mánadagur 17. juli 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 135 - 17. juli 2006
29
lýsingar
Klaksvíkar Kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I FO-700 Klaksvík
Tel. 410000 I Fax. 410001 I klaksvik@klaksvik.fo I www.klaksvik.fo
Skúlabarnakoyringin í Klaksvík verður við hesum boðin út
Útbjóðingartilfar við upplýsingum um leiðir og treytir annars er greitt at heinta
á býráðsumsitingini frá 17. juli - til 31. juli 2006.
Klaksvíkar Kommuna ynskir at gera sáttmála við ein arbeiðstakara,
um skúlabarnakoyring í kommununi í eitt tvey ára skeið.
Tilboð skulu verða Mentanardeildini í hendi í seinasta lagi
hósdagin 10. august 2006, kl. 13:00 og vera merkt
“Tilboð viðvíkjandi skúlabarnakoyring í Klaksvíkar Kommunu”
Fyrispurningar kunnu settast Mentanardeildini á tlf 41 00 00
ella umvegis teldupost til Dáva Winther: dw@klaksvik.fo
Klaksvíkar býráð
Postboks 2
700 Klaksvík
Skúlabarnakoyring
Klaksvíkar Kommuna / Mentanardeildin
Avloysari
Eitt fulltíðarstarv sum avloysari fyri roknskapar-,
móttøku- og avgreiðslufólk í farloyvi í tíðarskeið-
inum 1. august 2006 til 1. august 2007 er leyst at
søkja.
Umframt bókhald og vanligt skrivstovuarbeiði,
skal tann, ið settur verður, eisini luttaka í øðrum
útflutningsfremjandi arbeiði, so sum at svara
útlendskum fyrispurningum um møguligar sam-
starvsfyritøkur í Føroyum og at vera við í arbeið-
inum at fyrireika og gjøgnumføra handilsferðir og
framsýningarátøk uttanlands.
Vit hugsa okkum, at tú hevur kunnleika til alt vanligt
skrivstovuarbeiði og eisini dugur at arbeiða við FSL
- Fíggjarstýringsskipan Landsins.
Arbeiðsøkið hjá Menningarstovuni er rættiliga
fjølbroytt við nógvum spennandi uppgávum, ið
seta krøv um góð samstarvsevni. Tí vænta vit, at tú
sum persónur er fryntligur og fyrikomandi og hevur
góðan kunnleika í bæði føroyskum og enskum og
lættliga kann samskifta við bæði føroyskar og
útlendskar fyritøkur.
Setanarviðurskiftini eru sbrt. sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Umsóknir vera at senda Menningarstovuni í seinasta
lagi 27. juli 2006.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Menningarstovan
Faroe Islands Trade Council
Bryggjubakki 12 · Postrúm 259 · 110 Tórshavn
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær
ti Kjartan Kristiansen, 353100 ella 216117.
Summarferia
Stongt er frá mánadegi 17. juli. Opið er aftur
týsdagin 8. august 2006.
Hoyvíksvegur72 · Postsmoga 3279
FO-110 Tórshavn
telefon 356800 · faks 356801
t-postur: studul@studul.fo
heimasíða: www.studul.fo
Húsavørður til
P/F Fastogn
P/F Fastogn
P/F Fastogn varð stovnað í 2003 og endamálið við
felagnum er at gera íløgur í fastognir. Leiguvirksemið
í dag umfatar sølumiðstøðir, skrivstovuhølir og
framleiðslubygningar.
Eitt hálvtíðarstarv sum húsavørður hjá P/F Fastogn
er leyst at søkja. Søkt verður eftir einum fólki, sum
kann átaka sær uppgávuna at viðlíkahalda og
gera minni umvælingararbeiði á bygningarnar hjá
felagnum.
Um teg:
• Tú ert handverkari og/ella handaligur
• Tú ert røkin
• Tú ert álítandi
• Tú hevur koyrikort
Vit kunnu bjóða:
• Eitt starv sum er áleið hálva tíð, sum møguliga
kann gerast eitt fulltíðarstarv
• Eitt sjálvstøðugt starv
• Løn sambært avtalu.
Hevur hetta tín áhuga, ert tú vælkomin at ringja og
fáa meiri upplýsingar um starvið við at venda tær til
Gordon Rajani á tlf. 351519 og 551519.
Skrivlig umsókn kann sendast til:
P/F Fastogn
Att.: Gordon Rajani
Bókbindaragøta 8
Boks 3090 · FO-100 Tórshavn
Suðuroyar Sjúkrahús
800 Tvøroyri
Maskinmeistari
Vegna farloyvi verður søkt eftir maskinmeistara
í tíðarskeiðnum 1. september 2006 til 1. oktober
2007.
Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt.
Umsøkjarar skulu hava maskinmeistaraútbúgving.
Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
Maskinmeistarafelagið.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við at
venda sær til maskinmeistarin Mikkjal Bærendsen
tlf. 37 11 33.
Umsóknir við avriti av prógvum v.m. verða at senda
til:
Suðuroyar Sjúkrahús
Umsjónarmaðurin
Postsmoga 51
810 Tvøroyri
Umsóknarfreist 31. juli 2006.
Summarfrí
Vit eru í summarfrí frá 17. juli. Byrjað verður aftur
14. august.
Sp/f Petur Hammer, Tvøroyri
Lesið
-tað loysir seg