mánadagur 17. juli 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
[ Nr. 135 - 17. juli 2006 ]
Við øðrum sigri í tvær
vikur hevur Michael
Schumacher av álvara
fingið spenning aftur
í kappingina um
heimsmeistaraheitið í
formil 1
Formil 1
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Michaels Schumacher vann
sera sannførandi framman
fyri
Fernando
Alonso
í formil 1 kappingini á
Magny Course breytini í
Fraklandi í dag. Hetta mink
aði munin í kappingini um
heimsmeistaraheitið niður á
17 stig við sjey koyringum
eftir.
Ferrari
bilarnir
hjá
Michael
Schumacher
og Felipe Massa byrjaðu
av fyrstu byrjunarrøð og
komu somuleiðis best frá
byrjanini. Fernando Alonso
royndi í sínum Renault bili
at trýsta Massa tí fyrstu
løtuna, men tað eydnaðist
ikki at sleppa framvið hon
um. Hetta gav Michael
Schumacher møguleika, at
koyra sær eitt glopp aftur
til
kappingarneytarnar.
Eftir fyrsta steðg var
støðan enn Schumacher,
Massa, Alonso á teimum
trimum fremstu støðunum.
Steðgirnir vóru um somu
tíð, og tað tyktist sum um
bæði liðini ætlaðu at steðga
tríggjar ferðir. Men Renault
tillagaði seg eftir øllum at
døma til støðuna og fylti
meira bensin á bilarnar, ið
tí kundu klára koyringina
við
tveimum
steðgum.
Hetta gjørdi, at tá allir bilar
høvdu havt sínar steðgir,
var Alonso komin framvið
Massa upp á aðru støðu.
Hetta gjørdi í síðsta enda,
at Alonso tryggjaði sær
tvey týdningarmikil stig
afturat.
Úrslitið hjá Schumacher
var tó sannførandi og á
degnum hevði Ferrari tann
betra bilin. Kappingin tykist
tí enn at vera sera opin.
Tað gleddi italska liðið
sera nógv, at teir vunnu
eitt franskt lið í Fraklandi,
og italsku tøkningarnir hjá
Ferrari runnu við eini papp
útgávu av HM steypinum
gjøgnum franska pittin.
Toyota aftur við
Jarno Trulli lá á einum
tryggum fjórða plássi heilt
til hann eftir 40 umfør
gavst við tøkniligum trupul
leikum. Dagurin gjørdist
tó ikki heilt vónleysur fyri
Toyota, tí Ralf Schumacher
megnaði at koma framvið
Giancarlo
Fisichella
í
Renault og Kimi Räikkönen
í McLaren-Mercedes og
vinna sær fjórða plássið
Tey, sum spáddu Honda,
at vera eitt gott boð upp á
ein heimsmeistara, áðrenn
hetta kappingarárið byrjaði,
fingu enn ein framman á
hetta vikuskiftið, tí fyri
Honda var alt vikuskiftið
heilt vónleyst, bæði Jen
son Button og Rubens
Barrichello fingu tøkniligar
trupulleikar og noyddust at
gevast fyri tíð, eftir at hava
ligið og kappast við tyngra
endan av feltinum.
Avloysarin fekk stig
Nýggi maðurin á breytini
Pedro de la Rosa, ið hevur
avloyst Juan Pablo Montoya
í McLaren Mercedes byrj
aði í áttandu støðu, men
Mark Webber í Williams
Cosworth hevði eina frálíka
byrjan av tíggjundu støðu
og slapp framvið bæði
David Coulthard og de la
Rosa. Tá Webber seinni í
koyringini punkteraði, fekk
de la Rosa tó plássið aftur,
og tá Trulli eisini gavst
flutti hann upp á sjeyndu
støðu. Boð vóru eftir de la
Rosa at koyra í Fraklandi,
tá Ron Dennis liðstjóri hjá
McLaren Mercedes sendi
kolumbiumannin Montoya
til hús ivaleyst restina av
kappingarárinum.
Hetta
komst, sum skilst av, at
Montoya hevði almanna
kunngjørt, at hann fer burt
ur úr formil 1 næsta kapp
ingarár fyri at koyra Nascar
í staðin.
Ógjørligt at flyta upp
Venjarin hjá Juventus heldur, at tað er ógjørligt hjá
felagnum at flyta uppaftur í bestu deildina eftir einum ári,
tí minus 30 stig er alt ov nógv til at vinna innaftur.
- Tað er heilt einfalt ógjørligt at flyta upp, um vit skulu
byrja við minus 30 stigum, sigur Didier Deschamps, sum
er nýggjur venjari í Juventus, eftir at Fabio Capello fór til
Real Madrid at starvast.
Tað er umfatandi muturgølan í italskum fótbólti, sum
hevur kostað Juvenstus niðurflyting til næstbestu deildina,
har liðið skal byrja kappingarárið við minus 30 stigum.
Norðmenn hava áhuga í CSC
DR og norska TV2 vita at siga, at tvær altjóða fyritøkur í
Noregi eru áhugaðar í at seta pengar í súkkluliðið FSF, har
Bjarne Riis er høvuðsmaður. Umboðsmaðurin Rune Hauge
samráðist vegna tær báðar fyritøkurnar, sum framvegis eru
ónevndar, og sambært DR og TV skal Hauge hava verið á
fundi við Bjarne Riis í Bordeaux nú um dagarnar. Bjarne Riis
váttar, at áhugi er fyri at seta pengar í hansara súkklulið, sum
er við í Tour de France í hesum døgum, men at hann vil einki
ítøkiligt siga um hetta.
Schumacher er aftur við
í kappingini um HM
Úrslitið í Fraklandi var hetta:
1
Michael Schumacher/Ferrari
10 stig
2
Fernando Alonso/Renault
8 stig
3
Felipe Massa/Ferrari
6 stig
4
Ralf Schumacher/Toyota
5 stig
5
Kimi Räikkönen/McLaren-Mercedes
4 stig
6
Giancarlo Fisichella/Renault
3 stig
7
Pedro De La Rosa/McLaren-Mercedes
2 stig
8
Nick Heidfeld/Sauber-BMW
1 stig
9
David Coulthard/RBR-Ferrari
10
Scott Speed/STR-Cosworth
11
Jacques Villeneuve/Sauber-BMW
12
Christian Klien/RBR-Ferrari
13
Vitantonio Liuzzi/STR-Cosworth
14
Nico Rosberg/Williams-Cosworth
15
Christijan Albers/MF1-Toyota
16
Franck Montagny/Super Aguri-Honda
- Jenson Button Honda
- Mark Webber Williams-Cosworth
- Jarno Trulli Toyota
- Rubens Barrichello Honda
- Tiago Monteiro MF1-Toyota
- Takuma Sato Super Aguri-Honda
Støðan í HM fyri koyrarar
1
Fernando Alonso
Spania
96
2
Michael Schumacher
Týskland
79
3
Giancarlo Fisichella
Italia
46
4
Kimi Räikkönen
Finnland
43
5
Felipe Massa
Brasilia
42
6
Juan Pablo Montoya
Kolumbia
26
7
Jenson Button
Ongland
16
-
Rubens Barrichello
Brasilia
16
9
Nick Heidfeld
Týskland
13
-
Ralf Schumacher
Týskland
13
11
David Coulthard
Skotland
10
12
Jarno Trulli
Italia
8
13
Jaques Villeneuve
Kanada
7
14
Mark Webber
Avstralia
6
15
Nico Rosberg
Týskland
4
16
Pedro de la Rosa
Spania
2
17
Christian Klien
Eysturríki
1
-
Vitantonio Liuzzi
Italia
1
Støðan í HM fyri lið
1
Renault
142
2
Ferrari
121
3
McLaren-Mercedes
71
4
Honda
32
5
Toyota
21
6
Sauber BMW
20
7
Red Bull Racing Ferrari
11
8
Williams-Cosworth
10
9
STR-Cosworth
1
Við sigrinum í Fraklandi blásti
Michael Schumacher aftur lív í
toppstríðið í Formil 1 kappingini
Mynd: Scanpix