Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-12-21, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. desember 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjakvøldið spælir poppbólkurin Aria í Lognbrá, sum skal lata aftur um stutta tíð TÓNLEIKUR Tíðindaskriv Av tí at talan er um, at kenda dansistaðið í Klaks- vík Lognbrá skal lata aftur á nýggjárinum, hevur bólk- urin Aria sagt ja til at spæla har fyri seinastu ferð. Lognbrá er eitt av teim- um fáa dansistøðunum, sum eru eftir í landinum, ið hýsir ungdómi undir 18 ár. Hetta er tí, at Lognbrá ikki byggir sín dans á skeinki- loyvi, sum annars vanligt í dag – eitt nú í høvuðsstaðn- um. Livandi tónleikur hevur verið fastur táttur í Lognbrá øll árini. Bólkar úr øllum landinum hava verið í Klaksvík og spælt, tí Logn- brá hevur verið eitt gott stað fyri føroyskar bólkar. Hølini eru ikki ov stór, sum ítrottarhallir ofta kunnu tykjast, og hinvegin er tað heldur ikki ov trongligt. Ein av bólkunum sum hevur góð minni frá Logn- brá, er Aria, sum líkasum hevur havt Lognbrá sum sín skansa í heimstaðnum. Tí hildu teir í Aria tað vera upplagt at heilsa Lognbrá eina seinastu ferð við at trína á pallin. Orsøkin til at Lognbrá nú gevst við dansi er, at hølini eru partur av KÍ-høllini, og KÍ, sum eigur høllina, hev- ur brúk fyri hølunum, har Lognbrá hevur hildið til. Búskaparráðið heldur tað verða neyðugt við varnum fíggjar- politikki, til føroy- ingar vita meira um komandi oljuvinnu og burturbeiningina av ríkisstuðlinum BÚSKAPUR Eyðun Klakstein Landsstýrið skal føra ein varnan fíggjarpolitikk, sum kann tryggja eitt stórt avlop á fíggjarlógini eina tíð afturat. Hetta mælir Búskapar- ráðið til í nýggjstu frágreið- ing síni, sum kom í síðstu viku. – Til vit vita meira um, hvussu verður við inntøk- unum í landinum framyvir – til dømis við eini møgu- ligari oljuvinnu og burtur- beiningini av ríkisstuðlin- um – er neyðugt at vera varin á fíggjarpolitiska økinum. Tí er neyðugt við stórum avlopi á fíggjarlóg- ini eina tíð afturat, sigur Búskaparráðið. Búskaparráðið sigur seg bert kunnu viðmæla skatta- lætta, um útreiðslustøðið hjá landskassanum verður lækkað samstundis og sam- svarandi. Órógva sum minst Búskaparráðið sigur, at inntøkurnar hjá landskass- anum skulu krevjast inn, so búskapurin verður órógv- aður sum minst av hesum. – Skattir og avgjøld skulu ásetast út frá langtsiktaðu ætlanum fyri útreiðslustøð- ið hjá tí almenna. Inntøkur og útreiðslur skulu javnviga í miðal yvir tíð og eiga ikki at broytast út frá búskapar- ligum stutttíðarbroytinum, tí broytingar í sær sjálvum hava við sær samfelagsbú- skaparligar kostnaðir, sigur Búskaparráðið. Ráðið sigur, at hetta er í sær sjálvum ikki nøkur løtt uppgáva, tí bert tað at vita, nær tíðirnar eru góðar og ringar, er sera trupult. Hall á handilsjavnanum Fyrstu sjey mánaðirnar í ár øktist innflutningurin við einum fjórðingi samanbor- ið við sama tíðarskeið í gjør og er nú komin upp um tríggjar milliardir. Sama tíðarskeið í ár vaks útflutningsvirði 17% sam- mett við í fjør. Økingin í innflutningin- um stendst serliga av økt- um innflutningi av skipum og maskinum, meðan inn- flutningurin til húsarhaldini ikki er øktur so nógv – umleið 12%. Innflutningsvirðið á bil- um er umleið á sama støði sum í fjør, hóast talið av innfluttum bilum er minkað 17%. Gongdin í út- og inn- flutninginum hevur havt við sær, at handilsjavnin nú vísir hall upp á 31 milliónir krónu fyrstu sjey mánað- irnar í ár. Landsstýrið hevur fingið áheitan frá Smyril Line um at seta 25 milliónir krónur í felagið sum partapening SMYRIL LINE Eyðun Klakstein Landsstýrismaðurin í vinnumálum umhugsar nú, hvat hann skal svara eini áheitan frá Smyril Line um at seta meira partapening í felagið. Smyril Line arbeiðir nú við at hækka partapeningin í felagnum, og skal lands- stýrið varðveita sín pros- entpart, skal tað seta 25 milliónir afturat í felagið. Smyril Line hevur víst á, at útlendskur áhugi er fyri at seta pengar í felagið, so um landsstýrið ikki vil verða við til at hækka partapeningin, er vandi fyri, at Smyril Line fer á útlendskar hendur. Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður, ætlar sær at viðgera áheitanina frá Smy- ril Line væl og virðiliga, áðrenn hann svarar. Fyri hann hevur tað ikki størst týdning, um Smyril Line kann fara á útlendskar hendur, men um ein íløga í felagið kann loysa seg. Ein kjans afturat Tað eru nú tvær vikur síðani, at tað kom fram, at Smyril Line hevði trupul- leikar við at halda gjalds- treytirnar í byggisáttmálun- um um nýggju Norrønu. Skipasmiðjan í Flensburg kravdi upp á stutt skoðbrá størri trygd frá Smyril Line, um byggingin skuldi halda fram, men hesa trygd kundi Smyril Line ikki veita. Millum annað tí at landsstýrið seg nei til at veðhald fyri einum láni upp á 30 milliónir krónur. Nú hevur Smyril Line fingið ein møguleika aftur- at frá skipasmiðjuni at styrkja seg fíggjarliga, og arbeitt verður nú við at hækka partapeningin við meira enn 100 milliónum krónum. Aria heilsar Lognbrá Aria verður helst seinasti tónleikabólkurin, sum fer at spæla í dansistaðnum Lognbrá í Klaksvík Neyðugt við stórum avlopi á fíggjarlógini Smyril Line roynir at hækka partapeningin Nr. 246 - 21. desember 2000 7 6 Nr. 246 - 21. desember 2000 20. des. kl. 17.00 Rútmiska kórið í Hoydølum syngur í gongugøtuni. kl. 19.00 Cantabile syngur í gongugøtuni. 21. des. kl. 15.00 Jólamenninir koma ríðandi oman á Kongabrúnna. kl. 16.00 Tórshavnar Ungdóms-Horn- orkestur spælir. kl. 18.00 GHM spælir í gongugøtuni. 22.des. kl. 16.00 Tórshavnar Ungdóms-Horn- orkestur spælir . kl. 18.00 Frelsunar Herurin spælir í gongugøtuni. 23.des. kl. 17.00 Sangur úr Evangelihúsinum. kl. 19.00 Havnar Hornorkestur spælir í býnum. Jól í Miðbýnum 2000 Í jólavikuni hava vit opið soleiðis Mikudagur 20 . desember til kl. 20.00 Hósdagur 21. desember til kl. 20.00 Fríggjadagur 22. desember til kl. 20.00 Leygardagin 23. desember til kl. 22.00 Jólaaftan er stongt. Hjá Frants Restorff er opið jólaaftan til kl. 13.00 Jólamenninir verða í býnum hvønn seinnapart til jólaaftan 25. mars fara Føroyar saman við hinum norðurlondunum uppí Schengen- samstarvið. Skipanin sjálv smakkar illa í munninum á Høgna Hoydal, sum kortini mælir løgtinginum til at samtykkja, at Føroyar fara uppí samstarvið SCHENGEN- SAMSTARV Magnus Dam Tað verður lættari at ferðast til ES-lond, um løgtingið samtykkir tvey ríkislógar- tilmæli, sum landsstýris- maðurin í lógarmálum legði fyri løgtingið týsdag- in. Høgni Hoydal heitir á løgtingið um at samtykkja ein part av Schengen-sátt- málanum og ávísar broyt- ingar í útlendingalógini, sum eru ein fyritreyt fyri føroyskari luttøku í sam- starvinum. Tann »innari marknaður- in« hjá ES krevur frían flutning av kapitali, vørum, tænastuveitingum og per- sónum – og tað er tann fríi persónsflutningurin, sum Schengen-samstarvið skal tryggja. Broyta útlendingalógina Schengen-skipanin er ein skipan millum tey 15 ES- londini, sum ber í sær, at fólk kunnu ferðast frítt millum øll ES-londini uttan at vísa pass ella visa. Norra og Ísland hava knýtt seg uppí skipanina, og øll norð- urlondini hava gjørt av at fara uppí skipanina í felag tann 25. mars næsta ár. Hetta tryggjar, at norður- lendska passfrælsið kann halda fram óbroytt eftir hendan dag. Danmark hevur tryggjað sær, at Føroyar og Grøn- land eisini sleppa at knýta seg uppí skipanina, men vit skulu lúka ávís krøv áðr- enn. Eitt nú er neyðugt, at løg- tingið broytir útlendinga- lógina, tí lóggávan í Føroy- um skal vera á leið tann sama sum í Danmark. Avtalan setir eisini strangari krøv til eftirlitið við mørkini í Føroyum og Grønlandi, tí efirlitið við, hvør kemur til eitt Schen- gen-land úr einum ikki- Schengen-landið skal vera strangt. Ein Schengen- nevnd hevur staðfest at eftirlitið í Føroyum er nóg gott sum er. Smakkar illa Tað er júst hetta økta eftir- litið, sum smakkar illa í munninum á uppskotsstill- aranum sjálvum. Høgni Hoydal heldur, at Schen- gen-samstarvið er ein eksklusivur klubbi, sum hevur til endamáls at halda fólkinum í fátæku londun- um í Afrika og aðrastaðni uttanfyri ringin, sum Schengen-samstarvið legg- ur um Evropa. Tey, sum eru innanfyri, skulu verja seg móti teim- um, sum eru uttanfyri, sig- ur landsstýrismaðurin. - Í veruleikanum kann hendan stórpolitiska verk- ætlan tulkast sera kalt og kyniskt: Ríka Evropa skal verja seg móti fátæka Afrika og Asia – har fólk hava hug at koma til ríki- dømið, sum Evropa hevur – eitt ríkidømið, sum í stóran mun er bygt á virðir úr fyrr- verandi hjálondunum í Afrika og Asia. Høgni Hoydal heldur, at stórpolitiska endamálið við Schengen-skipanini er sera ivasamt og einki hugaligt. Men hóast hesar við- merkingarnar, so vil Lands- stýrismaðurin ikki mæla løgtinginum frá at fara uppí skipanina, og tað eru eisini fyrimunir og góð endamál við Schengen-samstarvin- um. Tað er ein sannroynd, at neyðugt er við samstarvi millum londini í Evropa um at byrgja fyri brotsverkum, sum fara um landamørk í dag, vísir landsstýrismað- urin á. – Fyri Føroyar er ikki nógv í at velja. Annaðhvørt verða vit knýtt uppí skipan- ina, ella kunnu vit standa uttanfyri »ringin« og skulu so gjøgnum strangt eftirlit til tess at sleppa innum, vísir hann á. Felags skráseting Tað verður løgreglan í Før- oyum, sum kemur at taka sær av stranga eftirlitinum, sum Schengen-samstarvið krevur. Løgreglan skal tryggja, at persónar, sum koma frá londum uttanfyri Schengen, verða kannaðir væl. Og løgreglan skal eisini taka sær av tí partinum, sum snýr seg um eina felags skráseting millum øll Schengen- londini. Talan er um eina teldu- skipan, sum skrásetur brotsverk og brotsfólk í øllum Schengen-londun- um. Løgreglurnar í øllum londunum hava atgongd til hesa skipanina, og tær hava eisini skyldu at skráseta og lata víðari upplýsingar um revsiverd viðurskifti. Schengen-sáttmálin merkir eisini, at løgreglurn- ar í einstøku londunum hava loyvi til at steðga og kanna persónar inni í land- inum og biða um samleika- prógv og prógv fyri uppi- haldsloyvi. So har passið nú skal vísast við markið, skal tað eftir 25. mars vís- ast mitt á gøtuni, um løg- reglan krevur tað. Ein onnur broyting við Schengen-samstarvinum er, at løgreglur í øðrum londum fáa ávísar heimildir til at jagstra brotsmenn inni í hinum limalondunum. Av tí at tíðarfreistin er stutt, til norðurlondini fara uppí samstarvið, hevur løg- málaráðið heitt á ríkisum- boðið um at leggja málið fyri landsstýrið skjótast gjørligt, so tað kann verða avgreitt í góðari tíð. Uppskotið hjá Hans Paula Strøm um at taka av 120-daga regluna fekk góða móttøku við fyrstu viðgerð í løgtinginum týsdagin 120-DAGA REGLAN Magnus Dam Tað kemur fyri, at and- støðuflokkarnir í løgtingin- um koma við einum upp- skotið, sum samgongan ikki kveistrar av borðinum. Eftir ein heldur úrslitaleys- an mánadag, har øll and- støðuuppskotini um broyt- ingar í fíggjarlógini vórðu feld, hevði Javnaðarflokk- urin størri hepni við einum uppskotið um at broya starvsfólkalógina. Hans Pauli Strøm vil hava landsstýrið at broyta lógina, so tann sokallaða 120-daga reglan verður strikað úr starvsfólkalógini. 120-daga reglan sigur, at eitt alment arbeiðspláss kann siga einum starvsfólki úr starvi, um viðkomandi hevur verið sjúkur í meira enn 120 dagar í einum tíð- arskeiði upp á eitt ár. Upp- sagnartíðin kann sambært lógini verða ein mánaði, meðan uppsagnartíðin í øðrum førum er millum 6 mánaðir og eitt ár. Fyribyrgja uppsøgn Javnaðartingmaðurin held- ur, at tað almenna í staðin fyri at hava eina reglu um uppsøgn eftir 120 dagar sjúkrafráveru skal hava ein meira aktivan leiklut í at varðveita ella fáa starvs- fólkini inn aftur á arbeiðs- marknaðin. Er eingin annar útvegur enn at siga starvs- fólkinum upp, so skal upp- sagnartíðin leingjast, so hon í øllum førum er mill- um 6 mánaðir og eitt ár. Og hesum taka flestu flokkarnir í løgtinginum undir við, vísti viðgerðin í løgtinginum týsdagin. Framsøgumenninir hjá bæði samgonguflokkum og andstøðuflokkum søgdu seg taka undir við uppskot- inum. Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum helt, at talan var um eitt gott uppskot, sum broytir starvsfólkalógina, so hon samsvarar við aðra lóggávu á almannaøkinium, har roynt verður at geva teim- um sjúku ein møguleika afturat á arbeiðsmarknaðin- um. Hóast framsøðumaðurin hjá Fólkaflokkinum, Jógv- an á Lakjuni, er samdur í, at tað er óheppið at siga fólki upp, tí tey gerast sjúk, so hevði hann kortini ávís fyrivarni. Hann vildi ikki siga, um flokkurin tekur undir við uppskotinum ella ikki, tí fyrst vil hann hava greiði á, hvussu ofta 120- reglan verður nýtt á ar- beiðsmarknaðinum, og um lógarbroytingin veruliga bøtir um støðuna hjá starvsfólkum. Men hann lovaði eins og aðrir ting- menn at geva uppskotinum eina gjølliga viðgerð. Fylgja rákinum Sambært Hans Paula Strøm fylgja Føroyar rákinum í øðrum londum, um vit í staðin fyri at siga fólki upp vegna sjúku, royna at fyri- byrgja, at fólk nakrantíð leggjast heima í so langa tíð vegna sjúku. Hans Pauli Strøm skjýtur upp, at al- mennu arbeiðsplássini fáa eitt sjúkraráð, sum hevur til endamáls at røkja áhuga- málini hjá sjúku starvsfólk- unum. Ráðið skal royna at finna arbeiðsuppgávur ella skipa arbeiðstíðina, so hon verður lagað til heilsubrek- ið hjá sjúka starvsfólkin- um. Hans Pauli Strøm heldur ikki, at tað krevur ov nógv av arbeiðsplássunum at skipa eitt tílíkt sjúkraráð, tí ráðið kemur bert saman, tá eitt starvsfólk verður sjúkrameldað í longri tíð, og tað er ikki so ofta. Vinnunevndin hjá løg- tinginum skal nú viðgera uppskotið hjá Hans Paula Strøm. Ein meiriluti í løg- tinginum gav týs- dagin Jørgen Nicla- sen heimild til at gera ein tíggju ára sáttmála um veitan av tyrlutænastu TYRLUTÆNASTA Magnus Dam Eftir at vinnunevndin hevði skrivað tvey álit, og løgtingið hevði havt enn eina drúgva viðgerð av málinum, eydnaðist tað týsdagin einum meiriluta at samtykkja uppskotið um tyrlutænastuna, sum so nógv orðaskifti hevur verið um seinastu dag- arnar. Atlantic Airways varð strikað úr sjálvum lógar- tekstinum, og nú gleið uppskotið betur niður hjá einum parti av løgtingin- um. 17 tingmenn at- kvøddu fyri uppskotinum við aðru viðgerð, meðan tey 13 umboðini hjá Javn- aðarflokkinum og Sam- bandsflokkinum at- kvøddu blankt. Í lógartekstinum stend- ur nú, at landsstýrismann- inum verður heimilað at gera ein 10 ára sáttmála um veitan av tyrlutæn- astu. Har stendur sostatt einki um Atlantic Air- ways, og hetta merkir, at landsstýrismaðurin í veruleikanum kann gera sáttmála við eitthvørt fel- ag um tyrlutænastuna. Men einki bendir á, at Jørgen Niclasen fer at lata einum øðrum felag tíggju ára sáttmálan, sum hevur eitt virði uppá 140 milli- ónir krónur yvir næstu 10 árini. Andstøðan segði seg ikki kunnað taka undir við uppskotinum, tí hon heldur, at málið framvegis er ov illa lýst, og at Jørgen Niclasen ikki hevur greitt løgtinginum frá, um talan veruliga er um bestu og bíligastu loysnina. Men 17 tingmenn hildu altso, at málið er búgvið at fara víðari til triðju og endaligu viðgerðina, og soleiðis broytt varð upp- skotið samtykt. Frá 25. mars verður óneyðugt at hava passið við tá tú ferðast í ES-londum Mynd: Álvur Haraldsen Schengen byrjar í mars Tyrlutænastan samtykt Andstøðuuppskot góða móttøku