Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006 9 tíðindi Nú fast samband umsíðir er millum Klaksvík og Vágoynna, fara Sámal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen at vága sær til Klaksvíkar. Við sær hava teir eina rúgvu av kendum sangum, sum føroyingar veruliga hava tikið til sín Summar Festivalur Jákup Mørk Einki er sum vágamenn við vágasound. Altso rættir vágamenn við røttum vágasoundin- um. Sum til dømis Sá- mal Ravnsfjall og Jóan Jakku Guttesen. Teir báðir hava í nógv ár sett sín serstaka dám á føroyskan tónleik, og teir eru framvegis við, har tað hendir. Og á Summar Festivalinum hendir nakað stórt, og nú eru Sámal og Jóan Jakku klárir at rulla norður til Klaksvíkar á svørtum asfalti. Fasta sambandið millum Klaksvík og meginøki er einki vágaverk, men tað gevur nýggjar møguleikar. Nú er tað leikandi lætt at flyta rættar vágamenn við røttum vágsound norður í landið at syngja og spæla. Kendir sangir Við sær í viðførinum hava Sámal og Jóan Jakku eina rúgvu av sangum, sum føroyin- gar veruliga hava tikið til sín. Hvør kennir ikki allar teir góðu, gomlu sangirnar hjá Tinganest, har Jóan Jakku var ein høvuðs- maður, ella teir frálíku sangirnir hjá Sámal Ravnsfjall – Medistari í karry ella Á trappuni hjá Lenu. Og so ikki at gloyma felagsprojektið hjá Sámal og Jóan Jakku, Vágðaverk, har sangurin um 1001 nátt langt síðani er vorðin ein nýklassikari í før- oyskum tónleiki. Sámal og Jóan Jakku spæla leygarkvøldið á Summar Festivalinum. 1001 nátt í Klaksvík Føroya besti vísusangari verður aftur í ár við á Summar Festivalinum í Klaksvík. Hanus G. Johansen hevur verið við á báðum undanfarnu Summarfestivalum, og hansara framførslur teljast millum tær bestu á festivalinum yvirhøvur Summar Festivalur Jákup Mørk Vísusangarin Hanus G. Johansen fer aftur í ár at spæla á Summar Festival- inum í Klaksvík. Á báðum undanfarnu Summar Festivalinum hevur Hanus verið við, og hansara framførslur hava verið framúr – nakað av tí besta, sum hevur verið á festivalinum yvirhøvur. Og alle gode gange tre, tí Hanus fer aftur í ár syngja sínar kendu sangir á Summar Festivalinum. Tað munnu verða fáir føroyskir vísusangarar, sum kunnu samanberast við Hanus, ið hevur gjørt eina rúgvum av framúrskarandi løgum til yrkingar hjá øðrum – ikki minst Pól F. Joensen. Á flog við Frændum Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleika- lívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum. Tá ið Frændur fyrstu ferð fór í studio í 1984, var Hanus við í bólkinum, og tað kom væl við hjá honum tónleikarunum í bólkinum, tí Hanus hevði roynt studio áður, og hann var góður sangari. Hanus setti dam á fyrstu tvær útgávurnar hjá Fræn- dum, og hann kann millum annað hoyrast á sangum sum Hundurin Brúni og Friðarsangur. Fólkærur vísusangari Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri vísusangarin, sum dugir at fanga einhvørja mannfjøld – um hon er stór ella lítil. Útgávan Gaman og álvara staðfesti støðuna hjá Hanus sum ein framúr lagasmið og sangara – ikki minst tá ið hann tulkaði Pól F. Joensen. Hanus hevur eisini spælt saman við klassiska orkestrinum Aldubáruni, og nýggjar studioupptøkur liggja fyri framman. Men Hanus er kanska allarbest, sum hann kann upplivast á Summar Fes- tivalinum - við einum kassagittara um hálsin, ein- samallur á einum palli. Hanus á Summar Festivalin Tað munnu verða fáir føroyskir vísusangarar, sum kunnu samanberast við Hanus, ið hevur gjørt eina rúgvum av framúrskarandi løgum til yrkingar hjá øðrum – ikki minst Pól F. Joensen. Enn hevur Summar Festivalurin ikki kunngjørt endaligu skránna fyri festivalin, men á heimasíðuni hjá festivalinum ber til fáa ein ábending um, nær teir ymsu bólkarnir spæla Summar Festivalur Jákup Mørk Nógvir útlendskir bólkar og sangarar verða við á Summar Festivalinum í ár, og flestu av bólkunum eru heilt kendir her á landi. Summar Festivalurin gevur á síni heimasíðu fólk eina ábending um, nær teir ymsu bólkarnir, sum higartil eru kunngjørdir, fara at spæla. Tá tosað verður um teir stóru útlendsku bólkarnar, so verða teir at hoyra bæði fríggjakvøld og leygar- kvøld. Fríggjakvøld fara Sarah Brendel, The Rasmus, FR David og Maggie Reilly at spæla, meðan nøvn sum Shubidua, Roger Hogdson, Johnny DeLuxe og David Phelps verða at hoyra ley- gardagin. Føroyskir bólkar Haraftur fara eisini nógvir føroyskir bólkar at spæla á Summar Festivalinum, burtur úr rúgvuni kann nevnast, at Høgni Lisberg og Páll Finnur Páll spæla fríggjakvøld. Leygarkvøld ber til at hoyra millum annað Martin Joensen, Hanus G. Johansen, Kim Hansen, Anfinn & Co og Eyðun & Terja. Summar Festivalurin ætlar sær næstu tíðina at kunngera fleiri føroyskar bólkar, ið fara at spæla á festivalinum í ár. Meira kann lesast um teir ymsu bólkarnar á heimasíðuni hjá festivalinum á www. summarfestivalur.fo The Rasmus fríggjakvøld og Shubidua leygarkvøld Heimskendi rockbólkurin The Rasmus fer at spæla fríggjakvøld á Summar Festivalinum