týsdagur 18. juli 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 136 - 18. juli 2006
5
tíðindi
Strandferðslan vil
lyfta tænastustøðið
á Smyrli upp á eitt
hægri støði og menna
ferðavinnuna í
Suðuroy
Skeinkiloyvi
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú skal tað bera til hjá
ferðafólki við Smyrli at fáa
eitt glas av víni, ella eina
øl, afturvið matinum.
Tað heldur Strandferðsl
an.
Strandferðslan
hevur
sostatt søkt loyvisnevndina
um at fáa eitt hálvt skeinki
loyvi til Smyril.
Og Anna Dam, forkvinna
í loyvisnendini, váttar, at
nevndin nú hevur givið
Strandferðsluni tilsøgn um
eitt hálvt skeinkiloyvi.
Loyvisnevndin
hevur
verið umborð á Smyrli og
kannað viðurskiftini og
niðurstøðan er, at flagg
skipið hjá Strandferðsluni
hevur fingið tilsøgn um eitt
hálvt skeinkiloyvi.
Forkvinnan
í
loyvis
nevndini sigur, at endaligt
skeinkiloyvi kann skrivast,
tá ið ymisk formlig við
urskifti eru fingin í rættlag.
Eitt nú skal tilskilast,
hvør skal hava ábyrgdina
av skeinkiloyvinum og yvir
høvur eru tað ikki nógv
viðurskifti, sum skulu fáast
í rættlag.
Anna Dam sigur, at
skeinkiloyvið til Smyril
verður ikki galdandi fyri
alt skipið.
– Skeinkiloyvið verður
bara latið til tær báðar
matstovurnar
á
sætta
dekki, sigur forkvinnan í
loyvisnevndini.
Lyfta tænastustøðið
Heini á Borg á Strand
ferðsluni, sigur, at endamál
ið við hesum tiltakinum
er at lyfta tænastustøðið
á Smyrli upp á eitt høgri
støði.
Men
Strandferðslan
ásannar, at hjá nógvum
fólki er øl og vín blivin
ein natúrligur partur av eini
málttíð.
Hann sigur eisini, at
ætlanin er fara ómetaliga
hóvliga til verka umborð á
Smyrli.
– Smyril verður ikki eitt
flótandi vertshús, staðfestir
hann.
– Tí er ætlanin bara at
skeinkja pilsnarøl, hóast
Smyril eisini fær loyvi at
skeinkja øll við gull styrki.
Samstundis
er
ætlanin
at hava eini trý sløg av
reyðvíni og eini trý sløg av
hvítvíni í smáum fløskum
til sølu í kafeteria.
Og tað verður bara selt
afturvið mati.
Í tí fínaru matstovuni er
so ætlanin at hava nøkur
fleiri sløg av víni.
Í hesum liggur eisini, at
ætlanin er at tann fínara
matstovan skal vera meiri
opin enn hon er.
– Tað skal eisini vera við
til at lyfta tænastustøðið á
Smyrli upp, at vit kunnu
bjóða ferðafólki eina góða
málttíð í tí betri matstovuni
við víni ella øli afturvið,
sigur Heini á Borg.
Í hesum sambandi hevur
Strandferðslan eisini søkt
eftir
tænastuleiðara
til
Smyril. Umsóknarfreistin
er farin og 11 umsøkjarar
vóru og í næstum verður
starvið sett.
Heini á Borg væntar, at
tað verður einaferð í heyst,
at tað fer at bera til at fáa
sær eina øl ella eitt glas
av víni afturvið matinum á
Smyrli.
Hann heldur ikki, at
Strandferðslan,
sum
almennur stovnur, við hes
um leggur seg út í kapping
við privatu vinnuna.
– Tvørturímóti halda vit,
at hetta kundi stuðla upp
undir privatu ferðavinnuna
í Suðuroy. Hetta er ein roynd
at økja um ferðafólkatalið á
Suðuroyarleiðini so at fleiri
ferðafólk fara til Suðuroy
og brúka teir møguleikarnar,
sum har eru.
– Sostatt meta vit, at hetta
tvørturímóti kann vera við
til at menna ferðavinnuna
í Suðuroy, sigur Heini á
Borg.
Formaðurin í Føroya
Handverkarafelag
heldur, at tað er ein
ómetaliga farligur
sportur at lata pólskar
sveisarar koma inn
á Skála at sveisa fyri
undirløn
Arbeiðs
marknaður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er ein sera hættislig
gongd
Pól Øregaard, formaður í
Føroya Handverkarafelag,
er alt annað enn fegin um
avtaluna, sum nú er gjørd
um, at pólskir sveisar skulu
inn á Skála at sveisa – fyri
pólska løn.
Nú
Thor
í
Hósvík
skal byggja nýtt skip á
Skála, hava starvsfelagið
hansara í Landsfelagið
Handverkaranna
annars
góðtikið, at póllendingar
koma til Føroyar at sveisa
skrokkin fyri løn, sum er
galdandi í Póllandi og sum
sostatt er nógv løgri enn
føroysk løn.
Hetta hevur verið nevnt
eitt nýbrot á føroyska
arbeiðsmarknaðinum
og
sagt hevur verið, at hetta er
eindømi í Norðurevropa.
Sagt hevur eisini verið,
at tað er útdeytt handverk
í
Føroyum
at
sveisa
skipsskrokk og tí taka
póllendingarnir ikki arbeiði
frá føroyingum. Ført er
eisini fram, at hendan
loysnin er einasti máti at
gera alt skipið í Føroyum.
Langt úti
Pól Øregaard er alt annað
enn samdur í, at hetta er
eitt nýbrot.
– At hetta er eindømi í
Norðurevropa, sigur alt um
hesa avtaluna, heldur hann.
Men hann leggur dent á,
at hann tosar bara fyri seg
sjalvan.
Hann heldur nevniliga, at
tað er langt úti at gera eina
slíka avtalu og at hetta er
ikki tað, sum hann ætlar við
fakfelagsarbeiði.
– Fara vit undir slíkt
virksemi sum hetta, kann
tað vera so skjótt, at rættiligt
glið kemur á og so kann
føroyskt handverk standa á
síðulinjuni, áðrenn vit vita
av, og hyggja at, ímeðan
undirløntir útlendingar gera
alt arbeiði fyri okkum.
– Hesuferð er tað skrokk
urin. Spurningurin er um
ikki glið kemur á og tí kann
hetta so skjótt breiða seg til
onnur øki eisini. Tí kann
hetta enda við, at vit veða
skúgvaðir á síðulinjuna,
meðan útlendingar gera alt
arbeiði fyri okkum.
Hann sigur, at fakfeløgini
hava altíð stríðst fyri at
útvega limunum so góð kor
sum gjørligt, men hetta er
við at máa grundarlagið
undan okkara arbeiði.
– Hetta vísir bara, at
Landsfelag
Handverkar
anna er farið í part við
arbeiðsgevarunum, tí hetta
er rættiligt undirgravingar
virksemi.
Hava dugað- og
duga enn
Pól Øregaard trýr onki upp
á, at ein orsøk skal vera,
at tað er útdeytt handverk
at sveisa skipsskrokkar í
Føroyum.
– Tað hava vit gjørt fyrr.
Tað gekk gingið væl og tað
duga vit helst enn. Hetta
er líka langt úti sum restin
sigur hann.
– Hetta er eina og aleina
gjørt fyri at arbeiðsgevarin
skal sleppa bíligari.
Hann vísir eisini á, at
avtalan um póllendingarnar
er gjørd uttan at Føroya
Handverkarafelag er visti
av tí.
Hann heldur, at eitt er,
at skrokkar verða sveisaðir
í Póllandi og sleipaðir til
Føroya.
Tað er sínar sakir. Men
tað er eitt heilt annað er, at
póllendingar nú koma inn
á okkara øki at arbeiða fyri
undirløn.
– Og tað er ógvuliga
vandamikil gongd, heldur
formaðurin í Føroya Hand
verkarafelag.
Tað eydnaðist ikki at
fáa eina viðmerking frá
formanninum
í
Lands
felagið Handverkaranna,
áðrenn blaðið fór til prent
ingar.
Smyril skal nú hava skeinkiloyvi
Strandferðslan brýtur upp úr nýggjum tí nú skal tað bera til hjá ferðafólki við Smyrli at fáa eitt glas av víni, ella eina øl, afturvið
mati. Nú á døgum er tað ein natúrligur partur av eini málttíð at fáa eina øl ella eitt glas av víni afturvið, sigur Heini á Borg á
Strandferðsluni
Handverkarar sera illa
nøgdir við Skála- avtalu
– Tað er langt úti at gera eina avtalu um at lata póllendingar
koma til Føroya ar sveisa fyri undirløn, heldur formaðurin í
Føroya Handverkarafelag. Hann er sostatt fullkomiliga ósamdur
við hitt handverkarafelagið