Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-07-18, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juli 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 136 - 18. juli 2006 17 tíðindi Á skúlanum eru: Seks linjur Skulptur tónleika leiklist tekstil Design og arkitektur Fjølmiðla Afturat er: Køkur Kaffistova Biografur Dansistova Framsýningarhøll Kømur FAKTA flatt. Tað var ein fyrimunur hjá mær at hava royndirnar úr Norra, tá ið eg gjørdi uppgávuna um listaskúlan á Sandi, sigur Nina. Bygningurin fellur inn í landslagið, og tað er eisini hugsanin hjá Ninu. Tað er eitt samspæl millum náttúruna og byg- ningin. - Ofta leita listafólk eftir friði og íblástri, og hetta umhvørvi kann geva teimum íbástur frá okkara vøkru náttúru. Eg rokni við, at tað hevði eisini drigið útlendsk listafólk henda vegin, sigur Nina. Bygningurin er gjørdur eins og fjallaruturnar. Tað ber til at ganga eftir tekjuni á skúlanum. Eisini verður ein gøta frá skúlanum oman til fjøruna. Sostatt kanst tú fara frá bygdini ein túr til listaskúlan og so víðari niðan í hagan. - Fyri meg hevur tað stó- ran týdning, at skúlin passar inn í umhvørvið, og tí havi eg eisini sett ein biograf og eina framsýningarhøll í bygningin. Sostatt kunnu bygdafólkini eisini fáa gleði av skúlanum, og skúlin gerst ein partur av bygdalívinum. Ætlar aftur til Føroya Eftir summarfrítíðina fer Nina niður aftur til Dan- markar, tí at sjeikurin er ikki liðugur at lesa enn. Hon kundi tó hugsað sær at komið aftur til Føroya at búsett seg. Spurd, um tað er ein marknaður fyri einum arkitekti í Føroyum, sigur hon, at tað er nógv at gera nú. Men tú veitst ongantíð, hvussu framtíðin verður. - Ofta verða tær føroysku verkætlanirnar so kroystar fíggjarliga, at arkitekturin als ikki hevur nóg mikið frælsi til at gera sítt arbeiði. Kanska føroyingar ikki ordiliga hava skilt týdningin av at fáa bygningar dygdar- góðar og vakrar. Tað hevur týdning, tí at modernaði marknaðurin leggur stóran dent á “image”, sigur Nina. - Á arkitektaskúlanum arbeiddu vit sera nógv við verkætlanum. Tað vóru nærum “fantasi-verk- ætlanir”, tí at tað var einans hugflogið, sum setti markið. Vit skuldu ikki hugsa um nakra fíggjarætlan og heldur ikki um lendið. Hetta verður gjørt soleiðis, tí at fremsta endamálið hjá skúlanum er at stimbra okkara hugflog og skapanarevni, og tá er best ikki at seta nakrar avmarkingar. Nú verður tað spenn- andi at koma út á arbeiðs- marknaðin og royna meg við eitt sindur øðrvísi for- treytum, sigur Nina. Framsýning við verk- ætlanini og modellinum hjá Ninu Alberg Arge verður á Sandi mánadagin. Ætlandi verður eisini ein framsýning í Havn einaferð í September. Nina Alberg Arge vísir modellið, sum hon hevur gjørt. – Eg valdi at gera endaligu uppgávuna um listaskúlan á Sandi orsakað av teimum fakligu avbjóðingunum, sigur Nina. ( Mynd Jens Kr. Vang ) Her sæst listaskúlin frá vegnum. Vakri bygningurin og náttúrutrúgva umhvørvið kann geva íblástur til listafólkini.