týsdagur 18. juli 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 136 - 18. juli 2006
tíðindi
27 ára gamla Nina
Alberg Arge úr Havn
er akkurát liðug
at lesa til arkitekt.
Endaliga verkætlanin
hjá henni var, at gera
eitt dømi um, hvussu
listaskúlin í Sandi
kundi sæð út.
– Føroyska náttúran
gav mær íblástur, og
brattlendið er ein
spennandi avbjóðing,
sigur Nina
ARKITEKTUR
Heini S. Kristiansen
heinik@sosialurin.fo
Nina Alberg Arge, 27 ár, er
akkurát vorðin liðug sum
arkitekt. Nina gjørdi av, at
hon skal vera arkitekt, tá ið
hon gekk í studentaskúla.
Tá ið hon var vorðin
studentur, fór hon niður á
listaskúla í eitt ár, har ið
hon valdi arkitektur-linjuna.
Eftir hetta fór hon at lesa
til arkitekt í Århus. Hon
gjørdist liðug í summar
eftir fimm ára lestur.
Nina sigur, at arkitektur-
útbúgvingin er mest bygd
uppá at stimbra tín krea-
tivitet. Tey hava eisini teori,
men tað er ikki so nógv.
Tað verður arbeitt sera nógv
við verkætlanum. Endaliga
verkætlanin hjá Ninu er
eitt modell av tí ætlaða
listaskúlanum á Sandi. Hon
hevur tikið útgangsstøði í
einari frágreiðing, sum ein
útvald nevnd hjá undanfarna
landsstýrið hevur skrivað.
Íblastur úr Sandi
Nina hevði hugsað um
ymiskar møguleikar til
endaligu uppgávuna, men
til endans valdi hon lista-
skúlan á Sandi. Tað var
nógv frammi um skúlan
fyri nøkrum árum síðani,
men nú er ikki so nógv at
hoyra til hann. Tað er helst
tí, at nýggj samgonga er
komin, sum ikki raðfestir
listaskúlan líka frammar-
laga sum undanfarna.
- Eg hugsaði, at tað
kundi
verið
spennandi
at gjørt eitt uppskot um,
hvussu listaskúlin kann
síggja út. Tað er eisini ein
politisk síða av tí, sum er
spennandi. Kanska kann
hendan uppgávan birta
kjakið um listaskúlan aftur,
sigur Nina.
Sandoyarfólk vístu áhuga
fyri verkætlanini, og tey fara
eisini at sýna uppgávuna
fram á Sandi.
Eg haldi, at tað hevði
verið eitt gott hugskot við
einum tílíkum skúla. Tað
kann styrkja samleikan hjá
føroyskum listafólkum.
Men eg vil ikki leggja
meg í politiska kjakið um
skúlan. Eg valdi at gera
uppgávuna
um
skúlan
einans orsakað av teimum
fakligu
avbjóðingunum.
Tað
var
als
ikki
av
hugsjónarligum orsøkum,
sigur hon.
Møgulig inntøkukelda
Nina hevur sjálv gingið á
listaskúla í Danmark, og
hon heldur, at tað kundi
verið ein styrki hjá Føroyum
at fingið ein listaskúla.
Tað er sjálvandi sunt
at fara av landinum, men
kanska summi ikki koma
heim aftur. Í Danmark
er ikki alt, sum tú lærir
viðkomandi fyri føroyingar,
tí at vit hava eitt øðrvísi
umhvørvi og eina øðrvísi
mentan enn danskarar.
Ein tílíkur skúli kundi
verið eitt listaumhvørvi,
har
ið
tann
føroyski
listasamleikin
verður
hjúklaður. Eisini kundi
vit fingið íblástur frá út-
lendskum listafólkum, sum
kunnu koma henda vegin at
undrivísa.
Nina heldur, at listin
kann gerast ein møgulig
inntøkukelda
hjá
før-
oyingum. Men tá er týd-
ningarmikið, at hon verður
stimbrað.
Fellur inn í landslagið
Modellið hjá Ninu liggur
norðan fyri bygdina. Staðið
hevur hon valt, tí at tað
er brattlendið, og tað er
veðurgott. Modellið er sera
vakurt við flagtakið og
nógvum rútum.
Tá ið hon fór í starvs-
venjing, valdi hon at fara
til Norra, tí at har arbeiða
tey nógv við brattlendi.
Hetta gjørdi hon miðvíst
fyri at kunna fáa kunnleika
við lendi, sum er líkt tí
føroyska.
- Í skúlanum í Danmark
arbeiddu vit als ikki við,
hvussu lendið er, tí at har
er næstan allastaðni púra
Flott uppgáva um listaskúla
Her sæst modellið úr erva uttan tak.
Bygningurin er gjørdur í fláum.
- Longri uppi á fjallinum sæst grótkanturin, og
tí haldi eg, at tað riggar væl, at bygningurin er
í fláum, sigur Nina. ( mynd Jens Kr. Vang )
Modellið av listaskúlanum sæst her
úr erva. Skúlin hevur flagtak, og tað
gevur bygninginum eitt samspæl við
náttúruna.