týsdagur 18. juli 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 136 - 18. juli 2006
útlond
SAMBAND
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
tlf 341800
–Fýra av teimum, sum eg var saman við, eru horvin
kvinna í flóðalduøkinum
Stutt sagt
Nógv fólk vóru á strondini,
tá flóðaldan skolaði inn
yvir fjøruna og láglendið
innanfyri og tók bæði
livandi og deytt við sær.
Indonesisku
myndug
leikarnir søgdu fyrrapart
in, at meiri enn 300 fólk
eru funnin deyð, og at
umleið 150 eru ikki komin
afturíaftur. Uttanríkisráðið
í Stockholm kunngjørdi í
morgun, at tveir svenskir
smádreingir, níggju og fýra
ára gamlir, eru ikki sæddir
síðani flóðalduna. Pápi
teirra er bjargaður og liggur
á einum sjúkrahúsi. Ein
svenskur maður og ein
svensk kvinna eru ikki
komin afturíaftur, og nið
urlendsku myndugleikarnir
siga, at fýra av teirra ríkis
borgarum eru ikki komnir
afturíaftur.
Flóðaldan skolaði inn
yvir frítíðarbýin Panganda
ran, har serliga indonesisk
ferðafólk plaga at halda til
um summarið.
– Aldan kom so brádliga,
og vit kvikaðu okkum
niðanfrá. Fýra av teimum,
sum eg var saman við, eru
horvin, sigur ein kvinna,
sum var á strondini, tá
flóðaldan kom inn á land.
Ein belgiskur ferðamað
ur, sum var so heppin at
verða bjargaður, greiddi
tíðindastovunum frá, at tað
var sum at síggja inn í ein
svartan vegg, tá flóðaldan
kom.
Tá svarti veggurin
kom inn á land
– Brádliga sá eg ein
svartan vegg uttan
fyri, sigur ein belgisk
ur ferðamaður, sum
slapp livandi frá flóð
alduni á Java í gjár.
Flóðalda
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Meiri enn 300 druknaðu í flóðalduni.
Tað seinasta samdøgrið
hevur verið ógvuiliga blóð
ugt í Irak.
Í gjár doyðu umleið 80
fólk, tá vápnaðir menn
skutu frá hond á einum
marknaðartorgi í einum
býi sunnan fyri Bagdad.
Sambært myndugleikun
um skutu menninir fyrst
tveir løgreglumenn, sum
stóð á varðhaldi á torgi
num, og síðani skutu teir
eftir øllum, sum fyri var.
Í morgun fóru ávaring
arlúðrarnir aftur at ýla,
hesaferð í býnum Kufa har
suðuri í landinum. Sam
bært
myndugleikunum
hevði ein maður sitið í ein
um bili og bjóða fólki ar
beiði, og tá hann helt, at
nóg mong vóru komin at
lurta eftir sær, sprongdi
hann
eina
sjálvmorðs
bumbu, sum hann hevði í
bilinum. Minst 54 fólk
doyðu, og næstan 100
vórðu særd, skrivar Reut
ers.
Iraksku myndugleikar
nir siga, at tað er vorðið
rættiliga vanligt, at yvir
gangsmenn bjóða fólki
arbeiði og síðani speingja
seg sjálvan og tey í luftina.
Reuters skrivar, at ame
rikanararnir og irakasku
myndugleikarnir hava sett
næstan 50.000 hermenn at
forða yvirgangi í Bagdad,
men at tað hevur ikki víst
seg at gera nakran mun.
Álopini gerast tvørturímóti
alt meiri blóðug.
Støðan í Irak versnar
Teir seinastu dagarnir
hava verið sjáldsama
blóðugir í Irak, og
myndugleikarnir
tykjast hjálparleysir.
Irak
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Løgreglan í Tromsø í Nor
egi fór í morgun undir at
tøma lastina á tveimum
sponskum trolarum, sum
sjóverjan hevur tikið fyri
ólógligan fiskiskap. Arb
eiðið fer at taka fleiri
dagar, tí trolararnir hava
fleiri hundrað tons inni,
skrivar Aftenposten.
Fyribils eru teir báðir
sponsku skipararnir á-
kærdir fyri at hava falsað
dagbókina og fyri at hava
seinkað arbeiðinum hjá
myndugleikunum.
Tað er greitt, at teir
báðir skipararnir kunnu
vænta sær stóra bót, tí
herfyri fekk skiparin á
einum øðrum sponskum
trolara heilar 15 mió.
norskar krónur í bót fyri
ólógligan fiskiskap. Hann
hevur kortini ikki tikið
við henni enn, og tí liggur
tann trolarin framvegis
við bryggju í Tromsø.
Spanska reiðaríið Pes
quera Ancora eigur allar
tríggjar trolararnar, sum
norska sjóverjan hevur
tikið. Ein fjórði trolari hjá
reiðarínum royndi eisini
ólógliga við Svalbard,
men hann rýmdi, tá hinir
blivu tiknir. Sum skilst
gjørdi tann skiparin av at
sigla heim til Spania.
Landa tiknar trolarar
USA og Russland eru á
einum máli um, at londini
eiga at verja ísbjørnina í
tí arktiska økinum.
Í gjár samtykti ameri
kanska Umboðsmanna
tingið at fremja tiltøk,
sum skulu verja ísbjørn
ina. Eftir samtyktini fer
USA at brúka 10 mió.
krónur um árið tey næstu
trý árini til endamálið.
Samstundis hava ameri
konsku og russisku mynd
ugleikarnir samtykt at
avmarka rættindini hjá
fólki í tí arktiska økinum
at veiða ísbjarnir. Tey
sleppa einans at veiða
ísbjarnir til egna nýtslu,
og allur handil við ís
bjarnaúrdráttum
er
strangliga bannaður. Tað
er serliga í Asia, at ymsir
úrdráttir úr ísbjarnum
verða seldir á svarta
marknaðinum. Eitt nú
verður gallið brúkt til
heilivág, skrivar AP.
Granskarar halda, at
tað eru millum 20.000 og
25.000 ísbjarnir í tí ark
tiska økinum, men at talið
fer at minka eini 30
prosent tey næstu 45
árini. Tað kemst serliga
av broytingunum í veður
lagnum, siga granskarar
nir.
Skulu verja ísbjørnina
Í
Havnarfjørðinum
í
Íslandi eru fólk farin at
kæra seg um tær nógvu
likkurnar, sum halda til í
býnum.
Blaðið Vísir skrivar, at
likkurnar eru so nógvar
og ágangandi, tá tær leita
sær føði í býnum, at børn
ini ræðast tær. Tí hevur
kommunan gjørt av at
fremja tiltøk, sum skulu
skerjað tað stóra talið á
likkum, skrivar blaðið.
Tað er ikki bara í
Havnarfjørðinum, at fólk
hava ampa av likku. Tað
sama er í Reykjavík, og
eisini har hevur kom
munan gjørt av at gera
okkurt við málið, skrivar
Vísir.
Likka ger ónáðir
Haldið Sosialin!
Ja takk! Eg ynski at
tekna meg sum haldara av
Sosialinum, og fái blaðið
borið út 5 ferðir um vikuna
Navn:
Bústaður:
Bygd / býur:
Telefon:
Undirskrift:
Boks 76
FO-110 Tórshavn
Tekna teg sum haldara nú fyri einans
450,- um ársfjórðingin
Sparið 395,- í mun til leysasølu!
Verður sent
ópostað.
Sosialurin
rindar
postgjaldið
64
Send lepan til: