Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 4

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 136 - 18. juli 2006 – At útlendskir handverkarar nú koma til Føroya at arbeiða fyri undirløn, fer uttan iva at freista arbeiðsgevarar til at royna tað sama hjá okkum. Men tað fara vit aldrin at góðtaka, sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag Útlendsk arbeiðsmegi Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta fer uttan iva at freista arbeiðsgevarar. Men tað kunnu teir gloyma alt um, tí hetta fara vit ongantíð at góðtaka. Ingeborg Vinther sigur, at tað fer ongantíð at koma upp á tal, at útlendsk verkafólk skulu koma til Føroya at arbeiða fyri undirløn. Nú um dagarnar frættist annars frá einum slóðbrótandi hending í føroyskari vinnulívssøgu: Thor í Hósvík skal byggja stórt skip á skipasmiðjuni á Skála. Men í tí sambandi skulu sveisarar úr Pólandi koma higar at gera skrokkin- fyri pólska løn, sum er nógv lægri enn føroysk løn. Men hetta er einasti máti at fáa arbeiðið gjørt í Føroyum. Hartil hevur tað verið ført fram, at tað, at sveisa skipsskrokkar, er útdeytt fak í Føroyum og tí verður sagt, at pólsku sveisararnir taka ikki arbeiðið frá nøkr­ um føroyingi. Tí góðtaka handverkarafeløgini støð­ una. Ingeborg Vinther hevur ongar viðmerkingar yvir­ høvur til tað, sum hand­ verkarafeløgini gera í hes­ um føri. Kortini dylir hon ikki fyri, at eftir hennara tykki kann hetta kann kveikja tankan hjá fleiri arbeiðsgevarar um at royna tað sama, nevniliga at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar at arbeiða fyri løn, sum er galdandi í heimlandinum. – Men tað fara vit aldrin at góðtaka, staðfestir Ingeborg Vinther. Hon sigur, at tað sostatt hevði aldrin komið upp á tal, at tað varð góðtikið, at arbeiðsgevarar fingu útlendsk verkafólk at arbeiða fyri undirløn. – Tað hevði máað støðið undan okkara sáttmálum og sostatt sett alt tað í vanda, sum verkafjøldin hevur stríðst fyri seinastu 80 árini. Og tað fara vit aldrin at góðtaka, sigur Ingeborg Vinther. – Eg ynski bæði Thor og Skipasmiðju góða eydnu og rós til fakfelag fyri tess støðu í sambandi við nýggjan skipasáttmála sigur fyrrverandi stjórin á Tórshavnar Skipasmiðju, Poul Moh SkipaSmíð Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað vóru kærkomin tíð­ indi at frætta úr Hósvík mánamorgunin, tá sáttmáli varð undirskrivaður millum Thor og Tórshavnar Skipa­ smiðju um bygging av einum stórum frálandaskipi fyri 75 mill. kr. Ein av teim­ um, sum fegnast um henda sáttmála, er fyrrverandi stjórin í Tórshavnar Skipa­ smiðju, Poul Mohr. Eitt av stóru ynskjunum hjá honum í mong ár hevur verið nettupp at fáa ein slíkan sáttmála. Nú hevur tað loksins eydnast soninum í stjórasessinum at fáa ein stóran sáttmála í hús. – Eg ynski bæði Skipa­ smiðjuni og Thor alt tað besta og vóni, at hetta fer at hepnast. Tað hev­ ur nógvan týdning fyri skipasmiðjuarbeiði í Før­ oyum sum heild, at slíkur sáttmáli verður gjørdur. Poul Mohr heldur tað eisini vera ótrúliga flott av fakfelagnum at hava givið hesum projektinum grønt ljós. Var tað ikki hent, so var rætt og slætt eingin sáttmáli. Tá hevði skipið verið bygt aðrastaðni. Nú kunnu nógvir føroyskir handverkarar síggja fram til at vera við til at byggja eitt stásiligt far til eitt føroyskt reiðarí, og eydnast hetta væl, so vil hetta slóða fyri øðrum sáttmálum við. Poul Mohr fegnast: Ótrúliga gott fyri føroyskt skipasmíð Poul Mohr, fyrrverandi stjóri á Tórshavnar skipasmiðju heldur sáttmála við Thor vera slóðbrótandi fyri f Ingeborg Vinther: Hatta fara vit aldrin at góðtaka veitst tú ikki tað?