Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 3

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006  tíðindi Fyri tveimum mánaðum síðani hvarv seyðahundurin, Marta, frá eigara sínum, René Hansen. Men fríggjadagin kom hon afturíaftur í heilum líki Mentan Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo René Hansen og Marta vóru sum vant ein dagin í haganum í Nólsoy eftir seyði, men brádliga var Marta horvin. René og familja hansara leitaðu íðin eftir Martu í fleiri dagar, men tá einki spurdist burtur úr leitingini, slógu tey seg syrgin til tols við, at hon helst var dottin oman av fjallinum og ikki fór at koma aftur til familju sína. Tveir mánaðir seinni fór ein maður á fleyg eftir lunda. Tá hann var komin hálva leið, kemur ein hund­ ur aftanífrá og snoddar hann á hondina. Maðurin helt fram og fór á fleyg uttan at hugsa stórvegis um hundin. Men tá maðurin var á veg heimaftur, stóð hundurin sama stað og bíð­ aði. Hundurin var rak og sera illa fyri, men fylgdist tó trúliga allan vegin heim aftur í bygdina við manninum. Maðurin valdi tískil at spyrja í bygdini, um nakar kendist við hund­ in. Ein kona mældi hon­ um til at ringja til René Hansen, tí hann átti fleiri seyðahundar. Maðurin so gjørdi. Tað fyrsta, René svaraði, var: ‘Nei, eg veit ikki um nakrar hund’, men tá maðurin so greiddi honum frá, at hundurin var sera rak og illa fyri, kom Marta honum aftur til hugs, og René kvikaði sær avstað at hyggja eftir hundinum. So skjótt René var í nánd, kom hundurin, alt hann var mentur rennandi fegin ímóti honum. Tá vísti tað seg, at tað var Marta: – Tá gjørdist eg sera, sera glaður. Marta er ein frálíka væl vandur seyðahundur, og tað hevur verið ein stórur missur hjá okkum, nú hon hevur verið burtur í heilar tveir mánaðir, sigur René og skoytir uppí, at Marta var sera illa í holdum, tá hon endiliga koma afturíaftur: – Hon hevur helst einki serligt etið í langa tíð, men nú gongur framá, sigur ein sera fegin René Hansen at enda. K R E A . F O . TEL 47 80 80 Frá mánadegi 14. august verður opið aftur sum vanligt allar yrkadagar frá kl. 9 til kl. 15. Sí annars www.almannastovan.fo www.almannastovan.fo Rætting til avgreiðslutíðir í summar Frá 17. juli til 11. august eru avgreiðslutíðir okkara broyttar. Móttøkurnar hava opið og telefonirnar verða tiknar: Mánadag til fríggjadag frá kl. 10 til kl.12 (Ikki sum áður lýst, frá kl.10 til kl.13) Marta komin afturíaftur Døturnar hjá René Hansen vóru findarglaðar, tá Marta endiliga kom heim aftur – Eg roknaði bara við, at Marta var dottin á sjógv og møguliga druknað, men tíbetur er hon nú komin afturíaftur í heilum líki, sigur hundaeigarin, René Hansen