Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 11

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006 11 tíðindi Ólavsøkukonsertin fyllir 20 ár í ár, og hesaferð ber m.a. til at keypa sær ein bita av spiki aftur við tónleikinum TÓNLEIKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo – Turkaðan fisk frá Høvda­ virkinum og spik frá grindaformonnum. Tað er feitt, sigur Kaj Johannesen, formaður í Føroya Undir­ haldstónleikarafelag, FUT, sum aftur í ár skipar fyri ólavsøkukonsertini í Kommunuskúlagarðinum í Havn 27. juli. Hann vísir á, at pylsur, candy floss og aðra “út­lendska evju” kanst tú altíð fáa á ólavsøku, og tí verður eitt serligt tjald sett upp á ólavsøkukonsertini hesaferð. Konsertin er fyri allar aldursbólkar, men tú skalt vera 18 ár fyri at sleppa inn í tjaldið at keypa fisk, spik og møguligar drykkjuvørur. Á flestu størru tiltøkum hevur verið skeinkiloyvi hetta summarið, eftir at rúsdrekkalógin varð broytt herfyri, og hesum tekur Kaj Johannesen undir við. – Vit hava skip­að viður­ skifti á ólavsøku­konsertini. Menn eru eisini givnir at selja jørð fyri at keypa sær eina øl! Vilja ikki kappast Formaðurin vísir á, at teir ikki hava ført nakra lýsingarherferð, av tí at tey ikki vilja taka nakað frá festivalunum, sum tey í FUT bara meta vera føroyskum tónleiki og føroyska summarinum at frama.Tó hava smáir lýsingarlepar ligið frammi á kaféum og ymsum sam­ komustøðum seinastu tíð­ ina, har FUT m.a. kann avdúka, at íslendski superbólkurin Mezzoforte, Lena Anderssen og Eyðun Nolsøe Band spæla á konsertini í ár. Harafturat verða Pop-top-vinnarin, Crawling Blue, Gunnar og Maria Guttesen, Kristleif Zachariassen, einstaklingurin Marius, EGR2PLZ, Dreams, Side- Effect og tann danski dj’in, Beatboy, sum syngur rútmur í mikrofonina, við hesaferð. Sum rosinurnar í pylsuendanum hevur FUT fingið MC-Hár at enda konsertina, og Brekku- Brothers spæla í tjaldinum. Kaj Johannesen sigur, at tað als ikki er torført at fáa útlendskar bólkar hendanvegin at spæla, tí ólavsøkan í sær sjálvum er verd at uppliva. Men tað er ikki verri, um dygd er í. – Tú stendur og skal velja millum Nik og Jay ella Mezzoforte, men musikararnir í Mezzoforte hava prógvað, at teir eru dugnaligir, sigur Kaj Jo­hannesen, sum avdúk­ ar, at Mezzoforte kemur hendanvegin kjalar­vørr­ inum á Hoyvíkar­sátt­ málanum, avt í at umboð fyri FUT vóru í Reykjavík til eitt AME-tiltak, har bólkurin spældi. Mezzoforte plagar eisini at fáa góð ummæli í tónleikatíðarritum, og hetta hevur eisini gjørt sítt til, at teir aftur eru bjóðaðir til Føroya. Orsøkin til, at Tim Christensen varð boðin hendanvegin í fjør var m.a. eisini av tí, at hann hevði dugnaligar tónleikarar við sær. Møta rættstundis Formaðurin í FUT leggur dent á, at talan er um eina konsert og ikki ein festival, har yvirskotið fer til tónleikin. Ætlanin er at leggja pening til síðis, so felagið kann skipa fyri smærri konsertum í vetur, tá annars lítið hendir. Á ólavsøkukonsertini er bara ein pallur, og í hesum eru bæði fyrimunir og vansar. Tað góða við hesum er tó, at føroyskir tónleikarar noyðast at møta rættstundis. Kaj Johannesen greiðir frá, at í fjør kom ein bólkur ov seint. Hetta ávirkaði alla konsertskránna, og hesin bólkurin sleppur ikki við aftur. – Musikararnir læra at laga seg til tíðina, og tað er týðiligt, at ein broyting er farin fram eftir Prix Føroyar, sigur Kaj Johannesen. Annars fyllir ólavsøku­ konsertin 20 ár í ár. Aftur í ár hevur Anker Eli Petersen myndskrýtt lýsingarleparnar fyri konsertina, og tað var eisini hann, sum á sinni gjørdi Futta, maskottin hjá FUT. MC-Hár hevur júst verið á venjingarlegu í Portugal. 27. juli hátíðarhalda teir 15 ára jubileum á ólavsøkukonsertini TÓNLEIKUR Theodor E. D. Olsen theodor@sosialurin.fo Ein av bólkunum, sum ofta hevur framført á ólav­ søkukonsertini, er MC-Hár, og teir fáa heiðurin at enda konsertina hesaferð. Í ár eru 15 ár síðani MC-Hár fyrstu ferð spældi alment. Hetta var saman við bólkinum Paria í Gundadalshøllini í Havn. MC-Hár kann sostatt hátíðarhalda sín 15 ára føðingardag, samstundis sum ólavsøkukonsertin held­ur sín 20 ára dag. Niels Uni Dam, odda­ maður í MC-hár sigur, at bróðurparturin av mann­ ingini júst hevur verið á venjngarlegu í Portugal. Manningin, sum í dag telur 7 mans, hevur verið rættiliga støðug seinastu 4 árini, og teir lova, at bæði nýtt og eldri tilfar verður á skránni ár. Tó mest eldri. - Tað er altíð stuttligt at spæla á ólavsøkukonsertini og altíð eitt upplivilsi. Hon er eitt hæddarpunkt, og nú eru trý ár síðani, vit spældu har seinast, sigur Niels Uni Dam. Hann kallar konsertina eina veitslu, sum er byrjanin til sjálva ólavsøkuna, og tað er ein orsøkunum til, at teir serliga fara at spæla sangir, sum fólk kenna frammanundan. – Tað er fantastiskt at hoyra ein heilan komm­ unuskúlagarð, 3000 fólk, brøla við til tínar sangir, sigur Niels Uni Dam. – Vit hugsa altíð um, hvussu vit kunnu gera eitt stórt show, og tað er tann sami ljósmaðurin, Egil Barclay Hansen, ið hevur verið við okkum øll árini, sum verður við i ár. Hann komponerar eitt ljósshow til hvørt lag, greiðir odda­ maðurin í MC-hár frá. MC-Hár hevur givið tvinnar fløgur úr. “Fram­ vegis uttan vit” kom út í 1998, og árið eftir kom “Burn Me”. Niels Uni Dam sigur, at tónleikararnir í MC-Hár eru betri enn nakrantíð. M.a. kallar hann Rók Jákupsson Jakobsen Føroya besta mannliga sangara. Hann hevur verið við bólkinum síðani 2001. Nú vit skriva 2006 er tað so sum so við hárinum hjá bólkinum. Bara ein limur er eftir við síðum hári, men hetta ger einki sambært Niels Una Dam. – Hár er a state of mind!, sigur hann avgjørdur. Fiskur og spik á ólavsøkukonsertini MC-Hár koma afturíaftur Óbroytt fólkatal Fólkatalið er vaksið við 93 fólkum síðani ársbyrjan og var tann 1. mai 2006 gjørt upp til 48.296. Á Sandoy eru 21 prosent fleiri mannfólk enn konufólk. Samfelag Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Sambært nýggjastu tøl­unum frá Hagstovuni er hetta er triðja árið á rað, at fólkatalið í byrjanini av mai fer upp um 48.300. – At gongdin líkist so nógv teimum báðum undanfarnu árunum bend­ir á, at lítil og eing­in broyting er í fólka­ talinum, hvørgan vegin. Tað er tó ov tíðliga enn at meta um, hvussu árið fer at roynast, tí tað velst alt um, hvussu til- og fráflytingin verð­ur, serliga summar­mán­ aðirnar, verður sagt av Hagstovuni. Gamlir dreingir á Sandoy Av teimum 48.296 sum búðu í Føroyum 1. mai vóru 25.109 mannfólk og 23.187 konufólk. Hetta svarar til, at fyri hvørji 100 konufólk vóru 108,3 mannfólk ella 8,3% fleiri. Hetta lutfallið er tó rættiliga ójavnt býtt runt um landið. Tað javnasta býtið er í Havn, har mannfólkini bert eru 1,7% fleiri, og tað skeivasta býtið er í Sandoyar sýslu, har mannfólkini eru 21% fleiri. MC-Hár hevur ofta verið at hoyrt á ólavsøkukonsertini. Nú kunnu teir halda 15 ára jubileum Mynd: Johan Faulkner Kaj Johannesen er formaður í FUT, sum ikki vil kappast við festivalarnar. – Ólavskukonsertin er ein konsert!