hósdagur 21. desember 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
BØKUR
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Hvussu ber tað til , at bøk-
urnar, fyrst hjá pápanum
Niels Juul Arge, sála og so
nú bøkurnar hjá soninum
Jógvan Arge, eru bøkurnar
fólk tosa um undan jólum?
Ella ikki tosa um, fyri at
avgera um tey skulu keypa
bøkurnar, tí tey allarflestu,
sum leita í bókabúðirnar
um jóltíðir keypa hesar
bøkur. Men heldur fyri at
tosa um innihaldið.
Longu í seinastu viku
vórðu 3000 eintøk seld av
seinasta útgávuni hjá Jógv-
an Arge um føroyskan út-
róður í Grønlandi. Og fleiri
verða seldar enn til jóla.
Journalistar verða lærdir
ikki at seta lesarunum ó-
svaraðar spurningar. Og
uttan at koma við nakrari
djúptøknari kanning, so
hava Argemenninir tev fyri
at leita áhugaverd evni upp.
Tá teir so borðreiða tey við
løttum málburði og ein-
føldum setningsbygnaði, so
er ikki neyðugt at stava teg
gjøgnum bøkurnar, tær eru
lutfallsliga skjótt lisnar. Og
omaná tað heila kenna fólk
til evnini og tað er kanska
dyggasti stuðulin til góðu
sølutølini.
Konvoyin, ein lort
túrur
Ein annar táttur, sum
Jógvan dugir meistaliga
væl, er at hava nógv fólk og
nógvar forkunnugar myndir
við í sínum bókum. Hetta
førir við sær at rættuliga
stór fjøld er beinleiðis ella
óbeinleiðis knýtt at bókini.
Eitt nú eg sjálvur.
Pápi mín, Leivur Eides-
gaard í Oyndarfirði d. 19/2-
2000 var 29 ára gamal, tá
konvoyin
hjá
Kjølbro
stevndi til Eysturgrønlands
í august 1959. Hetta summ-
arið hevði hann ikki nakran
kjans, men var so biðin at
koma sum maskinmeistari
við útróðrarbátinum “Ma-
thildu” í Lorvík.
“Jamen, eg eri ikki út-
búgvin maskinmeistari og
havi ongantíð fingist við
maskinur fyrr, “ segði pápi
og bar seg næstan undan.
“Tað ger einki, kravið er
at ein verður mynstraður
sum maskinmeistari og tú
kann gott standa sum
maskinmeistari á pappír-
inum,“ søgdu umboðsmenn
Kjølbros, og síðan hendi
tað at hesin ungi oyndfirð-
ingurin, sum bestan hugin
hevði at fiska, eisini fekk til
starv at pumpa upp í
forbrúkstangan á “Matildu”
og at smyrja har tað var
neyðugt. Typiskt føroyskt,
øll skulu kunna gera alt.
Ein annar oyndfirðingur
var eisini við, tað var skyld-
maðurin Mourits Petersen,
sáli, sum var bestimaður
við.
Men túrurin í Eystur-
grønlandi við 130 monn-
um, 10 dekksbátum og
einum farmaskipi, Karin K,
var ein lort túrur alt í alt.
Keðilig ísviðurskifti, vána-
ligur fiskiskapur og lønin
fyri hesar báðar mánanar
var bert 2000 krónur. Og
tað var ikki nógv at liva fyri
í 1959, nýgiftur so at siga
og við trimum smábørnum
og fjórða sterkt ávegis.
Jógvan Arge ger nógv
burtur úr konvoyini hjá
Kjølbro og hann her eisini
vesturum og greiðir frá
útróðrinum á Stóru Ravns-
oygg og aðrastaðir við um
hetta mundi.
Bøkurnar hjá Jógvan
Arge eru íblásturin til tús-
und aðrar søgur, sum hann
ongan møguleika hevði at
fáa hendur á, men sum
blóma upp aftur kring land-
ið, nú “Teir tóku land,”
skjýtur
glitrandi
gávu-
pappírshamin og fer at
liggja upplatin í teim
mongu stovunum kring
landið.
Jógvan Arge tekur lesarar
Pennurin fangar eins nógv og røddin
Stórsligið sá tað út, tá ið smábátar úr Klaksvík fylgdu teimum 10 útróðrarbátunum teir allar fyrstu fjórðingarnar til
Eysturgrønlands
Útróðrarkonvoyin í ísinum í Eysturgrønlandi
Nr. 246 - 21. desember 2000
9
8
Nr. 246 - 21. desember 2000
Bygdaráðið við Gjógv
hevur rent pannuna
ímóti múrinum.
Bygdaráðið ætlar at
lækka kommunu-
skattin munandi, men
landsstýrið sigur nei.
Málið er nú á veg í
rættin
SKATTAPROSENT
Áki Bertholdsen
Avgerðin, sum bygdaráðið
við Gjógv tók mánakvøldið
um at lækka skattin, er
ólóglig.
Tað ivast kommunala
eftirlitið ikki í, og tí sleppur
Gjáar Kommuna heldur
ikki at lækka skattin.
Mánakvøldið samtykti
bygdaráðið við Gjógv ann-
ars at lækka kommunu-
skattin niður í 13% næsta
ár. kommunan er væl fyri
fíggjarliga og tað heldur
bygdaráðið,
skal
koma
fólkinum til góðar.
Annars hevur tað verið
lógarfest síðani 1993, at
kommunuskatturin
skal
vera í minsta lagi 16% og í
mesta lagi 23%.
Men 1. januar kemur ein
nýggj kommunulóg í gildi
og tá eru markini fyri
lægsta skatt og hægsta skatt
tikin av, so at kommunurnar
kunnu áseta skattin sjálvar.
Og Gjáar Kommuna sigur,
at av tí at skattaprosentið,
sum nú er ásett, er fyri
næsta ár, hevur hon loyvi til
at lækka skattin niður um
13%.
Ólógligt
Men soleiðis tulkar Komm-
unala eftirlitið hjá lands-
stýrinum ikki lógirnar.
Hilmar Høgenni sigur, at
tað er púra greitt ímóti lóg-
ini frá 1993 at seta komm-
unuskattin niður um 16%.
Har stendur, at fíggjar-
ætlanin skal verða viðgjørt
tvær ferðir í bygdaráðnum
og at tað skulu vera minst
14 dagar ímillum hvørja
viðgerð. Men í seinasta lagi
1. desember skal fíggjar-
ætlanin
verða
endaliga
samtykt og so skal hon
beinanvegin sendast lands-
stýrinum til góðkenningar.
– Fíggjarætlanin, sum
bygdaráðið so hevur sam-
tykt, og sum landsstýrið
hevur góðkent, er bindandi
fyri, hvussu nógv komm-
unuskatturin
skal
vera
komandi fíggjarár.
Og somuleiðis sigur lóg-
in, at skatturin skal vera
ímillum 16 og 23%.
Hilmar Høgenni sigur, at
sostatt eru hesar ásetingar-
nar eisini galdandi fyri
fíggjarætlanirnar,
sum
verða lagdar nú - tvs fíggj-
arætlanirnar fyri næsta ár.
– Sostatt er tað ikki fyrr-
enn næstu ferð, fíggjarætl-
anirnar skulu gerast, at
markið fyri hægsta og
lægsta kommunuskatt er
tikið av.
– Og sostatt kann bygd-
aráðið við Gjógv ikki
lækka skattin niður um
16% fyrrenn fyri árið 2002.
Seinastu ferð
Hilmar Høgenni sigur, at
hetta er samstundis sein-
astu ferð, at landsstýrið
skal góðkenna fíggjarætl-
anirnar hjá kommununum.
– Hereftir skulu komm-
unurnar leggja sínar fíggja-
rætlanir, samtykkja tær og
senda landsstýrinum tær.
Men landsstýrið skal ikki
góðkenna tær.
– Tað verður bara í teim-
um førum, har ein komm-
una skyldar meiri enn eina
álíkning, at landsstýrismað-
urin í kommunumálum
kann geva kommunustýrin-
um boð um at gera neyð-
ugar broytingar í fíggjar-
ætlanini. Tað kann hann
gera um hann heldur, at
metingarnar hjá komm-
ununi av inntøkum, út-
reiðslum og íløgum eru
skeivar, ella gjørdar á
skeivum grundarlagi, ella
um tær eru órímiligar, ella
óneyðugar.
Sleppa ikki at lækka skattin
Við Gjógv sleppa tey ikki so lætt í skatti næsta ár, sum
bygdaráðið hevði ætlað. Í hvussu so er, ikki uttan víðari.
Hilmar Høgenni á Kommunala eftirlitinum sigur, at tað er
ikki loyvt at lækka skattin niður um 16 prosent
Føroyingar hava
seinastu dagarnar
fingið brøv úr Afrika,
har tað verður lovað
at gera teir til milli-
óningar. Hetta eru
brotsmenn og
falsarar og tað er
umráðandi ikki at
lata seg lumpa, sigur
løgreglan
FALSARAR
Áki Bertholdsen
At fáa einar 60-70 milliónir
krónur- fyri einki at gera.
Tað man ljóða sum ein
dreymur hjá teimum allar-
flestu.
Hjá nøkrum føroyingum
er hesin dreymurin við at
gerast veruleiki - um eitt
bræv, sum teir hava fingið
úr Afrika, er eftirfarandi.
Men dreymurin er longu
brostin, tí brævið er ikki
eftirfarandi.
Seinastu dagarnar hava
fleiri føroyingar fingið
bræv úr Afrika, har tað
verður lovað at gera teir til
fleirfaldaðar millióningar.
Tað einasta, sum teir
skulu gera, er at læna ein-
um afrikanara eina banka-
konto, sum hann kann seta
pening inn á.
Afturfyri ómakin skulu
føroyingarnir fáa 30% av
upphæddini.
Og talan er ikki um smá-
vegis, tí talan er um heilar
32,3 milliónir amerikansk-
ar dollarar, sum hesin afri-
kanarin ætlar at seta inn á
hesa bankakontina, sum
hann skal læna frá føroy-
ingunum og 30% av tí, eru
næstan 10 milliónir dollar-
ar, ella 60-70 milliónir
krónur.
Fyrrverandi
forsetafrúa
Tað er ikki hvør, sum helst
afrikanari, sum kemur við
hesi umbønini. Tað er
nevniliga ongin annar enn
einkjan eftir fyrrverandi
forsetan í Tanzania, Julius
Nyerere, sum vil sleppa at
læna eina bankakonto frá
føroyingum.
Hon sigur, at hon hevur
fingið navnið og bústaðin
hjá føroyingum í pappírum,
sum lógu eftir deyða mann
hennara.
Tað er sonur hennara,
sum eigur peningin, sum
talan er um at flyta til Før-
oya. Peningurin varð ikki
settur í banka men goymd-
ur í trygdarskápum. Stjórn-
in, sum nú ræður í Tanzania
er ikki vælviljað ímóti
gamlu forsetahúskinum og
tí hevur sonurin brúk fyri
einum tryggum, útlendsk-
um banka at seta peningin
í.
Prinsar og fúrstar
Á kriminaldeildini hjá løg-
regluni í Havn, eru hesi
brøvini als ikki ókend.
Jens Jensen, politistur,
sigur, at tey, sum fáa slík
brøv, skulu lata løgregluni
tey.
– Vit senda tey so víðari
til eina serliga løgreglu-
deild í Danmark, sum ar-
beiðir við fíggjarligum
svikum av ymsum slag.
Tí fíggjarligt svik er ikki
annað, enn hvat hetta er.
– Tað eru altíð fólk við
fínum heitum, prinsar og
fúrstar, sum senda hesi
brøvini til fólk. Hesuferð er
tað so ein fyrrverandi for-
setafrúa.
– Men hetta eru onki
uttan falsarar. Akkurát, hvat
teir fáa burturúr at fáa eitt
kontonummar í einum før-
oyskum banka, kann bara
gitast um. Men tað er
eyðvitað við tí fyri eyga at
misbrúka kontonummarið
onkusvegna. Tað kann vera
at teir onkusvegna fáa fólk
at seta pening á bókina,
sum teir síðani royna at fáa
hendur á.
Jens Jensen sigur, at tað
er ógvuliga umráðandi, at
fólk als ikki svara slíkum
áheitanum aftur.
– Fólk skulu so slett ikki
lata nakað kontonummar
frá sær. Men fólk skulu
heldur ikki svara noktandi
aftur. Tí fáa hesir falsarar
fatur á einum brævi, við t.d.
einum búmerki hjá eini
fyritøku, ella felagsskapi á,
kunnu teir eisini misbrúka
tað onkusvegna.
– Tað hevur týdning at
fólk leggja sær í geyma, at
allir upplýsingar, sum tey
geva
slíkum
falsarum,
kunnu blíva eitt amboð í
teirra hondum, og kunnu
misbrúkast onkusvegna.
Jens Jensen sigur, at fáa
hesir
falsarar
fatur
á
teimum røttu upplýsingun-
um, ta røttu løtuna, kan tað
eydnast teimum at fáa
nakað burturúr. Tí er tað
umráðandi als ikki at svara
aftur, hvørki so ella so.
Brotsmenn úr Afrika royna
at seta klórnar
í góðtrúnar føroyingar
Fleiri føroyingar
hava seinastu
dagarnar fingið
lokkandi brøv
úr Afrika, har
tað verður lovað
at gera teir til
millióningar.
Men talan er
um falsarar og
fólk skulu undir
ongum
umstøðum
svara teimum
aftur, sigur
løgreglan