Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 136 - 18. juli 2006 UG til Thor Í hesum tíðum við ófrættatíðindum nærum hvønn dag úr Miðeystri, Irak og Indonesia, er eisini tiltongt við góðum tíðindum. Tí vóru stórtíðindini úr Hósvík mánamorgunin sera kærkomin. Føroyska reiðaríið Thor hevur gjørt sáttmála við Tórshavnar Skipasmiðju um at byggja eitt stórt veitingarskip til frálandavinnuna fyri 75 milliónir kr. Og skipið skal smíðast í Føroyum. Alt sum tað er. Hetta eru góð tíðindi fyri allar Føroyar. Fyri tað fyrsta er hugaligt aftur at síggja, at áhugi er fyri at smíða skip í Føroyum. Harnæst er tað fløvandi at vera vitni til, at ein føroysk vinnufyritøka sum Thor hevur dirvi og hegni til at fara undir eina slíka verkætlan. Tað er eisini áhugavert at frætta, at til ber at byggja brýr millum vinnulív og fakfeløg. Tá hugsað verður um fólkini aftanfyri hesa verkætlan, tey góðu og dugnaligu fólkini hjá Thor í Hósvík, so eigur henda sólskinssøga kortini ikki at koma so óvart á. Fyritøkan hevur nevniliga leingi verið ein av teimum djørvu og dugnaligu í føroyskum vinnuhøpi, har man hevur dugað at spælt uppá teir røttu tangentarnar. Fyri tað fyrsta hevur fyritøkan tikið stigið frá fiskivinnuni til frálandavinnuna. Við at hava eitt bein í hvørjum av hesum vinnum hevur fyritøkan tryggjað sær støðugari arbeiði og rakstur. Men ikki nóg mikið við tí. Fyritøkan hevur so eisini torað at slept heimligu klettunum og er farin út í stóru verð við sínum tænastum, nakað, sum aðrar føroyskar fyritøkur so avgjørt hava nakað av læra av. Tað er í hesum altjóða arbeiði á føroyskum kjøli, at góðu høvdini hjá Thor hava sæð møguleikarnar at vera við til at menna eina vinnu, sum - hóast mangir føroyingar arbeiða í henni - er rættiliga fremmand fyri flestu av okkkum. Sum skilst hava royndirnar hjá Thor í frálandavinnuni verið við til at menna eitt ávíst slag av frálandaskipum og sum nú eitt nú føroyskir handverkarar sleppa at gera. Og eydnast henda fyrsta verkætlanin væl, umhugsar Thor at byggja fleiri skip í Føroyum. Einki minni enn eitt reint UG til Thorfólkini og tillukku til tey og til bæði skipasmiðju og fakfelag, sum eru partur av hesi spennandi nýbrotsverkætlan. Sosialurin Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Henrietta Hammer henrietta@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Heini Kristiansen heinik@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. »Maðurin við endan á borðinum fór við øllum, ikki so frægt sum molarnar fingu vit. Er okkara kæra land blivi eitt mafiafyritakandi??« Gerhard Lognberg SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Eg eri heldur mótfallin nú eg siti og festi hesi orð á blað. Klokkan er blivin 02.45 nakað sinnisrørdur ella eyðmýktur av teimum sum megna meira “hvør ræður” í okkara kæra Før- oya landi, er tað kanska ljótt at siga mafia tilstandir ella eigur tað at verða so? Sum øllum kunnugt so eru ikki nógv loyvir eftir í Sandoy. Tvey virkir eru sum hava flakaframleiðslu og bæði hoyra til Sandoy Seafood, og sigast má at tey eru tað berandi í Sandoy. Sjálvur frætti eg um tvey pør sum blivu til salg herfyri. Tankarnir fuku ígjøgnum mítt neyðars høvd: ja nú er kjansurin at fáa ráðvøru til okkara virkir og støðugt arbeiði til Sandoyar fólk. So eg gjørdi skjótt av, fór at tosa við teir menn sum kundu drifta. Raskir menn sum nærum ikki fáa sín líka á skipsdekki.. Jú eg segði teimum hvat eg hevði í hyggju. Jú hildu hesir ungu garpar, latið okkum fara beinanvegin til Havnar at tosa við bankan. Eg var samdur, men fyrst fóru vit at hyggja eftir hesum væla snekkjum, sum nú helst komu at hava SA á bógnum. Erpnir sum pávar vóru vit samdir um hvar vit skuldu fara og fáa fígging. Jú vit truffu tveir mans, annar vildi hava at vita, hvat hesir menn sum komu brestandi inn á fund átti í eginfígging, hin sum var meiri smílandi helt, at hetta hevði verið gott fyri San- doy og virksemi har. Jú vit tosaðu leingi og væl, annar helt nevdarfund verða í morgin, so væl liggur fyri at fáa ordna hetta. Vit tóku í hondina á hvør øðrum, so tað brakaði í beinagrindini. Komin aftur til Skopunar var spenningurin hjá okkum sum hjá barni á jólum. Eg ringdi nevndarfor- mannin í bankanum upp á náttartíð og bað hann í Guðsgarði um at hjálpa okkum. Hevði hoyrt frá systkinabarni mínum, sum ikki er meir ímillum ok- kum, um henda mann sum nakað serligt. Síðani blivu túrarnir nak- rir í okkara banka. Seinasta vitjanin í banka- num tá gramdi teir seg um at vit ikki fingu kaffi, tí at alt bleiv umbygt og aftur blivu vit róstir fyri hesa ætlan. Tá líkasum merkti eg, at bloðtrýsti byrjaði at hækka, og var fjúsið blivi stutt, og helt eg at kaffi hevði eg minst brúk fyri frá hesum yvirfittu havnarmonnum ella bankamonnum, sum helst ikki hugsa um flaka- kvinnuna í Sandoy ella teir sjógarpar sum ikki eiga hýru. Tað sum vit vildu var at keypa teir stóru bátarnar, men nú var greitt, at tey minni pørini, vóru helst tey sum vit høvdu møguleikan at keypa. Boðini komu frá bankanum. Sum vit skiltu vildi Realur- in fíggja 70% av virðinum av skipunum, meðan bankin vildi fíggja restina upp til 20 mió har av skuldu vit hava 4 mió í eginpeningi sum ikki var trupuleikin. Nú bleiv eg aftur hei- tur um skallan, helt ok- kurt løgið verða: mann nevndarformaðurin hava interessu í keypinum, ja so hava vit ongan kjans hugsaði eg forfardur. So eg tók telefonbókina, fann nummarið hjá nevdar- formanninum og ringdi hann upp. Jú maðurin var sera fyrikomandi. Eg segði frá tí eg hevði uppá hjarta, so helt hann sakliga fyri: “tú hevur fingið skeivan persón, vit eita líka..” so skuldi hann greiða mær frá hvussu og hvat við skyldskapi. Tað tímdi Gerhard snøkt sagt ikki at lurta eftir, men segði stutt umskylda. Síðani traff eg rætta mannin og spurdi um so var, at hann var sjálvur áhugaður, um hann vildi lata okkum fáa teir minni bátarnar og greiddi honum frá hvussu lítla rávøru virk- ini høvdu. Jú maðurin var sera fyrikomandi at tosa við, men gav okkum einki lyfti. Men so ringdi maðurin sum átti bátarnar at boða frá, at boðið á teir minni bátarnar var komi uppá 30 mió. Tað vil siga um eg skuldi leggja 1 mió omaná, ja so skilja hvør í skilja vil skuldi eginpeningurin verða ca. 15 mió. Visión 1800 Nú eg setti meg upp aftur á við einum temunni og einari sukurfríðari kransakaku, fyri ikki at øsa inslulini upp, brillurnar frammi á nøsini og Sosialinum dagandi upp móti himmalrúminum, síg- gi eg nevndarformannin á síðu 18 vísandi á “alt hetta er mítt”. Maðurin við endan á borðinum fór við øl- lum, ikki so frægt sum molarnar fingu vit. Er ok- kara kæra land blivi eitt mafiafyritakandi?? Ja hvat gjørdi eg eftir henda lesnað? Jú eg tók brillurnar av og turkaði tárini og mátti ásanna: eingi skip til Sandoy. Annars Jóhan Páll Joensen, góða eydnu við skipunum, men minst til tín leiklut í bankanum. Verð ikki alt for grammur. Nú havi eg sagt mína hjartans meining, sum neyvan verður dámd, men eg ætli at siga mína hjartans meining óansæð antin tað er høgur ella lágur - nú klokkan er vorðin 4 hóast klárvakin og fái neyvan nakran svøvnblund hesa nátt av mismóti sum ikki líkist mær. Altso tá skopuningarnir skuldi keypa, metti bankin hjá okkum at 20 mió var toppurin fyri skipini, men tá nevndarformaðurin ke- ypti vóru 30 mió í lagi. Vælsignaðir menn, um tað nakrantíð verður næstu ferð eg komi á gátt saman við ungum monnum, ikki taka tíð við at fundast, men heldur vísa okkum durafjóðringin heldur enn kaffi og púrt einki úrslit. Men gott er, nú kemur okkara høga ting saman aftur og fari eg eftir førimuni at royna at fáa sum best burturúr í Sand- oya og Skúvoy um teir sterku visións pávarnir í nesinum vilja hjálpa til. Tí eitt er víst, at neyvan bjarga vit útoyggjum, Sandoy har íroknað, við at sita og og viðgerða visión 2015 saman við fastløntum fólkum úr fyrisitingini, sum hvør í sínum lagi spola runt á stovunum við einum A4 arki í hondini so stjórar og onnur síggja at tey eru til. At seta kontórfólk uppi á Hotel Føroyum at viðgerða visión 2015 tað er betur at tey hava frí tann dagin. Til slutt gamla góða orða- takið var “Eingin skal av ungum alv bragdar hugin forða”. Men góðu tingfólk og onnur góð fólk her á landið. Tað vit hava klára, tað er at skaffa bátsbandi aftur sum visión 1800 avskaffaði. So nú er bara eftir at tú skalt eiga eina hálvmørk fyri at kunna giftast, og hvar hvør mjólksopi verður framleiddur í miðstað- arøkinum. Leingi livi okkara kæra Føroya land. Báðu megin borðið! Løgtingsmaður gerhard lognberg