Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 136 - 18. juli 2006 tíðindi Ikki færri enn fýra føroyskir bólkar lata nýggjar fløgur úr hondum á G!Festivalinum, her er talan um óroyndar amatørar, superbólkar og garvaðar punkarar og eina fløgu, ið hevur verið á veg í trý ár. Festival summarið Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Bólkarnir The Story Ends, Marius, 200 og Gestir hava á G!Festivalinum útgávu konsertir. Fyrsta útgávukonsertin verður longu hóskvøldið á spæli- plássinum, tá The Story Ends blaka sína fyrstu útgávu eina EP við fimm løgum á marknaðin. Lagið Dancing Around Honolulu hevur longu ligið ovast á 15 teimum bestu og vitnar um fjøllbroytta og festliga tónleikin, ið vit kunnu vænta okkum á EP’ini. Fríggjadagin kemur en- diliga útgávan hjá Gestum “Burtur frá toftunum” á marknaðin. Síðan bólkurin vann Prix Føroyar og upptøkutíð í Lundgaard upptøkuhølunum í Vejen í Danmark, hevur hendan fløgan verið á veg, her byrjar so smátt at vera talan um eitt slag av Guns n’ Roses kompleksi, so tað er gleði- ligt, at fløgan nú kemur út. At døma eftir konsertini á AME í Reykjavík hevur langa bíðitíðin verið sera gevandi, tí bólkurin er men- tur 200% Graceland tann sera spennandi og hartsláandi uppfylgjarin eftir Viva La Republica hjá 200 verður slept við einum braki á miðnátt millum fríggjakvøld og leygarnátt, við framførslum bæði í Føroyum og uttanlands í kuffertinum, fer 200 at fáa Gøtusand at lyfta seg. Eisini GBOB vinnarin superbólkurin Marius verður fløguaktuellur, tá hann leygardagin fer á pallin á spæliplássinum á Fýra útgávukonsertir á G!Festivalinum Leygarkvøldið 22. juli kl. 20.00 skipar Sandoyar Kunningarstova fyri gong- utúri við tónlistarligum innslagið. Tiltakið byrjar við konsert í Kelduni í Skálavík við danska bólkinum Valseværket, ið spælir góðan norðurlendskan spælimannstónleik. Síðan verður farið túr til drunn- hvítabølini í Norðasta Haga við ferðaleiðarun- um Páll í Dalsgarði og Lauru Joensen. Har verður møguleiki fyri at síggja Drunnhvítan og stórslignu náttúruna. Í gomlu smáttuni undir Borg verður borðreitt við ræstari súpan og heitum pannukøkum. Konsertin við Valseværket verður uppafturtikin í Norðasta haga. Tað ber til at melda seg til túrin á Sandoyar Kunningarstovu. Sunnudagin 23. juli kl. 14.00 verður aftur skipað fyri túri, hesaferð til Lokloy- si. Lokloysi er eitt sermerkt stað, ið liggur norðast á vestursíðuni á Sandoynni. Her er náttúruhavn, sum fyrr varð nýtt til at seta upp í. Á túrinum verður Karlot Petersen ferðaleiðari. Tað ber til at tekna seg til túrin á Sandoyar Kunningarstovu. Luttøkan er avmarkað. nud Náttúruhavnin í Lokloysi Fólkatónleikur og útferðir á Sandoynni Ein av mest forkunnugu løtunum á ársins G!Festivali verður uttan iva, tá Eivør Pálsdóttir og Nicolina á Kamarinum saman fara at syngja “Mær leingist” Tónleikur Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Á stóru sangløtuni á G!Festivalinum leygar- kvøldið fara tvær av mest eyðkendu og mest elskaðu føroysku kvinnurøddunum seinastu 50 árini at syngja saman, nevniliga Nicolina á Kamarinum og Eivør Pálsdóttir. Eivør hevur mest sum gjørt sangin hjá Teimum á Kamarinum “Mær leingist” sín egna, og hesin sangur er eitt hæddarpunkt bæði á fløgu og konsertum hjá Eivør. Á konsertini hjá Tei- mum á Kamarinum á G!Festivalinum í fyrra árið, sá Nicolina, Eivør millum áskoðararnar og bjóðaði henni upp at syngja “Mær leingist” saman við sær. Henda spontana duett var ein stór uppliving fyri áhoyrararnar, ið høvdu leitað sær á spæliplássið seint hetta leygarkvøldið, ein uppliving í áskoðararnir á G! í ár eisini fara at uppliva. Nicolina gleðir seg til aftur at sleppa á pall á G!Festivalinum, og serliga nógv eisini til at syngja duett við Eivør. Hon leggur ikki skjól á, at henni dámar væl tulkingina hjá Eivør av “Mær leingist”. Virðingin fyri ungu songkvinnuni úr Gøtu, tykist stór hjá Nicolinu. Eins og Nicolina sjálv syngur Eivør nógv á móðurmálinum, eisini tá hon ferðast kring heimin og spælir konsertir. Hetta metir Nicolina vera eina greiða styrki, hjá Eivør. Hon vísir á, at okkara vakra mál er ein dýrgripur, og at tað er fryktiligt at hoyra fólk tosa um, at føroyskt ikki kann brukast, hesi fólk hava ongantíð hugt í Songbók Føroya fólk, sigur Nicolina, her renna orðini hjá fyrrverandi stjóranum í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff henni í hug, “Hví skulu føroyingar syngja á enskum? Tað eru milliónir, sum duga enskt betur enn tit, men eingin dugur betur føroyskt enn tit”. Fleiri útlendingar hava sagt við Nicolinu, at tá teir hoyra fólk syngja á føroyskum, nýtist teimum ikki at skilja øll orðini, tí teir skilja kenslurnar. Nicolina heldur tað vera ótrúliga stuttligt, at G!Festivalurin nú hevur tikið felagssangin til sín. Sangurin á ólavsøku er ein heilt serlig løta hvørt ár og hetta, at so nógv fólk kunnu syngja saman, er serføroyskt. Útlendingar eru ovfarnir av hesum, at so nógv fólk duga somu sangir, og kunnu syngja teir saman, vit eru ikki sjálv líka ovfarin, tí fyri okkum er tað nú bara soleiðis, sigur Nicolina. Nicolina heldur nógv av føroysku tónleika- festivalunum, ið seinastu árini eru sprotnir fram, hon hevur luttikið á bæði G!Festivali og Summar Festivali og hevur dámt hetta øgiliga væl. Á festivalinum sleppa føroy- sku kreftirnar at royna seg, og vit fáa øll útlendskar tónleikaupplivingar, so festivalarnir eru góðir á fleiri hættir. Nicolina metir tí stóru menningina í føroyskum tónleiki at vera eina sanna kollvelting, her spríkir fram allastaðni og einki tykist óført. Fruktirnar av musikkskúlanum síggjast nú aftur, og hópin av ungum og spennandi bólkum eru at hoyra allastaðni kring landið. Her er nógv broytt síðan Nicolina og hini á kamarinum fóru undir sítt tónleikavirksemi fyri yvir hálvthundrað árum síðan. Alheimsgerðin hevur eisini gjørt seg galdandi innan tónleikin. Tað er nógv styttri út til grannalondini, sjónvarp, útvarp og teldan hava flutt alheimin inn í stovuna. Nicolina sigur, at hon hevur til dømis ongantíð havt ambitiónir um at liva av tónleiki, ein dreymur, ið sera nógvir ungir tónleikarar hava nú á døgum. Nicolina og Eivør syngja saman á G! Nicolina á Kamarinum fer á pallin saman við Eivør Pálsdóttir á G!Festivalinum 3 ár eftir Prix Føroyar sigurin, gevur Gestir endiliga fyrstu fløguna út