týsdagur 18. juli 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 136 - 18. juli 2006
Sigmund Bech, Tvøroyri, andaðist á Suðuroyar
sjúkarhúsi sunnudagin 16. juli, 77 ára gamal.
Farið verður úr kapellinum til Tøroyrar kirkju
týsdagin kl. 18.00.
Jarðarferðin verður mikudagin klokkan 13.00.
Tey, ið vilja minnast Sigmund, kunna lata eina
peningagávu til Føroya felag móti krabbameini;
konta í peningastovninum.
Jon Gulak Jacobsen, ættaður úr Hvalba, andaðist
á sjúkrahúsinum í Gentofte, sunnudagin 16. juli,
55 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni.
14 juli andaðist Tollak Oskarson 17 ára gamal.
Bønarhald verður á kapellinum týsdagin kl. 14.
Kistan ferð av Gomlurætt kl. 15.45. Jarðarferðin
verður mikudagin úr heiminum á Sandi til Sands
kirkju kl. 13.
Andlát og jarðarferðir
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
magnus gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
tlf 341800 fax 341801
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og keningum, at
elskaði sonur okkara, beiggi, ommu- og abbasonur
Tollak Oskarson
av Sandi
andaðist 14. juli, 17 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr heiminum mikudagin kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Oskar, Nanna, Birna og Rói
Justa. Deyð umleiðs 300. Halgisøgan sigur, at hon
og systirin Rufina beindu fyri skurðgudamyndini
Salambo í Sevilla í Spaniu. Tær vórðu báðar
píndar og tiknar av døgum.
Navnið merkir tann rættvísa
Dagurin í morgin
Tøkk
Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu
tá kæra mamma mín
Jacobina Olsen (Bina)
Skála
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri blómur, kransar, peningagávur
til Eldrafelagið Kumlá og hjálpsemi.
Takk til tykkum øll, ið fylgdu henni
til hennara seinasta hvíldarstað.
Palli
Fyrsta B36-myndin
Frá B36 hava vit fingið
sendandi niðanfyri stand
andi mynd, sum helst er
tann fyrsta, ið er tikin av
nøkrum B36-liði.
Sum so er talan helst ikki
eitt lið hjá B36, men heldur
av einum liði, harav nakrir
eitt ár seinni ella so vóru
við til at stovna nú 70 ára
gamla felagið.
Myndin er komin til
vega úr MB-húsinum, sum
hevur móttikið hana úr
Kollafirði. Komið varð
fram á myndina, og finn
arin roknaði við, at hon
hoyrdi heima í MB. Bæði tí
spælibúnin líkist tann hjá
miðvingum, og tí myndin
helst er tikin í Miðvági
umleið 1935.
Í Miðvági kendust tey tó
ikki við spælararnar á
myndini, og síðani er kom
ið eftir, at hon helst hoyrir
heima í B36.
Spælibúnin, sum spælar
arnir á myndini eru í, er
tann hjá Fram, sum var
upprunaligi spírin til B36.
Nøkur av nøvnunum eru
menn komnir fram til, og
eru teir hesir:
Aftasta rað frá vinstru:
Joen
Andreas
Hansen
(Andrias í Sibbanum), Poli
Nolsøe, nr. 3 er ókendur,
Eivind Mouritsen, Hans
Petur Petersen, vanliga
nevndur »trykk« tí hann
var prentari. Hann flutti
seinni til Klaksvíkar.
Miðara rað frá vinstru:
Emil Jacobsen (Emil hjá
Gøtu-Jákup), Julian Han
sen, Poul Hansen (Poul á
Verkinum).
Fremsta rað frá vinstru:
Tummas
Juel
Askham
(Ullaba), Jóhs. »Lill« Mich
elsen ella Júst Sivertsen,
Anton hjá Lutherusi (pápi
Osvald Hansen)
Tað eru Heðin Samuelsen
og Annfinn Danielsen,
sum hava roynt at leitað
fram til nøvnini á spæl
arunum. Veit nakar meira
at siga um forkunnugu
myndina, eru hesi væl
komin at seta seg í samband
við teirra. Heðin Samuelsen
er at hitta á tlf. 213712, og
Annfinn Danielsen á tlf.
224124.
Veit nakar meira at siga um hesa myndina, ið helst er tann fyrsta, ið er tikin av einum B36-liði
Jona Eidesgaard
Tvøroyri
andaðist mánadagin 17. juli, 88 ára gomul.
Jarðarferðin verður kunngjørd seinni.
Lesið