Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006 7 tíðindi Í kvøld verður sýnis- glugga konsert í Kag- ganum við trimum av mest spennandi føroys-ku punkrokk nøvnunum The Dreams, Skunk og Paradox og við rokkbólkinum India. Konsertin verður í sambandi við vitjanina hjá Bret Perkins úr Dansk Artist Forbund í Føroyum. Dansk Artist Forbund skipaði saman við m.ø. Føroya Undirhalds- tónleikarafelag og Norð- urlandahúsinum fyri FO/DK konsertunum kring Føroyar í vetur, og komandi vetur fara tey at skipa fyri konser-tum í Danmark, har danskir bólkar fara á konsertferð saman við føroyskum bólkum, tað er í hesum sambandi at sýnisglugga konsertin verður hildin. Konsertin er almenn og ókeypis og 18 ára aldursmark er. nud Føroysk punk sýnisgluggi í Kagganum Um tað gongst eftir vild hjá B-36 kemur turkiska fótbóltsfelagið Fenerbache á vitjan seinni í summar, men longu í gjár komu turkar á vitjan á heimasíðuni hjá klædnahandlinum x-size. fo, undir einum veittrandi turkiskum flaggi boðar hakkarin BeLa frá, at hann hevur brotið seg inn á heimasíðuna hjá x-size. Hakkarin tykist tó ikki at vera so harðrendur sum nógvir av starvsfeløgunum, og tí vóru teldusnillinginir hjá x-size eisini førir fyri at umvæla síðuna eftir eina lítla løtu, og hon riggar nú aftur sum vant. nud Turkiskt álop á X-Size.fo Mentan Nú nærkast ólavsøkan, og hetta merkir langir arbeiðsdagar hjá man- ningini, sum stendur fyri árligu Ólavsøkuka- barettini. Arbeitt verður bæði dag og nátt við at fáa alt liðugt – skriva, venja og seta ljós. Tí alt skal vera klárt, tá framframførslan byrjar tann 26. juli. Undanfarin ár hevur einans verið møguligt at keypa atgongumerki ein tíma undan sýning. Í ár verður sum nakað nýtt roynt at selja atgongu- merki í forsølu. Hvønn gerandisdag millum klokkan 16 og 18 verdur opið í Sjónleikarhúsinum í Havn, har tey, ið vilja tryggja sær eitt pláss til eina av sýningunum, kunnu støkka inn á gátt. Vanligt hevur verið, at kabarettin koyrir langt inn í august mánað. Men í ár verður hetta av ongum, av tí at Sjónleikarhúsið verður nýtt at hýsa ei- num sjónleikafestivali, sum verður hildin fyrstu vikuna í august. Forsølan til Ólavsøkukabarettina byrjað 23 ára gamli Hávardur Enni hevur stórar ætlanir. Fyri um einum ári síðani keypti hann sær ein seglbát, og nú ætlar hann at stovna egið felag, sum skal selja bátatúrar, har hann sjálvur er skipara. Mentan Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Síðan Hávardur Enni keypti seglbátin – Enniway – hevur hann verið fleiri langar túrar við bátinum. Fyri kortum sigldi Hávardur eitt nú til St. Kilda saman við fimm øðrum ungum: - Tað var ein royndartúrur fyri at vita, um tað veruliga fór at bera til at stovna felagið. Og nú eri eg sannførdur um, at eg fari at stovna mítt egna felag, segði Hávardur, tá vit í gjár hittu hann á Kongabrúnni umborð á Enniway. - Túrurin til St. Kilda var framúrskarandi. Tað er ótrúligt at sigla á opnum havi við seglbáti. – Einki óljóð; bara vakra ljóðið frá aldunum. Og so tóku øll sera væl ímóti okkum allastaðni. Tað er ótrúliga stórur munur á at ferðast við báti og so við flogfari og kufferti. Tað er ein heilt onnur atmosfera, greiðir Hávardur frá, meðan hann ger bátin til reiðar til næs- ta túrin. Hávardur kom nevniliga aftur til Føroya við Enniway fríggjadagin, og longu í gjár fór hann aftur at ferðast við bátinum. Hesaferð sín fyrsta sølutúr í nýggja felagnum. Við á ferðini hevði Hávardur fimm ferðandi, sum høvdu keypt sær ferðaseðil við Enniway. - Vit seta kósina móti St. Kilda, men enn vita vit ikki rættiliga, hvagar leiðin endaliga gongur. Veðrið hevur alt at siga, sigur Há- vardur spentur. Seglbáturin hjá Hávardi Enni er sera snøggur og hevur millum annað trý kømur, brúsu, vesi og køli- skáp. Ein ferð við bátinum og Hávardi sum skipara kostar um 5000 krónur. Tá er alt uttan matur íroknað: - Hetta verður helst seinastu túrurin í ár, men næsta ár ætli eg mær at legg- ja hart út og at verða bókaður alt summarið. Eg ætli mær millum annað at selja fýra langar uttanlandsferðir við bátinum, men somuleiðis at selja stuttar ferðir kring Føroyar. Slík bátafeløg eru allastaðni í heiminum, so hví skal tað ikki bera til her í Føroyum?, sigur ein bjartskygdur Hávardur Enni at enda. Hávardur Enni stovnar egið bátafelag Hávardur Enni hevur verið sjómaður seinastu trý árini. Og tá hann varð boðin til Íslands við einum seglbáti fyri tveimum árum síðani, fekk hann veruliga blóð á tonna. Tá Hávardur so fekk møguleika at keypa Enniway, tók hann í stundini av tilboðnum: - Eg elski at sigla. Enniway er veruliga mítt lív, sigur ein glaður Hávardur. Her er fyrsta ferðalagið á St. Kilda: - Tað var ein framúrskarandi túrur, sigur Ísak Jacobsen, ein av teimum ferðandi.