mánadagur 17. juli 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 135 - 17. juli 2006 ]
Florescu fekk
góða byrjan
Iulian Florescu spældi
sunnudagin við NSÍ fyri
fyrstu ferð. Florescu
byrjaði kappingarárið í
KÍ, men har steðgaði
samstarvið fyri nøk-
rum
vikum
síðani.
Nú er rumenin farin
at spæla við NSÍ, har
hann væntandi kemur
at røkja plássið sum
vinstri bakkur, eftir at
Jónstein Petersen er
farin av landinum.
Iulian hevur vant við
NSÍ nakrar ferðir, og
beint undan vikuskiftið
var spæliloyvið hjá
honum flutt til NSÍ.
- Iulian fekk eina góða
byrjan, og hann spældi
væl ímóti VB/Sumba.
Hann legði eisini upp
til bæði málini hjá
okkum, sigur Trygvi
Mortensen, venjari hjá
NSÍ.
- Iulian er ein tek-
niskt góður spælari, og
hann styrkir okkum í
deyðbóltsstøðum. Um
vit duga at fáa tað besta
fram í honum, so verður
hann ein vinningur fyri
liðið, sigur hann.
Acu noyddist at
gevast
VB/Sumba hevur styrkt
seg við tveimum ser-
biskum spælarum, men
tá ið dysturin í Runavík
endaði, spældi hvørgin
teirra við.
Verjuspælarin Dimi-
trij Jankovic var als
ikki við í dystinum, tí
hann fekk reyða kortið
frá dómaranum beint
eftir leiklok í dystinum
fyri einari viku síðani.
Miðvallarspælarin
Acu Pandurevic spældi
í Runavík, hóast hann
var ivasamur orsaka av
skaða. Tá ið hann hevði
spælt í ein góðan hálvan
tíma, noyddist hann at
fara út við skaða.
Í VB/Sumba lata tey
væl at teimum báðum
serbisku spælarunum,
sum hava styrkt mun-
andi um liðið, og har
vóna tey, at báðir verða
klárir at spæla, tá ið
kappingin byrjar aftur
fyrst í august.
Celtic-venjari misnøgdur við USA
Venjarin hjá skotska felagnum Celtic er misnøgdur við ferðina hjá
felagnum í USA. Orsøkin er, at ein venjingarlega í USA er ov hørð
fyri spælararnar.
- Hetta er fyrstu ferð, at eg havi verið við einum liði í USA sum
fyrireiking til eina kapping, og eg vil helst sleppa undan at fara aftur.
Tað er ein útmerkað ferð hjá teimum, sum ikki skulu spæla fótbólt,
men fyri spælararnar er tað ov strævið, sigur Gordan Strachan.
Fótbóltsferðir til USA geva góðar pengar, men sambært venjaranum
er ein slík og krevjandi kropsliga.
Andrew og teir vunnu
Um vikuskiftið spældi Fremad Amager venjingardyst
ímóti AB70, og tað eydnaðist Fremad Amager at vinna
dystin við einum máli, sum Mikkel Blavnsfeldt skoraði
tveir minuttir fyri tíð. Andrew av Fløtum hevur sáttmála
við Fremad Amager, og hann byrjaði dystin í álopinum.
Í hálvleikinum gjørdi Fremad Amager fleiri útskiftingar,
og ein av teimum var, at Andrew av Fløtum varð tikin út
og annar spælari settur í álopið fyri hann.
(Mynd: Andrew av Fløtum)
VB/Sumba tók
NSÍ á bóli, men
runavíkingar fótaðu
sær og vunnu dystin,
hóast teir misnýttu
nógvar stórar kjansir
i dystinum
NSÍ-VB/Sumba
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
VB/Sumba var um reppið at
snýta NSÍ fyri ein sigur við
Løkin í gjár. Víst hevði NSÍ
meira spæl og teir størru
kjansirnar, men VB/Sumba
legði seg á odda og stríddist
óføra væl allan dystin. NSÍ
kláraði tó at spæla seg til
nógvar kjansir og gera tey
bæði málini, sum vóru nóg
mikið til at vinna dystin.
Undan dystinum í Runa-
vík hevði VB/Sumba fingið
stig í trimum dystum á rað,
so úrtøkan hjá teimum var á
góðari leið.
NSÍ stríðist fyri at koma
fram í oddin, og kravið hjá
teimum til dystin sunnu-
dagin var púra einfalt. Teir
skuldu vinna dystin.
Málini
Tað var ikki farið meira enn
eitt gott korter av dystinum
í Runavík, so hevði VB/
Sumba nakað óvæntað lagt
seg á odda. VB/Sumba
fekk hornaspark, sum varð
sent inn fyri málið. Eitt
høvd var á bóltinum, og
tá NSÍ-verjan ikki ruddaði
burtur, endaði tað við, at
verjuspælarin Jákup Olsen
stútaði bóltin í málið.
Tá hevði NSÍ sitið á
dystinum, og eftir hetta
trýsti NSÍ enn meira fyri
at skora. Fleiri ferðir høvdu
spælararnir góð tilboð, men
tað gekk ein góð løta, áð-
renn teir fingu skora.
Útjavnadi málið kom eftir
frísparksinnlegg frá Iulian
Florescu. Hann sendi bóltin
til aftaru stong, og har var
Óli Hansen, sum longu
hevði havt fleiri royndir
móti málinum, staddur, og
hann stútaði bóltin í málið.
Stutt fyri hálvleikssteð-
gin legði NSÍ seg á odda,
og aftur hesaferð var tað
Florescu, sum átti næst-
seinasta fótin á bóltin. Hann
legði inn fyri, og hesaferð
var tað Andy Olsen, sum
stóð á rætta staðnum og
skoraði.
Einki mál í seinna
hálvleiki
Í seinna hálvleiki var tað
NSÍ, sum hevði yvirvág,
men teir á suðuroyar-
liðnum stríddust manniliga
allatíðina. VB/Sumba spæl-
di við trimum monnum í
verjuni, og NSÍ royndi
at brúka síður til at bróta
ígjøgnum. Hetta eydnaðist
væl til tíðir, men tað gekk
illa við at fáa mál.
Sum dysturin leið flutti
VB/Sumba meira fólk fram
á vøllin, og teir fóru at
spæla langar bóltar fram
ímóti Birgir Jørgensen, sum
var vandamikil og óróg-
vaði NSÍ-verjuna nógv.
Upplagdir kjansir spurdust
ikki burtur úr hesum, hóast
onkrar støður vóru í og
kring brotsteigin hjá NSÍ.
Seint í dystinum hevði
Evrard Ble eitt gott skot,
sum varð rættað av og fóra
sendandi omanfyri málið.
NSÍ fekk nógvar kon-
tramøguleikar
í
seinna
hálvleiki, men var tað
ikki vælspælandi Marcin
Dawid, sum stóð í vegin, so
var tað onkur útspælari. Til
dømis tá ið innskifti Sonni
L. Petersen fekk ein opnan
kjans stutt úr málinum.
Hann smekkaði til, men ein
verjuspælari tveitti seg og
bjargaði við bringuni.
Óli Hansen, Christian
Høgni Jacobsen og aðrir
spælarar høvdu eisini góðar
kjansir, men fleiri enn tey
bæði málini í fyrra hálvleiki
fekk NSÍ ikki.
Men málini vóru nóg
mikið til at tryggja NSÍ
trý stig í seinasta dystinum
undan summarsteðginum.
NSÍ-VB/Sumba 2-1 (2-1):
VB/Sumba kløkkaði
NSÍ sunnudagin, men
runavíkingar komu
afturíaftur og vunnu dystin
2-1
VB/Sumba
NSÍ
NSÍ vann, skuldi brúka nógvar kjansir