hósdagur 21. desember 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Ágóðin higartil av
plakatini hjá áhuga-
bólkinum »Vælskapt
Brek« varð fyrra-
partin týsdagin
handaður barna-
deildini á Lands-
sjúkrahúsinum.
Týsdagin fekk barnadeildin
á Landssjúkrahúsinum eina
kærkomna jólagávu, tá ein
kekkur upp á 15.000 krónur
varð latin deildini.
Hesin kekkur var ágóðin
higartil av seldu plakatini í
sambandi
við
tiltakið
»Vælskapt Brek«. Seld eru
300 av teimum 1.000 prent-
aðu eintøkunum av plakat-
ini.
Í sambandi við fløgu-
útgávuna »Vælskapt Brek«
í november mánaði læt
áhugabólkurin prentað eina
plakat, ið er kápumyndin á
fløguni, ið listamaðurin Eli
Smith hevur gjørt.
Gott ískoyti
– Tað er serliga tørvin hjá
teimum brekaðu børnun-
um, vit hava í huga, tá vit
nú lata henda kekkin, sigur
Lis Eklund í Niðristovu frá
áhugabólkinum »Vælskapt
Brek«.
– Ofta hava hesi tørv á
serligum leikum, ið kunnu
kosta eitt sindur, og tí vildu
vit lætta um hjá barna-
deildini, ið annars ger nógv
fyri eisini hesi børnini.
Fyri barnadeildina tóku
deildarsjúkrasystirin Tove
Thomsen og yvirlæknin
Oddmar Færø ímóti kekk-
inum.
– Vit eru glað fyri eitt og
hvørt ískoyti vit kunnu fáa,
tí tørvur er altíð á meira
pengum her, sigur Oddmar
Færø.
– Tað kemur meira enn so
fyri, at vit fáa óvæntaðar
gávur sum hesa, og tær
koma altíð líka væl við.
Fleiri kekkar
Umframt at ágóðin av
plakatsøluni nú er komin
barnadeildini
á
Lands-
sjúkrahúsinum til góðar, er
ætlanin, at sølan av fløguni
skal geva gott íkast til enn
eitt gott endamál.
Eina ferð tíðliga komandi
vár
fer
áhugabólkurin
»Vælskapt Brek« at handa
Meginfelag teirra brekaðu í
Føroyum, MBF, og Ítrótt-
arsambandinum fyri brek-
að, ÍSB, hvør sín kekk.
Hvussu stórir hesi kekkar
eru, er enn ikki greitt, men
heldur fløgan fram við at
fáa ta framúr móttøku, hon
higartil hevur fingið, hava
glaðu keypararnir gjørt sítt
til, at talan verður um heilt
fittar upphæddir.
Fløgan fæst framvegis
kring alt landið — bæði á
posthúsum, keypsamtøkum
og har fólk annars vanliga
keypa tónleik.
HARÐSKAPUR
Áki Bertholdsen
Tað var rættiligt rok uttan fyri
náttklubban, Casablanca í
Havn sunnunáttina. Bardagi
tók seg upp ímillum fleiri
mans. Men tað er ikki lætt at
fáa greiði á, hvat veruliga fór
fram og løgreglan er ikki
serliga hjálpsom við smálut-
um um hendingina. Í fyrra
lagi eru kanningarnar komnar
alt ov stutt og í øðrum lagi
hevði tað verið brot á tagnar-
skyldina.
Men Jón Klein Olsen á
politistøðini, sigur, at nú av-
tornar, eru tríggir mans skuld-
settir fyri harðskap eftir ófrið
uttanfyri Casablanca sunnu-
náttina.
Talan er um ein 55 ára gaml-
an mann og tveir 21 ára gamlir
mans og málið ímóti teimum
gongur so sína gongd.
Politisturin sigur, at tað er
ikki lætt at fáa greiði á, hvat
er hent, tí nógv vitni skulu
avhoyrast.
Men fyribilskanningarnar
benda á, at tað sum førdi til
ófriðin, var, at teir báðir 21
ára gomlu høvdu ætlað sær
inn í Casablanca, men at teir
ikki sluppu inn, tí at taðvar
fult.
Meiri kann politiið ikki
siga um tað, sum hendi. Men
Jón Klein Olsen sigur, at hald
er lagt á eitt sleggjuskaft, sum
varð brúkt í harðskapinum.
Sum kunnugt er tað Mouldi
Manai, sum eigur Casa-
blanca.
Og eftir at hann týsdagin
hevði greitt okkum frá sínari
søgu, hava rættiliga nógv fólk
gjørt vart við seg, tí tey siga,
at tað, sum hann greiðir frá, er
ikki í samsvari við veruleik-
an.
Reyði tráðurin í tí, sum sagt
verður, er, at tað var ikki
Mouldi Manai, sum var av-
bukaður. Tvørturímóti var tað
hann, sum legði á við einum
træskafti.
Sostatt sigur hvør sína søgu
og tí er tað trupult at fáa
greiði á, hvat veruliga er hent.
Men frá góðum keldum hava
vit fingið at vita, at tann 55
ára gamli maðurin, sum er
skuldsettur fyri harðskap, er
sjálvur Mouldi Manai. Aðrar
keldur hava upplýst fyri okk-
um, at tað, sum í stuttum fór
fram, var, at fyrst var Mouldi
Manai drigin út í tún og
bukaður. Men aftaná kom
hann útaftur og legði á hinar
báðar við einum sleggju-
skafti.
Í samrøðu við Sosialin nú,
viðgongur hann eisini, at
hann hevur verið eftir monn-
unum við sleggjuskaftinum
og at hann hevði sligið teir
við tí - men hinir slóu eisini...
Tað, sum rætturin nú skal
taka støðu til, er m.a. um
hann gjørdi tað í neyðverju, tí
hann føldi seg hóttan, ella
ikki, ella um tað var hann,
sum leyp á.
Tríggir mans skuldsettir
fyri harðskap
15.000 kr. til
Barnadeildina
Lis Eklund í Niðristovu, sum fyri áhugabólkin »Vælskapt Brek« handaði barnadeildini kekkin, og deildarsjúkrasysturin Tove
Thomsen og yvirlæknin Oddmar Færø tóku ímóti
Nr. 246 - 21. desember 2000
3
gult cyan magenta svart
2
Nr. 246 - 21. desember 2000
Martin Strøm farin
Martin Strøm er deyður 52
ára gamal. Martin er vág-
bingur og gjørdist kendur
um alt landið sum talsmað-
ur fyri vinnurekandi útróðr-
armenn fyrsti í nítiárunum.
Eitt skifti var hann formað-
ur fyri felagnum Lands-
felag Vinnurekandi Útróðr-
armanna. Martin hevur ikki
verið útróðrarmaður alt lív-
ið. Hann var útbúgvin
maskinmeistari og sigldi út
fyrstu árini og seinastu ár-
ini hevur hann verið við
trolaranum Varðborg.
Martin var ikki bangin av
sær og tí settu útróðrar-
menninir sítt álit á hann.
Tað var Martin sum stóð á
odda fyri útróðrarverkfalli-
num tíðliga í hálvfemsu-
num, og tað var hann sum
var talsmaður, tá megin-
parturin av útróðrarflota-
num stevndi til Havnar at
mótmæla. Hetta vóru heitir
og hendingaríkir dagar.
Martin er sonur Louvisu
og Frits Strøm. Frits doyði
longu tá Martin var óviti.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Dagbjørt S. Hansen dagbjort@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254mm breið og 346mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
DAGSINS MEINING
Ferðslan og jólini
Hví júst á jólum! Hví
skuldi vanlukka henda
júst nú? Hetta er spurn-
ingur, sum mong av
okkum seta nettupp um
jóltíðir, tá ein ella onnur
vanlukka, oftast í ferðsl-
uni, elvir til skaða ella
enn verri deyða. Hvussu
oftani hava vit ikki verið
vitni til, at tað nettupp
hesa gleðishátíð henda
óhapp og vanlukkur,
sum raka so meint! Sum
skilst eru vit enn sloppin
undan syndarligum van-
lukkum hesi jólini. Men
jólini eru ikki av enn.
Hektiskir jólainnkeyps-
dagar eru fyri framman.
Fólk, sum eru ov sein á
sjóvarfallinum, skulu
gera síni innkeyp í
síðstu løtu. Tað í sær
sjálvum kann skapa
grundarlag fyri óhapp-
um og vanlukkum í
ferðsluni. Tann øgiliga
ferðslan, her serstakliga
á stóru plássunum, er
eitt ávaringartekin til
okkum øll. Ikki minst
eiga teir mongu bilførar-
nir at hava eyguni eftir
fólki, sum eru til gongu.
Útvarpið visti nú um
dagarnar at siga frá, at
mongu jólahaldini
høvdu ikki havt við sær,
at fólk vórðu tikin fyri
at hava koyrt ávirkað.
Hetta er gott tekin.
Tað er sjálvandi ikki
rætt at siga, at summi ó-
happ og summar van-
lukkur eru meira mein-
ingsleys enn aðrar. Tó
megu mong av okkum
halda og ásanna, at van-
lukkur, sum standast av
ábyrgdarleysari koyring,
eru meira meiningsleys-
ar enn aðrar. Hinvegin
vita vit, at akfør eru pot-
ientiellir dreparar um
ein kann siga tað so. Ein
skjóttkoyrandi bilur við
einum óvandum og á-
byrgdarleysum bilførara
er einki minni enn eitt
effektivt morðvápn. Um
vit vilja tað ella ei. Er
rúsur við í leikinum, so
vita vit, hvat hann kann
føra til. So mong syrgi-
lig dømi eru um, at fólk
hava latið lív orsakað av
manglandi medviti og á-
byrdarloysi hjá tí, sum
situr við rættið. Tað er
menniskjansligt at gera
mistøk verður tikið til.
Tað óhepna er tó, at
mistøk í ferðsluni kunnu
hava mein fyri lívið ella
deyðan við sær. Tí er tað
at vera bilførari nakað
meira, tað er nakað, sum
eigur at krevja nakað
meira av okkum øllum.
Tvs. at við koyrikorti-
num má og skal fylgja
ein eyka ábyrgdarkensla,
tí bilurin tú hevur fingið
ábyrgdina av, er ein pot-
entiellur drepari, so
nógvar kreftir eru uppá
spæl.
Manga staðni verður
hetta at drepa fólk í
ferðsluni ikki mett eins
álvarsligt sum tað at
skjóta eitt fólk. Men í
veruleikanum kunnu
hesi bæði tingini saman-
berast. Tí nógvar deyðs-
vanlukkur stava frá full-
komnari ábyrgdarleysari
koyring. Í Bretlandi við-
gera teir í løtuni upp-
skot, sum skal herða
revsingina fyri tey, sum
drepa onnur í ferðsluni.
Ábyrgdarleys koyring
kann í dag verða revsað
við 10 ára fongsuli í
Bretlandi, men tað er
sjáldan, at slíkir dómar
verða avsagdir. Nú ætlar
stjórnin at krevja av
dómstólunum, at á-
byrgdarleysir bilførarar,
ið drepa fólk í ferðsluni,
fáa upp í 10 ára fongsul,
tvs. at tað verður nærum
mett ájavnt við at taka
pistólin fram og skjóta
eitt fólk. Latið okkum
her heima virða hvør
annan, og tað er m.a. við
at bera seg rætt at í
ferðsluni.
Sosialurin
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið sýndu sam-
kenslu, tá elskaða kona, systir og svigarinda okkara
TONI S. SAMUELSEN
Tórshavn
doyði og varð jarðað.
Takk øll tit, sum fylgdu henni til seinasta hvíldarstaðin
her á fold.Takk fyri blómur og kransar, fyri vitjanir og
uppringingar. Takk til talarar, sangarar og sam-
komuna í Ebenezer. Og annars øllum tykkum, sum
veittu eina hjálpandi hond í sambandi við jarðar-
ferðina, takka vit hjartaliga.
Tykkum øllum ynskja vit eini gleðilig jól og Harrans
signing í komandi ári.
Fyri tey avvarðandi
Dánjal
Ein tøkk
Hjartaliga takk til øll tykkum, sum á ymsan hátt
gleddu meg á 90 ára degi mínum.
Eisini verður ynskt øllum vinum og kenningum
eini gleðilig jól og Guds vælsigning í komandi
tíðum.
Ynskir
Adolf Olsen
Takk
Eg vil hervið siga tykkum hjartaliga takk fyri, at tit
veittu mær ta stóru gleði so fjølment at koma
saman at hátíðarhalda 90 ára føðingardag mín. Til
skulu vita, at eg kendi tað sum vinar- og ættarbond
gjørdust vakrari og sterkari millum hesi 4
ættarliðini, ið umboðað vóru.
Somuleiðis takki eg øllum tykkum, sum í aðrar
mátar settu okkum hátíðardám á dagin.
So skal eg ynskja tykkum øllum, slekt, vinum og
kenningum, nær og fjar gleðilig jól og nýggjár.
Gud vælsigni tykkum øll somul.
Marius Absalonsen
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum, sum mintust meg á 70
ára føðingardegnum. Gleðilig jól og gott nýggjár.
Ynskir
Mona Dahl Olsen
Sosialurin kemur út sum vanligt í
morgin og tollaksmessudag. Inn-
sent tilfar til blaðið má vera okkum
í hendi í seinasta lagi í dag kl 13,
um møguleiki skal vera fyri, at tað
skal í blaðið fyri jól.
Lýsingar til leygardagsblaðið
skulu vera okkum í hendi fyri kl 15
í dag. Lýsingartorgið verður ikki í
blaðnum leygardagin, men í staðin í
blaðnum í morgin. Blaðið kemur
útaftur hósadagin 28. desember.
Sosialurin um jólini
NØVN Í VIKUNI