Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 135 - 17. juli 2006 ] Tey bæði málini, sum Ítróttardómstólurin vil hava viðgjørt saman við málinum um Páll M. Joensen, eru uttan tey um spæliloyvini hjá Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún HB-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ítróttardómstólurin metir, at FSF enn ikki hevur lyft próvbyrðuna fyri, at hesir spælarar ikki eru í somu støðu sum Páll M. Joensen, og tí verður kravt, at hesi mál skulu viðgerast sambært líkaregluni. Hetta fyri at tryggja, at FSF ikki viðger leikarar/feløg í somu støðu á ymiskan hátt. Men sambært teimum báðum feløgunum, so er eingin ivi um, at bæði Klæmint Matras og Knút V. Vesturtún hava loyvi at spæla. Klæmint Matras Viðvíkjandi liðskipar- anum hjá B36, sum higartil hevur spælt við í øllum lands- og steypakappingardystum hjá B36, so tykist støðan rættiliga skottrygg. Ikki minst, tí B36 her hevur eina formliga viðmerking úr FSF at halda seg til. Eftir útvarpssending um Páll M. Joensen málið fyrr í ár varð nevnliga staðfest á heimasíðuni hjá FSF, at spæliloyvið hjá Klæmint Matras er í lagi. Kjarnin í málinum er, at Klæmint Matras í 2000 var á venjingaruppihaldi í Watford. Til hetta varð spæliloyvið flutt, men sambært FSF við átekning um, at hetta skuldi flytast aftur 14 dagar seinni. Ein flyting, sum tó ongan tíð er gjørd av FSF. Og tá FSF hevur framt hesa útmelding, so er B36 í roynd og veru rein- sað. Sambært frágreiðing til kappingarreglurnar, so kann eitt felag ikki lastast, tá handlað verður í góðari trúgv. Við støði í útmeldingini frá FSF hevur B36 alla orsøk at halda, at viðurskiftini hjá Klæminti eru í lagi. Og tá staðfesta FSF-reg- lurnar, at felagið kann ikki lastast – heldur ikki, hóast spæliloyvið ikki skuldi verið í lagi. Knút V. Vesturtún Á listanum hjá FSF yvir spælaraloyvi stendur Knút skrásettur sum heimahoyrandi í HB, har hann spældi part av kap- pingarárinum 1997. Til tað kappingarárið varð Knút skrivaður á listan yvir spælarar hjá HB, og er hesin listin váttaður av FSF. Men listin hjá FSF og gyldug spælaraloyvi eru ikki tað sama, og sambært EB/Streymi, so er spælararin ongan tíð fluttur formliga úr EB/ Streymi. Er hetta so, so merkir tað samstundis, at Knút V. Vesturtún skal roknast sum spælari, ið er uppvaksin og sum altíð hevur spælt fyri sama felag. Og tá nýtist ikki formligt spæliloyvi, um spælarin skal roknast sum lógligur. Úr EB/Streymi sigur Rólant Højsted, formaður, at tey hava kannað viðurskiftini hesum við- víkjandi til botns, og at tey eru sannførd um, at har er einki at fara eftir. So sum formaðurin tekur til, so skelva tey ikki í brókunum av seinasta úr- skurðinum í málinum. Solbakken gevur teimum ungu kjansin Norski venjarin hjá FC Keypmannahavn, Ståle Solbakken, ætlar at geva fleiri av teimum ungu spælarunum í felagnum meira spælitíð, hóast felagið júst hevur keypt stjørnuspælarar sum Fredrik Berglund og Jesper Grønkjær. - Fleiri av teimum ungu spælarunum koma at spæla meira í næsta kappingarárið. Millum annað hevur William Kvist spælt væl í venjingardystunum í summar, sigur Ståle Solbakken við TV3. Hann hevur ikki enn lagt seg fastan á eina uppstilling, sum hann ætlar at brúka næsta kappingarár, og hann heldur, at uppstillingin hjá liðnum fer at broytast ofta. Solskjær ger aftur um seg Norski álopsspælarin Ole Gunnar Solskjær, sum hevur verið illa plágaður av skaðum seinastu árini, er við at koma veruliga fyri seg aftur, og í einum venjingardysti hjá Manchester United í Suðurafrika um vikuskiftið, skoraði hann tvey mál. Liðið hjá United var ikki fullmannað til dystin, Solskjær var í rætta essinum. Hann skoraði tvey mál í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki skoraði Manchester United tvey mál afturat, so teir vunnu dystin ímóti Orlando Pirates 4-0. (Mynd: Solskjær) Eingin ótti í B36 og EB/Streymi Ítróttardómstólurin hjá ÍSF kolldømdi málsviðgerðina hjá FSF í Páll M. Joensen málinum. Men hann fríkendi á ongan hátt HB, sum – nú saman við B36 og EB/ Streymi – skal liva í ivanum í nakrar vikur afturat HB-málið Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Talan er alt meira um komediu, glantrileik og politikk í skjótt heimskenda Páll M. Joensen málinum. Hóast kalendarin nú er komin upp á 114 dagar, og hóast vit hava upplivað tvær viðgerðir í Kappingarnevin- dini, tvær í Dómsnevndini, eina á starvsnevndini, eitt fútaforboð og nú eisini eina viðgerð hjá Ítróttar- dómstólinum, so er málið enn ikki liðugt. Og tað so langt ífrá kundi kanska verið skoytt afturat. Líkaregla galdandi Leygardagin kom úr- skurðurin frá Ítróttar- dómstólinum í málinum, og har varð staðfest, at tað skal verða líka fyri Loka og Tór. Ítróttardómstólurin staðfesti nevnliga, at tá FSF er vitandi um tvey onnur mál, har ivi er sáddur um spæliloyvi hjá spælarum, so eiga øll hesi mál at verða viðgjørd undir einum. Við hesum í huga staðfesti dómstólurin, at málið um Páll Mohr Joensen fyri triðu ferð skal beinast í Kappingarnevndina. Her skal støða av nýggjum takast til, hvør avleiðingin av, at HB nýtti ein spælara uttan loyvisbræv, skal verða. Og skal Kappingarnevndin í hesum sambandi hava fyrilit fyri teimum báðum málunum. K a p p i n g a r n e v n d i n hevur annars áður gjørt vart við, at tey vilja taka hesi bæði málini upp, tá endaligur úrskurður í Páll M. Joensen málinum fyriliggur. Dómstólurin metti tó, at frálidna tíðin nú var somikið drúgv, og tá FSF longu hevur ásett fjórðingsfinaluna millum EB/Streym og VB/Sumba ella HB til 26. juli kundi ikki roknast við, at málini verða avgreidd til hesa tíð. Geva ikki viðhald Hóast HB alla tíðina hevur sagt seg hava eina góða sak. Og hóast hetta framvegis verður sagt, so er tó vert at bíta merki í, at Ítróttardómstólurin sum so ikki hevur givið HB viðhald í sínum páhaldum í kæruni. Soleiðis stendur fram- vegis fast – eins og FSF hevur ført fram – at tað er HB, sum hevur próv- byrðuna fyri, at spæliloyvið hjá spælaranum er í lagi. Og somuleiðis verður staðfest, at hóast neyðugu upp- lýsingarnir til útflýggjan av spæliloyvi finnast í til- farinum, sum krevst til at skráseta spælarasáttmála, so eru sáttmáli og loyvi hvør sítt, og eiga tí ikki at verða samantvinna. Og tað stendur eisini fast, at tað eina og aleina er upp til Kappingarnevndina at meta, hvørji mál skulu takast upp av eintingum. Nøs til FSF Hóast HB soleiðis ikki fær viðhald í, at spælarin ikki var ólógligur, so gevur dómstólurin eisini eina nøs til FSF á vegnum. Ivi verður nevnliga sáddur um rættleikan av skrásetingunum av loyvisbrøvum hjá FSF í úrskurðurinum. Somuleiðis verður peikað á vantandi formkrøv í kappingar- reglunum til fráboðanir um felagsskifti, og sagt verður, at samsvar er ikki millum siðvenju og orðaljóð í reglunum. Sama mylla umaftur Hvussu er og ikki, so verður tað nú álagt Kappingar- nevndini hjá FSF at viðgera málið umaftur. Formaðurin í Kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu, hevur við Útvarpið sagt, at hetta ætlandi skal verða skjótast gjørligt. Skjótast gjørligt er tó helst ikki fyrr enn í fyrsta lagi eina ferð í komandi viku. Fyrst og fremst, tí EB/Streymur og B36 skulu hava tíð at gera sínar viðmerkingar til málið. Hartil verður kappingar- nevndin – orsakað av feriu – ikki fullmannað fyrr enn mánadagin, sum skilst. Og so er spurningurin sjálvandi, um vit enn einaferð skulu rokna við somu myllu. Líka mikið hvør niðurstøðan verður í málunum um Klæmint Matras og Knút V. Ves- turtún, so ber illa til at ímynda sær, at dómurin til HB verður linari. Í úrskurðurin staðfestir Ítróttardómstólurin nevn- liga, at spælarin spældi uttan spæliloyvi, og tað, sum er álagt FSF er, at tey av nýggjum skulu taka støðu til, hvørja revsing hetta ber við sær. Higartil hava Kappingarnevndin (tvær ferðir ), aðalnevndin – tó uttan heimild – og dómsnevndin í tilsamans fýra umførum hava stað- fest, at revsingin er, at dystur verður taptur. Og tí skulu helst nøkur heilt serlig argument á borðið, um tann niðurstøðan skal broytast. Enn er spælið kring skrivaborðið millum HB, FSF og ÍSF ikki liðugt. Kappingarnevndin skal nú á triða sinni viðgera skjótt heimskenda spæliloyvið hjá Páll M. Joensen Ivin stendur nakrar vikur afturat HB-málið: