týsdagur 18. juli 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 35 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 136 - 18. juli 2006
tíðindi
NEATA festivalurin
er tað størsta
sjónleikaratiltakið í
Føroyum nakrantíð.
12 sjónleikarabólkar
luttaka og
tilsamans koma
150 sjónleikarar til
landið. Seinnapartin
mánadagin fingu vit
ein lítlan forsmakk
upp á tað, sum vit
kunnu rokna við at
uppliva í døgunum 2.
- 8. august
SJÓNLEIKUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kr. Vang
Seinnapartin í gjár, mána
dagin
17.
juli,
hevði
Meginfelag Áhugaleikara
í Føroyum, MÁF, bjóðað
til tíðindafund í Norður
landahúsinum. Á skránni
var kunning um NEATA
festivalin, sum verður her á
landi frá 2. - 8. august, men
sjálvur tíðindafundurin byrj
aði ikki sum tíðindafundir
flest.
Tá vit trýna innar stendur
ein unglingi og spælir
klassiskan tónleik á violin.
Ótrúligt sum tað liggur væl
fyri og eina løtu sita øll
bergtikin av honum. Ongin
hevur lagt merki til ungu
damurnar, sum standa í
horninum og nú byrja at
flyta seg og bjóða kaffi
og kakur. Tær eru málaðar
um andlitið og uttan at
siga nakað spyrja tær við
andlitsbráum, um tú ynskir
kaffi, te ella køku.
Hetta skapar eitt heilt
serligt huglag í hølunum,
og tey, sum kanska vóru
eitt sindur ivingarsom at
byrja við, eru nú spakuliga
farin at kenna seg væl
millum violintónleik og
málleysar servitrisur. Men
við eitt støðgar unglingin
við violinini at spæla, og
fremmandar tónleikarútmur
fylla rúmið. Aftan fyri
unga violinleikaran koma
nú fýra dansar til sjóndar.
Berføttar, ílætnar masku og
gráan búna og við langum
vimplum í hondunum koma
tær dansandi inn. Og við
tølandi rørslum ferðast tær
runt í millum tey, sum trúu
at tey vóru komin á ein
vanligan tíðindafund.
Øll vóru tikin á bóli av
hesi merkisverdu byrjan av
einum tíðindafundi, men
tá dansurin fekk eisini sín
enda og so kundi meiri
faktuella á fundinum byrja.
Ein forsmakkur
Hilmar Joensen bjóðaði
øllum at vera vælkomin
og segði, at tað, vit nú
høvdu upplivað, var ein
lítil forsmakkur upp á
leikin, sum leikarar úr
Dramaverkstaðnum
fara
at framføra, tá festivalurin
verður
settur
tann
2.
august.
NEATA
festivalurin
verður hildin annaðhvørt
ár. Í ár 2000 var festivalurin
hildin í Litava, tvey ár seinni
var hann í Svøríki og 2004
var hann í Estlandi. Nú
er túrurin so komin til, at
Føroyar skulu verða karmur
um hetta stóra tiltak.
– Hetta verður størsta
sjónleikaratiltak í Føroyum
nakrantíð, segði Hilmar
Joensen undir framløguni.
Umframt sjónleik verður
eisini annað á skránni fyri
sjónleikararnar,
millum
annað tað, tey rópa work
shops, open forums og
happenings.
Londini, sum eru partur
av ársins festivali eru Ísland,
Noreg, Svøríki, Danmark,
Estland, Letland, Litava og
Føroyar. Aftrat koma so
Hvítarussland, Hetland og
Grønland, sum eru boðin
við. Úr Føroyum luttaka
tveir
sjónleikabólkar:
Dramaverkstaðið og Havnar
Sjónleikarfelag.
Høgt støði
Hóast NEATA festivalurin
er fyri áhugasjónleikarar,
so torir formaðurin í MÁF,
Hilmar Joensen, at lova,
at vit fáa sjónleik á sera
høgum støði, ella sum hann
sjálvur segði: - Vit fáa
toppsjónleik frá amatørum
ella áhugaleikarum.
Og sjálvt um talan er um
áhugaleikarar, so er tað ikki
hvør sum helst, sum sleppur
við á NEATA festivalin.
Hetta slapp Finland at
merkja í ár, tí teir fingu
at vita, at tað teir høvdu
at bjóða upp á var rætt og
slætt ikki nóg gott.
Men 12 sjónleikarbólkar
frá 11 ymsum londum vóru
mettir at vera nóg góðir,
og fara teir at framføra her
frá 2. til 8. august. Tað
krevur sjálvsagt meiri enn
ein pall, og tí hevur MÁF
boðað frá, at tríggir pallar
skulu búkast til stevnuna:
Norðurlandahúsið, Sjón
leikarhúsið og Tjóðpall
urin.
Alstóran týdning
Umframt at vera formaður
í MÁF, er Hilmar Joensen
næstformaður í NEATA,
sum er felagsskapurin hjá
áhugaleikarum í Norður
evropa. Hann ivast ikki
eina løtu, tá vit spyrja
hann hvønn týdning hesin
festivalurin hevur fyri Før
oyar:
– At vit fáa NEATA
festivalin henda veg hevur
alstóran týdning. Hetta
gevur teimum føroysku lut
takarunum nógvan íblástur,
og verða fleiri bond knýtt
við bólkar uttanlanda, sum
aftur geva møguleika fyri
framtíðar millumlanda sam
starvi, staðfestir Hilmar
Joensen, sum gleðir seg til
at festivalurin verður settur
2. august.
Spurdur ítøkiliga hvørjar
leikir hann gleðir seg mest
til, svarar Hilmar Joensen,
at hann gleðir seg til alt,
tí hann veit, at alt, sum
framført verður er á ógvu
liga høgum støði.
Størsta sjónleikartiltak í Føroy
12 sjónleikarbólkar frá hesum 11
londunum luttaka:
Føroyar
Ísland
Danmark
Noreg
Svøríki
Estland
Letland
Litava
Hetland
Grønland
Hvítarussland
Á www.portal.fo er møguleiki at
síggja livandi myndir frá fundinum
í gjár, við samrøðum við Hilmar
Joensen, formann í MÁF, og Lisu
Nyholm Debess og Eyð Joensen frá
Dramaverkstaðnum.