Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006 13 Ísraelsdeild opnar í Føroyum – Vit eru treytaleyst vinir Ísraels, ígjøgnum tjúkt og tunt. Soleiðis siga Jákup Joensen, limur í nevndini hjá Ísraelsfelagnum, Dánjal Poulsen, formaður í Vinir Ísraels, eftir tíðindafundin í Norðurlandahúsinum. Hendan skrivstovu­deild­ in verður ein av mongu deildunum hjá Keren Hay­ esod, á føroyskum Sam­ einda Ísraelska Áheitanin, sum savnar pening inn til arbeiðið við at flyta jødar úr ymiskum londum til Ísraels. Í sambandi við hesi tíðindini eru Jan Rosen­ berg, umboðsmaður fyri felagsskapin, og Arne Melchior, fyrrv. fólkatings­ limur, í landinum fyri at halda fyrilestrar um fel­ agsskapin, ið hevur deildir kring allan heimin. Tað er ætlanini, at deildin skal verða mannað av frí­ víljaðari hjálp og útreiðsl­ urnar skulu vera so lítlar sum møguligt, sigur Jan Rosenberg. Vinir Ísraels og Ísraelsfelagið koma at hava sín leiklut í hesum virki. Felagsskapurin hevur 55 deildir kring heimin. Á tíðindadeildini bleiv kunngjørt at fyrsta málið er at flyta 17.000 etiopar til Ísraels. Jan Rosenberg sigur fyri føroysku fjøl­ miðlunum, sum eru væl umboðaðir í Norðurlanda­ húsinum, at felagsskapurin hevur gjøgnum tíðirnar fingið 3 milliónir jødar til Ísraels. Hesir eru komnir t. d. úr Argentina, Fraklandi, Etiopia og Russlandi. Úr fyrrverandi Sovjet eru serliga nógvir tilflytarar komnir gjøgnum seinna part av 80unum. Í 1991, tá ið flest tilflytarar komu til Ísraels, komu 147.800 úr Russlandi sambært hagtøl­ um frá Jewish Agency. Sama árið komu 20.026 etiopar. Keren Hayesod varð stovnaður í 1920 og hevur eftir øllum at døma verið virkin í arbeiðinum at flyta jødar til Ísraels – Jan Rosenberg sigur, at teir hava flutt 3 milliónir jødar til landið, sum í dag telur 7 milliónir. Um hetta er eftirfarandi, so hevur fel­ agsskapurin ein stóran samfelagsligan týdning í Ísrael, sum frá byrjan av hevur verið bundin av til­ flytan. Arbeiðið fevnir eisini um at hjálpa til­flyt­ ararunum til sætis í sam­ felagnum við útbúgving og so víðari. Ein og hvør jødi, sum ynskir tað, skal hava møgu­ leikan at koma aftur, sum Jan Rosenberg sigur tað. Rosenberg sigur seg vera ein son av ísraelska fólki­ num. Og hóast hann er uppvaksin í Danmark, so er móðurlandið er Ísrael. Ein jødiskur tilflytari pr. 30 min. Í væl uppsettum faldara, ið umboðar avrik og mál hjá felagsskapinum, – og sum vendir sær til gevaran – verður sagt, at felags­skap­ urin legði grundarlagið undir jødiska statinum og, at hann eftir stovnanina av Ísrael hevur arbeitt ímóti at betra allar partar av lívinum í jødiska statinum. Eisini kann ein lesa: - Um Ísrael skal yvirliva og blóma, sum eitt jødiskt, fólka­ ræðisligt samfelag, er av­ gjørt neyðugt við fram­ haldandi tilflyting av jød­ um – og tað er eisini nakað, sum í løtuni støðugt hendir. Í miðal kemur ein tilflytari til Ísraels hvønn hálvan tíma. Í Ísraelska statinum búgva umleið 15 % arabar, hesir eru ikki jødar. Sum Rosenberg og Melchior siga so hava hesir somu rættindi, sum aðrir ísra­ elskir borgarar. Teir eru umboðaðir í ísraelska tjóð­ artinginum Knesset. Men ákærir verða í heilum reistar um, at hesir orsakað av sínum fólkauppruna og, at teir ikki eru jødar, møta fleiri forðingum í Ísrael. Spurdur um ikki politisk motivir liggja aftanfyri felagsskapin, noktar Jan Rosenberg. Hetta er eitt eymt punkt í ísraelska samfelagnum, tí arabiski parturin av íbúgvunum er rættiligar stórur. – Keren Hayesod er ein a-politiskur felagsskapur, óheftur at politikki. Vit hava eisini verkætlanir har arabarar eru við. Vit eru saman við teimum, sum vit kunnu vera saman við, sigur Ros­ enberg. Men hví Føroyar? Arne Melchior metir, at har er ein moralsk fatan, sum føroyingar hava, sum ger, at teir hava samkenslu við ísraelska fólkinum og vilja tí tað besta. Hendan sam­ kenslan skal jú helst enda í gerð, sigur Arne Melchior við hjálp frá einum líknilsi. Og tað er so tað, sum í løtuni hendir. Á tíðindadeildini bleiv kunngjørt at fyrsta málið er at flyta 17.000 etiopar til Ísraels. Meðan stríðið millum ísraelskar herdeildir og Hizbollah leikar á, og túsundtals av fólki verður flutt úr krígsrakta økinum, bleiv tað kunngjørt ígjár, at ein deild, ið skal hjálpa jødum í útlondum til Ísraels, skal opna í Føroyum. Heitið á hesi skrivstovuni er “Hjálpið jødunum heim!”. Deildin skal fyrst arbeiða við at fáa 17.000 etiopar til Ísraels Ísrael Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo Arne Melchior metir, at har er ein moralsk fatan, sum føroyingar hava, sum ger, at teir hava samkenslu við ísraelska fólkinum og vilja tí tað besta. – Treytaleyst vinir Ísraels Spurdur um ikki hetta er eitt álvarsmál at stuðla eini tjóð, sum í dag í veru­ leikanum er í kríggi, er Dánjal Poulsen samdur og heldur, at kríggj er ein partur av veruleikanum og ikki nakað nýtt. – Søga Ísraels er eitt guds undur. Men á hvønn hátt eru tit ísraelsvinir og er hetta treytaleyst? – Nei vit eru ikki altíð samdir við øllum gjørt verður í Ísrael. Men vit eru treytaleyst vinir Ísraels. Okkara hugsjónir og íblástur í samband við hetta eru grundaðar á Gamla Testamenti og Nýggja Testa­menti. Dánjal Poulsen umboðar Ísraels Vinir, sum er óheft­ ur at øðrum trúarsam­kom­ um er partur av stovnanini av skrivstovudeildini og tað sama er Ísraelsfelagið, sum Jákup Joensen um­ boðar. – Eitt sum eg haldi hava stóran týdning í øllum hesum er spurningurin um, alt tað ein fær at vita um Ísrael, er rætt. Vit síggja dagliga á BBC serliga, at Ísrael verður mett at vera tann sterkari parturin og so er tað altíð Ísrael, sum verður lagt undir ákæru, sigur Jákup Joensen. – Serliga at upplýsa um Ísrael, haldi eg hava stóran týdning Spurdir um ein møgulig loysn í miðeystur-stríðnum vildi verið friðarveitandi ST-herlið, so ivast Dánjal, tí hann metir teir vera ov partískar. – Har eru jú fleiri arabisk londum sum ST umboðar, so tað vildi ikki gingið. Ísrael Johan Jacobsen Johan@sosialurin.fo