Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-17, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. juli 2006síða 30

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 135 - 17. juli 2006 lýsingar Tórshavnar kommuna Serstaka byggisamtykt nr. 7 Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 29. juni samtykti broytingar í serstøku byggisamtykt nr. 7. Ætlaða broytingin er, at ásetingarnar fyri matr. nr. 1306b, Tórshavn, verður broytt frá at vera A2 øki til stakhús, til at verða øki E til alment endamál. Tilfar um ætlaðu broytingina liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum, frá 17. juli til og við 7. august 2006, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00. Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at senda Tórshavnar kommunu skrivliga áðrenn 17. oktober 2006. Kunngerð Frá Føroya Psoriasisfelag Skipað verður fyri viðgerðartúri til Naftalan í Kroatien. Naftalen er eitt sjúkrahús, ið hevur eina avdeiling sum er fyri fólk við Psoriasis og Psoriasis Artritic. Farið verður úr Føroyum tann 31. august, og komið verður aftur tann 28. september. Tey, ið hava tørv á viðgerð, kunnu fara til egnan kommunulækna, sum sendur umsókn til húða­ læknan. Umsóknin skal vera húðalæknanum í hendi seinast tann 14. august. Eru ivaspurningar hesum viðvíkjandi, kann ringjast á tlf. 424179 Vinarliga Føroya Psoriasisfelag i