur ein ónevnd kelda við blaðið. Nú úrslitini hjá Start vóru farin at bila, gjørdist tað lættari hjá leiðsluni í felag­ num at loysa trupulleikan, sum mátti loysast, og tað kostaði Nordlie starvið. Nýggi venjarin Nýggjur venjari hjá Start er tann 37 ára gamli Stig Inge Bjørnebye. Hann hevur áður verið yrkisspælari í langa tíð. Eitt nú spældi hann í Liverpool FC 1992- 2000. Frá 1989 og fram til 2000 var hann 75 ferðir á norska landsliðnum. Síðani í januar 2004 hevur Bjørnebye verið hjálparvenjari hjá norska lands­ liðnum. Stig Inge Bjørnebye er í løtuni saman við familjuni í summarfrí í USA. Tað verður roknað við, at hann fer at sita á beinkinum, tá ið Start annan sunnudag fer at spæla á heimavølli í Kristiansand móti Rosenborg. Start og Stig Inge Bjørnebye hava gjørt samstarvsavtalu, sum fevnir um trý og eitt hálvt ár. uppsøgn Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tom Nordlie, sum fram til viku­ skiftið var venjari hjá Toda Jóns­ son í Start, var blivin so strævin at hava við at gera, at leiðslan mátti siga hann úr starvi. Nordlie dugdi heilt einfalt ikki at bera seg sømiliga at ímóti spælarum og hjálparfólki í felagnum, og nú høvdu tey fingið nóg mikið Eingin orkaði Nordlie meira Dysturin á Svangaskarði ímóti Start gjørdist tann seinasti hjá Tom Nordlie sum venjari hjá Start. Dagin eftir dystin fekk hann sekkin. Mynd: Álvur Haraldsen