Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað verður nógvur greipufiskur av- reiddur í hesum døgum. Tað kann vera ein ábending um góðar árgangir, siga fiskifrøðinar, meðan Fiskiveiðieftirlitið biður menn ansa eftir FISKIVEIÐA Edvard Joensen Nøgdin av smáfiski, sum avreiddur verður, er vaksin munandi í heyst. Tað er í samsvar við vanliga gongd, men tó vert at ansa eftir. Tað kann vera bæði gott og ringt, tá nógvar gillur eru ímillum. Men vanligt hevur ikki verið, at veiði- maðurin vil hava tað smáa. Tað hevur ofta verið blakað útaftur, ella í øðrum lagi greipað. Men nú tykist, sum alt verður tikið og avreitt. Og grundin er helst sera einfald. Prísurin er í toppi. Tøl hjá Fiskamarknaðin- um á Toftum vísa, at í heyst er nøgdin á gripufiskinum, toski 5, vaksin munandi seinastu tveir mánaðirnar. Viðmerkjast skal, at ikki bar til at fáa tøl fyri de- cember, so seinastu avreið- ingartølini, vit hava gingið hendur á, eru fyri november mánað. Men í prosentparti av samlaðu toskaveiðuni ligg- ur toskur 5 - greipufiskur ella gillur, sum hann vanliga verður nevndur - uppi á 10,73% í november, meðan parturin í januar var 4,14 %. Tað er einki óvanligt í, at smáfiskurin verður fiskað- ur um heystið. Tí tað er tíð- in, hann kemur inn á grunn- in. Soleiðis er tað bara. Og tað vísir seg eisini, verður sagt av Fiskiveiðieftirlitin- um, at tað eru teir smáu bátarnir, sum avreiða hend- an fiskin. Av Fiskiveiðieftirlitinum verður sagt, at tey hava fingið fráboðanir um, at nøgdin av greipufiskinum er vaksin munandi, og at tey eisini hava kannað hes- ar fráboðanir. Til dømis hava fólk frá Fiskiveiðieftirlitinum verið inni á Toftum, har bátar hava avreitt til Fiskamarkn- aðin, eins og fólk hevur verið umborð á størru línuskipunum, meðan drig- ið verður. Fiskiveiðieftilitið sigur, at tað er heilt greitt, at tað eru smærri bátarnir, sum fiska fram við landi, sum fá tann smáa fiskin. Hjá línu- skipunum er lutfallið púra í lagi, verður sagt. So er spurningurin sjálv- andi, hvussu gerast skal við tað. Og har verður sagt av Fiskiveiðieftirlitinum, at tey hava heitt á menn um ikki at taka so nógv av hes- um smáa. Men einki øki er tó stongt kortini. Og tað ber heldur ikki til at fara at friða alt sjóøki innan fyri 12 fjórðingar, hóast menn fiska smátt. Og so leingi prísirnir eru, sum teir eru, verður iva- leyst alt tikið. Nevnast kann, at ein ávísan dag herfyri var meðalprísurin fyri tosk 5, sum er greipu- fiskurin millum 300 gram og 1 kg., kr. 10,59. So einki løgið er í, at hann verður dripin. Hinvegin órógvar tað ikki fiskifrøðingarnar, at smá- fiskurin verður fiskaður nú. Tað er heilt í tráð við van- liga gongd, og at nøgdin er hampiliga stór nú, passar eisini við tær yngulkann- ingar, gjørdar vórðu í 1997 og 1998. Av Fiskirannsóknarstov- uni verður sagt, at teirra kanningar av hesum báðum árgangunum siga, at tað var heilt hampiligt, og tað tykist fiskiskapurin nú at prógva. Góðir toskaárgangir á veg Nógvur greipufiskur verður avreiddur í hesum døgum. Fiskiveiðieftirlitið sigur, at tað mest eru smærru bátarnir, sum avreiða hendan fiskin Mynd: Edvard Joensen Fríggjadagin fingu seks mans prógv sum elektrikkarar. Teir eru Hans Arni Davidsen, Toftir, Jóhannes Davidsen Sandavágur, Sonni Eliasen, Fuglafjørður, Leivur Hansen, Norðragøta, Jógvan Jacobsen Kolbeinargjógv og Eyðun Simonsen, Tórshavn. Av teimum fekk Sonni Eliasen eitt máliinstrument frá SEV fyri avbera gott úrslit – hann fekk hægsta karakter. Nýggir elektrikkarar Nr. 246 - 21. desember 2000 5 4 Nr. 246 - 21. desember 2000 Brúktir bilar til sølu Sosialurin - 311820 www.ivan.fo www.ivan.fo Verksmiðjumerki km. mán. árg. søluprísur Sýnaður 03/00 Sýnaður 11/00 OG FLEIRI AÐRAR BRÚKTAR BILAR SO HYGG INN Á GÓLVIÐ OG FÁ EITT GOTT TILBOÐ! Citroën BX 1,6 Selec. 5h 55.000 Aug. 1992 59.000,- Suzuki Baleno Van 1,6LX 3h 35.000 Aug. 1997 70.000,- Citroën ZX 1,9D stw. 74.000 Nov. 1996 105.000,- Honda Civic 1,5i Vtec 5h 50.000 Mai 1996 110.000,- Nissan Patrol pers. 5H 169.000 Jan 1991 114.900,- Honda Civic 1,4 LS 3h 71.000 Nov. 1996 114.900,- Citroën Xantia 1,9 TD 5h 126.500 Apr. 1996 119.000,- Toyota Corolla 2,0 D stw. 94,500 Des. 1996 129,900,- Citroën Jumper 2.5 TD 32 92.500 Aug. 1996 132.000,- SEAT Kordoba Vario stw. 14.000 Aug. 1999 134.000,- Honda CIVIC 1,5i LS Vtec 3h 61.000 Aug. 1998 135.000,- Nissan Primera 2,0 SLX 4h 25.000 Aug. 1997 139.000,- Citroën Xantia 2,0 HDi 5h 75.000 Jan. 1999 179.000,- Galloper 2,5 TDi 7 pers. 5h 37.400 Apr. 1999 215.000,- Citroën Xantia 1,9 TD 126.500 Apr. 1996 119.000,- Ford Fiesta 1,3 - 3H Árg. 11/1994 - kr. 50.000,- DaimlerChrysler Íslendskir fjølmiðlar hava kosið 39 ára gamla Jákup á Dul Jacobsen ársins ígongdsetara í Íslandi. Heiðurslønin er fyri avrik hansara í handilslívinum, har hann rættiliga hevur gjørt vart við seg sum ein undangongu- mann. Hann hevur neyðuga dirvi at fara undir nakað nýtt, ið eingin íslendingur trúði bar til HEIÐURSLØN Stefan í Skorini Týsdagin var samkoma á Grand Hotel í íslendska høvuðsstaðnum Reykjavík, har 150 av landsins fremstu fólkum vóru komin saman at heiðra ársins vinnulívs- mann og ársins undan- gongumann. Føroyingurin Jákup á Dul Jacobsen varð valdur frum- kvøðull ársins ella ársins undangongumaður. – Eg helt, at tað var ein joke, tá eg varð ringdur upp fyri nøkrum døgum síðani og fekk at vita, at eg varð ársins undangongumaður, sigur Jákup. Jákup leggur dent á, at hann ikki er einsamallur um at reka fyritøkuna, men at hann er á einum góðum liði av føroyingum. Sam- eigari er Jákup (Poli) Purk- hús, og rakstrarleiðari er Niels Stórá. Saman hava teir skapt eina blómandi handilsketu í Íslandi, Kan- ada og Føroyum. Í fínum felagi Henda virðislønin varð lat- in á fyrsta sinni í 1996. Hetta er fyrstu ferð, at ein útlendingur verður heiðrað- ur. Við hesum er Jákup kom- in í fínt felag. Í 1996 var Kári Stefánsson frá DeCode, sum granskar í genum, frumkvøðull ársins og í fjør var tað Ríkisstjórn Íslands. – Eg kann ikki vera annað enn errin av, at teir hava valt meg, sigur Jákup. Jákup sigur, at hann hev- ur verið nógv í sambandi við íslendsku fjølmiðlarnar seinastu dagarnar, og áhug- in fyri heiðurslønini er stór- ur. Hann hevur verið í bløð- um, sjónvarpi og útvarpi. Tað eru teir tríggur miðl- arnir DV, Støð 2 og Við- skiptablaðið, sum standa fyri at finna vinnarar og lata virðislønirnar. Saman við sameigara sínum hevur Jákup tíggju handlar í handilsketuni. Fimm av teimum eru í Íslandi, fýra í Reykjavík og ein á Akureyri. Í Kanada lat fyrsti handilin upp í 1996, og har eru nú fýra handlar, meðan tann eini er í Havn. – Eingin í Íslandi hevði roynt seg á hesum økinum, sum vit eru á, og vit fingu frið í nógv ár, tí eingin trúði, at tað fór at bera seg, sigur Jákup. – Vit vóru eisini hepnir at byrja við, tí vit fingu góð høli, sum liggja væl fyri. Eini 120 fólk starvast dagliga í handlunum hjá Jákupi í Íslandi. Í Kanada arbeiða 60 fólk og í Havn eini 25 fólk. Jákup hevur tætt sam- starv við Jysk Sengetøjsla- ger í Danmark. Teir keypa umleið ein helming av sín- um vørum saman við donsku fyritøkuni. Vent í holuni Umframt handlarnar hava teir eisini tvær stórar han- dilsmiðstøðir í Íslandi, og tað er eisini á hesum økin- um, at Jákup veruliga hevur gjørt vart við seg. Í november lat ein nýggj handilsmiðstøð upp á Akureyri, og tað er kanska ein av orsøkunum til, at Jákup varð heiðraður í ár, Handilsmiðstøðin í Reykja- vík lat upp fyri trimum árum síðani. – Tá vit fóru undir at byggja handilsmiðstøðina í Reykjavík, var eingin, sum trúði uppá ætlanina, og eingin vildi leiga frá okk- um. Stutt undan at vit skuldu lata upp, var tað hin- vegin eingin, ið tordi at lata vera. Allir vildu knappliga vera við, sigur Jákup. Jákup leggur afturat, at ætlanirnar hjá teimum hava verið væleydnaðar, og at leigararnir eisini eru væl nøgdir. Jákup lat sín fyrsta handil upp í 1986 í Føroyum, og tað var Skemman. Árið eftir valdi hann eisini at royna seg í Íslandi, tá tann fyrsti handilin lat upp har yviri. Síðani er virksemið bara økt so hvørt, og nú hevur Jákup gjørt vart við seg sum ein av fremstu vinnu- lívsmonnunum í Íslandi, hóast hann ikki er serliga stinnur í íslendskum. Teir leggja seg eftir at hava útreiðslurnar so lágar sum til ber. Tískil er tað ikki so fínt í handlunum, men teir hava hinvegin prís- leguna so lága sum gjørligt. Handlarnir eru sum oftast stórir og krevja nógv gólv- pláss. Ísland nógv ment Jákup flutti til Íslands í 1994, tá virksemið hansara av álvara fór at økjast. – Ísland er so ómetaliga nógv ment tey seinastu árini á øllum økjum. Okk- ara fyritøka veksur við at vera í einum tryggum um- hvørvi, sum blómar, sigur Jákup. – Fyribils royna vit tó at halda okkum til hetta økið, tí tað kann gerast ov nógv. Jákup á Dul Jacobsen var til skips í eini níggju ár, áðrenn hann legðist uppi og fór undir at selja dýnur og koddar. Hann er giftur Eriku Jacobsen, fødd Lómstein, og saman eiga tey fimm børn, tríggjar gentur og tveir dreingir. Teimum dámar væl í Íslandi, og Jákup sigur, at íslendingar eru ógvuliga positivir yvirfyri føroying- um. Fjølmiðlarnir í Íslandi hava fingið frænir av øðr- um ætlanum hjá Jákupi, sum liggja longri frammi í tíðini. Tað er ein skrivstovu- bygningur í sekstan hædd- um, og so hevur hann eisini ætlanir um onkran handils- bygning í umbúna. Enn er tó ikki greitt, um tað verður veruleiki. Føroyingur fremstur í Íslandi: – Eingin trúði okkum Jákup á Dul Jacobsen er ársins undangongumaður í Íslandi. Hann hevur saman við øðrum føroyingum fimm handlar og tvær stórar handilsmiðstøðir í grannalandinum fyri norðan