Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 135 - 17. juli 2006 ] Frem manglaði fólk Tað var rættiligt mannfall í danska felagnum Frem undan venjingardystinum ímóti Næstved um vikuskiftið. Heili sjey spælarar manglaðu, tí teir vóru sjúkur ella skaddir. Tveir føroyskir spælarar vóru tó klárir til dystin, og teir sluppu báðir at spæla frá byrjan. Jónas Tór Næs spældi høgri bakkur, og Atli Gregersen spældi í miðverjuni. Jónas varð skiftur út eftir ein tíma og kom innaftur seinasta kortið, meðan Atli spældi í 70 minuttir. Frem tapti dystin 3-1. Thomas Bjørn mátti lúta Danski golfspælarin Thomas Bjørn hevur staðið seg væl í europeiskum kappingum í ár, og hann lá væl fyri í Scottish Open, sum hevur verið spæld seinastu dagarnar. Undan seinasta leikdegnum lá Thomas Bjørn á odda, men hann hevði ein vánaligan seinasta dag, og datt av oddaplássinum. Í staðin var tað sviin Johan Edfors, sum fór fram í oddin og vann kappingina. Thomas Bjørn endaði á triðja plássi saman við fleiri øðrum spælarum. steðgin, sum tað var fyrstu trý korterini. Hjá áskoð- arunum mundu vónirnar kvinka rættiliga nógv upp- eftir, tá Rógvi Jacobsen tíðliga í seinna hálvleiki varð sendir á vøllin, men heldur ikki hann fekk tó broytt tað heilt stóra. Við Rógva á liðnum byrjaði HB eisini at skapa sær eina massiva yvirvág í spælinum. Teir fingu ein ordans skelk, tá Øssur Hansen sera hegnisliga sendi Johan Petur Poulsen púra blankan móti málinum, mne hann megnaði ikki at halda høvdið nóg kalt, tá hann skuldi runda Trónd Vatnhamar í málinum. Yvirvágin hjá vertunum tóktist tó ikki geva nakað, og hon var eisini fjarðað burtur, tá HB við einum skjótum frísparki snýtti sovandi B68-verjuna til 2- 1. Men enn einaferð komu armarnir ov seint niður hjá vertunum. Útjavnandi mál- ið hjá toftamonnum var tó ein sonn perla úr enda í annan, men tað skerst ikki burtur, at HB-miðvøllurin fullkomuliga seldi seg, tá teir royndu at leggja trýstið høgt. Tað legði Johan Petur tó lítið í, tá hann sera hegnisliga fluktaði í kassan uttan møguleika hjá málverjanum at verja fyri. Seint í gloymibókina Og so máttu tey í HB bíta negl fram til seinasta bríksl- ið. Áskoðararnir høvdu helst meira ella minni góðtikið, at sigurin mátti bíða enn eitt umfar, men í evstu løtu kom forloysingin. Eitt seinasta desperat trýst endaði við eini røð av frí- og hornaspørkum. Tað seinasta av hesum sendi Rasmus Nolsøe tætt at máli- num, og har fekk innskifti Mortan úr Hørg við pannuni stýrt bóltin í kassan. Fagnaðurin á HB-spælar- unum var av slíkum slag, at linkaða trýstið nú mundi standa greitt fyri øllum. Eitt trýst, sum hevur havt for- krampað avrik við sær seinastu tíðina. Og hóast talan so langt í frá var um sannførandi avrik, so skerst ikki burtur, at sama trýstið nú er linkað nakað. Toftamenn vóru hinvegin knústir. Vreiðin varð vend móti dómaranum, sum teir hildu evði mistikið seg, tá hann dømdi fríspark, sum førdi til avgerandi horna- sparkið. Hvussu var og ikki, so mundi hetta mest av øllum botna í frustra- tiónum um, at málið ikki varð rokkið. Men at dysturin ístaðin varð taptur í 94. minutti. Men júst slíkar hendingar tykjast onkurs- vegna eisini at fylgja teim- um liðum, sum longu hava tað strævið. Tað eydnaðist HB at fáa ein sigur til høldar í regninum sunnudagin. Men tað var ikki meira enn akkurát, og ivaleyst mundu toftamenn halda seg eiga í minsta lagi eitt stig uppiborið fyri ómakin Mynd: Álvur Haraldsen Tað tóktist løgið, at ein somikið týðandi spælari, sum Rógvi Jacobsen er, varð settur á beinkin frá dystarbyrjan, tá hann sunnudagin gjørdi come- back á HB-liðnum eftir íslendsku útlegd sína. Sjálvsagt kann tað vera ein ávísur logikkur í at lata vera við at tveita ein nýggjan spælara inn á vøllin alt fyri eitt. Ser stak- liga, soleiðis at sleppast kann undan at traðka á aðrar spælarar, sum hava gjørt tað gott. Men fyrst og fremst, so eru aðriri spælarar, sum als ikki hava gjørt tað serliga gott fyri HB sein- asta mánaðin. Og tað var eisini sjónligt, nú Mortan úr Hørg byrjaði á beinki- num. Og har til finst neyv- an ein tann einasta HB’ari, sum vildi tikið sær tykni av, um Rógvi byrjaði mill- um teir fyrstu ellivu. Og so er Rógvi ikki nakar ókunnugur maður í HB. Hann var ein sera týðandi partur av liðnum, sum viss aði sær trý gullmerki á rað. Hann er fullari venjing, og hann hevur royndirnar, sum kundu verið við til at lyft heldur óroynda HB-liðið upp- aftur. Og at Rógvi eftir bara 35 minuttir á vølli- num varð valdur sum dags ins spælari, sigur helst eisini nakað um, at áskoðararnir vóru fegnir at fáa hann aftur. HB-venjarin valdi tó at halda fast um prinsippini sunnudagin, men tað líktist fyri tað nógva eini skeiv ari avgerð. Men hvussu var og ikki, so slapp hetta at blíva ein hypotetiskur spurningur, tá Mortan úr Hørg í yvir- tíðinin stútaði HB aftur á sigurskós. -mørk Mátti byrja á beinkinum á Veteranurin á vinstra bakki hjá B68, Øssur Hansen, var alt annað enn nøgdur um mátan, sum HB fekk sigursmálið uppá. Ikki so nógv, at talan var um mál í evstu løtu, men meira tí hann metti, at dómarin gav HB ov stóran fyrimun seinastu løtuna. – Hann skuldi ongan tíð havt dømt hatta frí- sparkið, sum ger, at teir fasthalda pressið. Tað gev- ur teimum so eitt horna, og so skora teir at enda. Eg eri í øllum førum sann- førdur um, at talan var um klokkureina tackling frá Arnbjørn, segði Øssur. Og hann duldi ikki fyri, at teir vóru harmir um, at eina stigið var gloppið teimum av hendi. – Vit spæla fyri tað mesta beint eftir bókini. Sjálvandi hava teir nógv spæl, men vóru vit nóg avgjørdir, so kundi vit enntá havt vunnið dystin. Ístaðin missa vit alt á stokkinum, og tað er sjálvandi sera harmiligt, staðfesti Øssur. -mørk Tungt at missa Hóast hann ikki hevur verið partur av HB- liðnum, sum hevur staðið seg minni væl seinastu tíðina, so duldi Rógvi Jacobsen ikki fyri, at sigursmálið móti B68 var ein ovurstórur lætti hjá liðnum. – Eg haldi, at liðið var merkt av, at vit ikki hava vunnið í seks dystir. Tí var trýstið á spælarunum stórt, uttan at eg tó kendi nakað eyka trýst á mær. - Tí var málið eisini ein ófatuliga stórur lætti. Sigurin ber við sær, at vit enn eru partur av teimum, sum jagstra oddasessin, og í so máta høvdu tey trý stigini alt at siga, helt Rógvi Jacobsen. -mørk Ein stórur lætti