týsdagur 18. juli 2006síða 6
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 136 - 18. juli 2006
tíðindi
Vakt
havandi
Sambært
vakthavandi á
politistøðini
var vikuskiftið
friðarligt, tó at
okkurt smávegis
var at fara út til.
L
øgreglan
í
Havn
varð
boðsend
til
eini hús fríggjadagin, tá
ein mammu og vaksnu
dóttir hennara gjørdust
somikið ósamdar, at
onkur metti tørv vera á
løgregluhjálp. Loysnin
bleiv, at dótturin flutti
út.
U
m ellivutíðina fríggja
kvøldið komu boð
til alarmsentralin um,
at fólk høvdu varnast,
eld í einum bili úti í
Havnardali. Talan var
um ein jeep, sum brendi
heilt út. Umstøðurnar
kring
brandin
vóru
ógreiðar og óvanligar og
bilurin varð tískil sendur
á Akstovuna til nærri
kanningar.
Í
ávikavist
Klaksvík
og á Velbastað vórðu
tveir ungir menn tiknir
fyri
rúsdrekkakoyring
náttina til leygardag. Teir
vóru báðir um 20 ár og
kunnu vænta at missa
koyrikortið.
N
ærhendis
høllina
í
Giljanesi
varð
ein drongur til gongu
ákoyrdur sunnunáttina.
Hann var fluttur á Lands
sjúkrahúsið, har staðfest
varð, at hann var komin
smávegis til skaða í beini
og í andlitið.
S
unnumorgunin
um
áttatíðina komu boð
um innbrot í Mentunar
húsinum í Fuglafirði.
Barrskápið í húsinum
varð brotið upp, men
ógreitt var, um nakað
var horvið. Fólk høvdu
sæð ein kendan bil fara
av staðnum og boðaðu
frá hesum. Sambært
løgregluni er ein maður
handtikin og skuldsettur
fyri innbrotið, og er
talan um ein umleið 20
ára gamlan kenning hjá
løgregluni.
S
unnukvøldið var eitt
ferðsluóhapp
við
Gjógvará í Fuglafirði.
Bilurin bakkaði út frá
einum privathúsum og
oman av vegnum. Blóð
roynd varð tikin av før
aranum og verður hann
skuldsettur fyri rúsdrekka
koyring. Ongin skaði
stóðst av óhappinum.
Øll børn sleppa at
selja gomlu leikur
sínar í miðbýnum
leygardagin. Børnini
fáa peningin og
foreldrini jubla.
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
At sleppa sær av við tað
gamla og enntá at vinna
pening fyri tað. Hetta
ljóðar sum ein dreymur
hjá nógvum børnum og
foreldrum við, og verður
hann veruleiki, tá skipað
verður fyri leikumarknaði í
miðbýnum leygardagin.
Børnini vaksa ikki bara
úr klæðunum við rúk
andi ferð, men eisini frá
leikunum, sum tey eiga
í ovurmát. Og hvat er tá
meira upplagt, enn at onnur
fáa gleði av leikunum,
samstundis sum, at børnini
fáa eina góða uppliving og
forvinna sær nøkur oyru,
sum so kanska kunnu verða
brúkt til eitt hvørt annað,
sum barnið ynskir sær.
Tí ein síðuvinningur við
brúkarasamfelagnum
er,
at vit eru um at drukna
í vørum, tilboðum og
freistingum. Og børnini
vita júst, hvussu tey skulu
noyða foreldrini at keypa
sær avlát, við at plága seg
til skrambul av øllum slag.
Og sum vit vita, tað sum
kemur inn skal eisini út. Og
eitt er púrasta vist: Vit fáa
munandi meira yvirskot til
alt annað í lívinum, um vit
rudda út í heiminum.
Barnið situr í básinum
Tað er kunningarstovan
í Havn, sum hevur tikið
stig til leikumarknaðin í
sambandi við langa leygar
dagin, sum verður 22. juli.
Ætlanin er, at øll børn, sum
hava hug, kunnu tekna seg
hjá kunningarstovuni, sum
síðani skipar fyri, at borð
og stólar verða sett upp
í miðbýnum. Barnið setir
síðani sín egna sølubás upp
og situr hjá honum og selur
gomlu leikur sínar og tá
dagurin er at enda komin,
eigur barnið sjálvt peningin,
sum forvunnin verður.
Eru glað um leikurnar
Ingigerð á Trøðni, leiðari
fyri
Kunningarstovuna
og stigtakari til tiltakið
sigur, at hugskotið til leiku
marknaðin fekk hon frá
dóttrini Kristinu, sum hevur
roynt tað við børnum sínum
í Odense. Ingigerð greiðir
frá, at ommubørnini bæði
hava selt og keypt nógvar
leikur á leikumarknaðinum,
og mamma teirra vil vera
við, at tey eru óvanliga
glað um leikurnar, sum
tey sjálvi hava keypt sær á
marknaðinum, tí prísstøðið
er somikið lágt, at børnini
hava ráð til at keypa sær
okkurt ordiligt.
Vána veður
ongin forðing
Børnini skulu tekna seg í
Kunningarstovuni í seinasta
lagi fríggjadagin, og leiku
marknaðurin verður opin
millum klokkan 11 og
15. Tað er ókeypis at taka
lut. Annað verður eisini á
skránni langa leygardagin.
Eitt nú verður nýggja
tjaldið
hjá
Tórshavnar
Ítróttarráð roynt á fyrsta
sinni, og verður tað sett upp
í Tinghúsgarðinum. Har
verður skipað fyri ymiskum,
so sum sølubásum hjá
handlunum í miðbýnum,
so sum mótasýning, sum
verður klokkan 13 og
okkurt undirhald verður
eisini. Ingigerð á Trøðni
sigur, at børnini og leiku
marknaðurin hava eisini
møguleika fyri at vera inni
í tjaldinum, um so verður
at veðrið ikki verður til
vildar.
Sagt verður, at leikurnar
skulu rigga og allir lutir
skulu vera til spøl og líkn
andi.
Børn selja leikur
í miðbýnum
Fyllið baljur,
kassar og kurvar
og seljið:
Dukkur
Lego
Bilar
Garagur
Súkklur
Dublo
Brio
Barbie
Kort
Bøkur
Telduspøl
Putlispøl
Bamsur