mánadagur 17. juli 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
[ Nr. 135 - 17. juli 2006 ]
Norskur álopsspælari
til Japan
Ein av bestu álopsspælarum í Noregi seinastu árini fer nú til
Japan at royna seg. Talan er um fyrrverandi toppskjúttan í
tippuliguni, Frode Johnsen, sum hevur spælt fyri Rosenborg
seinastu árini. Í fjør var hesin spælarin nógv umtalaður, tí hann
var sæddur á eini matstovu við ítróttarstjóranum í FCK, men
tað spurdist ongantíð nakað burtur úr tí sambandinum. Frode
Johnsen skal spæla fyri Nagoya Grampus Eight. Hann hevur
annars spælt í seks ár fyri Rosenborg.
Nú tað er komið til
summarsteðgin,
er niðurflytingar
spurningurin mest
sum avgreiddur,
meðan fýra lið
kappast um tey bæði
plássini, sum bera
uppflyting við sær
1. DEILD
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Eftir seytjan umfør er kapp
ingin í næstbestu deildini
farin í summarfrí. Hetta
er fyrsta árið, at næstbesta
deildin spennir yvir 27
umfør. Tá ið besta deildin í
fjør varð longd úr 18 og upp
í 27 umfør, varð næstbesta
deildin framvegis bara 18
umfør.
Støðutalvan vísir, at ein
dystur framvegis ikki er
spældur. Tað er tann millum
VB/Sumba og Royn, sum
skuldi havt verið spældur
á Jóansøku. Tvær ferðir
hava dystir verið avlýstir, tí
útiliðið ikki hevur megnað
at manna lið. VB/Sumba
møtti ikki á Argjum í 11.
umfari, og Royn møtti ikki
á Sandi í 16. umfari.
At heimaliðini vunnu hes
ar dystir við málmuninum
0-0 kann fara at vísa seg
at hava týdning, tá ið
síðstu uppteljingarnar fara
at verða gjørdar. Tí nú er
tað aftur málmunurin, sum
fyrst er avgerandi, um tað
stendur á jøvnum í stigum.
Hóast tað resta tíggju
umfør, og tað harvið eru
tredivu stig eftir at spæla
um, so tykist tað longu
avgjørt, at VB/Sumba og
Royn fara at flyta niður.
Spurningurin um upp
flytingina er púra opin, og
tað tykist hann fara at verða
leingi afturat. Fýra lið eru
við í hesi kappingini: B71
og LÍF sum liggja lið um
lið í toppinum, AB sum við
sigri í Sandavági ivaleyst
gjørdi heilt av við vónirnar
hjá FSV04 at vera við í
kappingini um uppflyting,
og so TB sum tað hevur
gingið væl hjá seinastu
ferðirnar, eftir at tað fyrstu
umførini ikki var gott hjá
teimum.
FSV04-AB
Tað var tætt og spennandi
í stevnudystinum. Leingi
varð bíðað eftir málunum.
Eina løtu í 2. hálvleiki trýsti
heimaliðið, og Gunnar á
Steig, sum aftur hesa ferð
vardi AB málið, hevði
meistarliga bjarging.
Síðstu løtuna fekk AB
tvey mál. Tað restaðu tíggju
minuttir, tá ið Tummas
Hans Rubeksen skoraði
eftir góða framlegging frá
Jákupi Martin Joensen.
Bara
tríggjar
minuttir
seinni var Tummas Hans
aftur upp á spæl. Hesa
ferð var tað úr vinstru og
úr 35 metra fjarstøðu, at
hann snildisliga lyfti upp
um málverjan, sum var ov
uttarlaga staddur.
Tummas Hans hevur verið
buturi frá AB liðnum í tveir
mánaðir orsaka av skaða.
At tað hevur verið saknur í
honum syrgdi hann sjálvur
fyri at vísa beinanvegin, nú
hann var við aftur.
Magnus Jakobsen, sum
áður hevur spælt í AB,
men sum higartil í ár hevur
verið í B68, var aftur í AB
miðverjuni.
SÍ-HB
Sørvingar vildu hava høvi
at fara á Vestanstevnu í
Sandavági, so hesin dyst
urin var á skránni longu
fríggjakvøldið.
Málmøguleikarnir vóru
nógvir í báðum endum,
og HB vann 3-2, hóast
heimaliðið átti flestu møgu
leikarnar.
Serliga fyrsta hálva tím
an av umfarinum var tað
undirhaldandi, tí tá vórðu
fýra mál skorað. Í 3.
minutti legði Marcello SÍ
framum, tá ið hann varð
leysur í brotsteiginum.
Høgni Joensen skoraði tvey
mál fyri HB í 15. og 19.
minutti, tá ið hann fekk
bóltin inn um verjuna.
Ingi Ole-Jacobsen javn
aði til 2-2 í 28. minutti.
Hann fekk bóltin á miðjuni
og sneiddi framvið fleiri,
áðrenn hann skoraði.
Í 2. hálvleiki kom bara
eitt mál. Tað fekk HB í
78. minutti. Málskjútti
var Krzystof Popczynski,
sum við handara stólpan
setti bóltin í málið, eftir
at hornasparksinnlegg var
snittað við fremra stólpan.
Royn-TB
TB fer í summarfrí, eftir at
teir hava fingið fulla úrtøku
burtur úr fýra teimum síðstu
umførunum.
Hea ferð vitjaði TB
grannarnar í Hvalba, har
talan var um uppgerð á
góða grasvøllinum.
TB legði trýst á bein
anvegin. Óli Johannesen
var í álopinum, og teir
høvdu nógvar royndir, men
teir fingu einki mál í 1.
hálvleiki.
Jens Hákun Leo, sum
stutt undan dystarbyrjan
fekk at vita, at hann skuldi
verja Royn málið, var sann
ur brandur og megnaði
at halda tætt fyrstu 45
minuttirnar.
Royn legði seg framum
fýra minuttir undan steðgin
um. Bjarni á Hólalagi
skoraði, eftir at uppspælið
hevði verið í vinstru, og tað
varð lagt innfyri.
Átta minuttir eftir steðgin
javnaði Olivur Abrahamsen
fyri TB.
Hjá Royn kom tað illa
við, at teir tíðliga í 2.
hálvleiki noyddust at gera
tvær útskiftingar.
Óli Johannesen legði eftir
ein tíma TB framum 2-1
við beinleiðis frísparki, og
lítla løtu undan dystarenda
staðfesti Kaj Roest TB
sigurin við brotssparki,
sum Jens Petur Brattalíð
bríkslaði fyri, tá ið Kaj varð
feldur í brotsteiginum.
VB/Sumba-B71
Beinanvegin var eingin ivi
um, at sandoyingar fóru at
vinna. Spurningurin var,
hvussu stórur sigurin fór
at verða. B71 vann 6-0,
eftir at teir í steðginum
høvdu verið frammanfyri
við tveimum málum.
Heimaliðið hevði verjuna
rættuliga frammarlaga, og
tað bar pláss til sandoyingar
at stinga bóltin inn um
verjuna. Wellington átti
næstsíðsta fótin á, tá ið
Clayton setti hol á. Tíggju
minuttir vóru farnir, tá
ið hann lyfti bóltin upp
um Heina Jacobsen í
heimamálinum.
Tíggju minuttir undan
steðginum økti miðvallarin
Rasmus Nielsen. Málið
var púr opið hjá honum,
eftir at Jónsvein Thomsen
hevði sneitt framvið mál
verjanum.
Í fyrsta minuttinum eftir
steðgin varð Magnus Olsen
feldur í brotsteiginum,
og Eli Hentze umsetti úr
ellivu metrum. So var talan
um
avgreiðsluspurning.
Clayton Soares styrkti við
tveimum málum um sína
støðu á máltindinum, og
Magnus Olsen slapp eisini
upp í part móti VB/Sumba,
sum eftir útvísing varð
undirmannað seinna partin
av 2. hálvleiki.
LÍF-KÍ
LÍF syrgdi fríggjakvøldið
við trivaligum 5-1 heima
sigri á KÍ fyri, at teir fóru
í summarfrí á uppflytara
plássi.
Í góðveðrinum var LÍF
oman á mesta partin av
tíðini. LÍF fekk fyrsta málið
miðskeiðis í 1. hálvleiki.
Stóri spælarin í Leirvík í
kvøld, Bárður á Lakjuni,
tamdi eftir útspark, fór
framvið fleiri í vinstru,
og stakk millum beinini
á mótstøðumanni, áðrenn
hann trillaði bóltin upp
á tvørs til Andreas Lava
Olsen, sum skoraði.
KÍ var hampuliga væl
mannað og stríddist væl, og
LÍF vísti gott samanspæl.
Fyrsta
korterið
av
2.
hálvleiki skoraði LÍF tvey
mál. Í fyrra førinum setti
Bárður á Lakjuni bóltin í
málið eftir horna úr vinstru,
og so sneiddi Andreas Lava
Olsen framvið fleiri úr
høgru, áðrenn hann mitt
fyri málinum setti bóltin í
málið.
Álvur F. Christiansen
minkaði um munin til 3-1
eftir uppspæl í høgru. KÍ
trýsti eitt sindur, og teir
høvdu onkran møguleika at
fáa spenning í aftur, men so
brast ballónin hjá teimum,
og LÍF skoraði tvær ferðir.
Bárður á Lakjuni lobbaði
snilt upp um málverjan,
sum tveitti seg, bólturin tók
í stólpan, og so var 4-1, og
Magnus Skoralíð staðfesti
rimmar sigurin, tá ið hann
úr 16 metrum og umvegis
tvørtræið skoraði til 5-1.
Fýra kappast um tvey pláss
Holst tapti fyrsta dystin
Leygardagin spældi Lyngby fyrsta venjingardystin
undan nýggja kappingarárinum, sum byrjar í næstum.
Dysturin varð ímóti AB, og AB vann dystin 2-1. Tað
var annars Lyngby, sum koma á odda, tá ið Jesper
Kristensen skoraði fyri Lyngby, men AB skoraði
tvær ferðir í seinna hálvleiki, og so vunnu teir
dystin. Christian Lamhauge Holst spældi í álopinum
hjá Lyngby frá byrjan, men í hálvleikinum var
meginparturin av liðnum skiftur út, og Holst spældi tí
bara fyrra hálvleik.
B71, LÍF, AB og TB kappast um tey
bæði uppflytingarplássini í 1. deild
hjá monnum