Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006 15 Hvørki Ísrael ella Hizbollah vilja hava altjóða herlið at hava eftirlit við markinum millum Ísrael og Libanon Miðeystur Árni Joensen fartekst@mail.dk ST-aðalskrivarin, Kofi Ann­ an, og fleiri evropeiskir leiðarar hava skotið upp, at ST skal senda eitt altjóða trygdarherlið til Miðeysturs at hava eftirlit við markinum millum Ísrael og Libanon. Men tað vilja hvørki Ísrael ella Hizbollah hoyra talan um. Ísraelski forsætis­ráð­harr­ in, Ehuf Olmert, segði í gjár, at tað er libanski stjórnarherurin, sum skal hava eftirlit við leiðunum libansku megin markið. Hann tók uppaftur, at Ísra­el fer at steðga sínum álop­ um, so skjótt Hiabollah letur teir báðar burturfluttu hermenninar leysar, og so skjótt Hizbollah gevst við sínum rakettálopum á Ísrael. Olmert nevndi ikki ætl­ anina hjá Kofi Annan og teimum evropeisku leið­ arunum um eitt altjóða trygd­arherlið við einum orði, men týðandi ísraelskir embætismenn søgdu, at for­ sætisráðharrin er ikki ser­ liga fegin um ta ætlan­ina. ST-herleið Síðani 1978 hevur ST havt 2.000 hermenn har suð­uri í Libanon. Hetta er ein eftirlitsdeild, men hon hevur ongar møguleikar í tí stríðnum, sum nú leikar á. Í gjár segði bretski for­ sætisráðharrin, Tony Blair, at altjóða samfelagið eigur at senda eitt størri herlið til markið millum Ísrael og Libanon, og hesum tók Kofi Annan undir við. Tað ljóðar, at fleiri evropeiskir leiðarar taka undir við Blair. Men ísraelska stjórnin vil ikki vita av fremmandum hermonnum við markið, og tí hevur Ehud Olmert endurtikið, at tað er einans libanski stjórnarherurin, sum skal hava støð hinu­ megin markið. Hesum tekur USA und­­ ir við – í hvussu er fyri­­ bils, og amerikanski ST- sendiharrin, John Bol­ton, segði í nátt, at ST-trygd­ arráðið tekur onga støðu til viðurskiftini í Miðeystri, fyrr enn ein sendinevnd hjá felagsskapinum er komin aftur úr Miðeystri seinni í vikuni. Í sendinevndini er millum annað kendi norski Miðeystur-diplomaturin Terje Rød Larsen. Villepin og Rice Franski forsætisráðharrin, Dominique de Villepin, er í Libanon, har hann roynir at fáa partarnar at semjast um vápnahvíld. Á G8-fund­ inum um vikuskiftið var Frakland tað landið, sum fanst harðast at ísraelsku álopunum á mál í Libanon. – Ætlan okkara er at fáa partarnar at semjast um eina vápnahvíld við treytum, sum allir partar kunnu góðtaka, segði de Villepin í Beirut í gjár. Hann legði afturat, at eftir tí franska uppskotinum skal libanski stjórnarherurin fáa hjálp frá einum altjóða herliði, sum hann kann fáa eftirlit við markinum til Ísrael. de Villepin er tann ein­ asti vesturlendski stjórnar­ politikarin, sum er farin til Miðeysturs at royna semju, men amerikanska uttanríkisráðið kunngjørdi í gjárkvøldið, at Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, um­hugsar at fara hagar at tosa við partarnar. Tals­ maðurin hjá utt­anríkis­ráð­ num dugdi tó ikki at siga, nær hon fer avstað. Tey flýggjandi noyðast ígjøgnum Sýrialand, tí Ísrael hevur bumbað flogvøllin í Beirut og stongt libansku havnirnar Miðeystur Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir sýrisku vaktar­menn­ inir á libanska markinum hava úr at gera í hesum døgum. Síðani Ísrael byrjaði at bumba mál í Suður­ libanon og Beirut fyri fimm døgum síðani, eru meiri enn 100.000 fólk komin um markið, siga sýrisku myndugleikarnir, og aftur í dag komu bilar og bussar við fólki, sum flýggja undan ísra­elsku bumb­unum og rakett­un­ um. Sýrisku myndug­leik­ar­ nir siga, at 24.000 liban­ ar eru komnir um mark­ið síðani hósdagin í síðstu viku. 27.000 arab­­ar, sum yvirhøvur eru úr lond­un­ um við Persa­flógvan, eru eisini flýddir úr Liba­non. Harumframt hava mark­ naliðini skrá­sett 19.000 sýriskar ríkis­borg­arar og 6.500 fólk úr yms­um londum. Hjá teim­um sein­astu 28.000 er tjóð­ skapurin ikki skrá­settur. Nógv lond í Vestur­ heiminum hava skipað fyri flogrutum til Damask­ us fyri at fáa sínar borg­ arar heim. Fleiri túsund norðurlendingar vóru í Libanon, tá ísraelsku álop­ini byrjaðu. Teir fyrstu donsku ríkis­borg­ ar­ar­nir komu til Dan­ markar fyrradagin, og í gjárkvøldið kom tað fyrsta flogfarið til Oslo við fólki úr Libanon. Vilja ikki hava ST-herlið við markið Fólk í ísraelska býnum Haifa vórðu ræðslusligin, tá ávaringarlúðrarnir boðaðu frá, at Hizbollah-rakettir vóru á veg ímóti býnum Mynd: Reuters útlond 100.000 flýdd úr Libanon