hósdagur 21. desember 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 21. desember 2000
11
10
Nr. 246 - 21. desember 2000
AUTO
- Dag sum nátt -
- skjótt og gott -
Skalt tú bil hýra
- so er tað 311234
BENZIN
DIESEL
KIOSK
- ALT DØGNIÐ -
AUTO
311234
AUTO
Streymoy
Vilja tygum við í
Í býin - hvønn hósdag
Ynskja tygum at lýsa í teiginum í býin, so
fyllið út henda lepan og sendið hann til
Sosialin, box 76, 110 Tórshavn – ella fax
314720
Tekstur
Nor›urlandahúsi›
í Føroyum
Sí SVF tekstvarp
s. 650
Tekna teg
sum haldara,
so fært tú
sosialin
5 ferðir um
vikuna
til dyrnar
Haldarar F¿royum: 360,-/rsfj.
Haldarar Europa: 510,-/rsfj.
5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna Europa: 425,-/rsfj.
Onnur lond: Ymiskir prsir
Internet: 240,-/rsfj.
Kaggin
TAXI
TAXI
Kaggin
Kaggin
www.kaggin.fo
Hóskvøldið
spælir
Sosialurin - 311820
ALLIR
FÓTBÓLTSDYSTIR
Á
STÓRSKÝGGJA
Í KAGGANUM
Kaggin
Fríggjadagin
Jólafimmarin
v/gløggi
Fríggja.- og
leygarkvøldið
spæla
Ólavur Øster
Band
Fríggjadagin
Jólafimmarin
v/gløggi
Fríggja.- og
leygarkvøldið
spælir
Ólavur Øster
Band
Annað jólakvøld
spæla
Ólavur Øster
Band
Annað jólakvøld
spælir
Ólavur Øster
Band
EYDNUNI
EYDNUNI
Oyrarbakka
Dansur
2. jólakvøld
spælir
BACON
BACON
til dans í
Eydnuni
EYDNAN
EYDNAN
JÓLA-
LA-
DANSUR
DANSUR
Á STRONDUM
STRONDUM
STRÁLAN
STRÁLAN
Annað jólakvøld
verður góður dansur
á Strondum
har Audio spælir
góðan dansitónleik
Matstovan verður opin
Mat-
seðilin
Hósdagin 21. des.:
Høsnarungalær
Fríggjadagin 22. des.:
Rivjasteik
Leygardagin 23. des.:
Kálvasteik
Mikudagin 27. des.:
Bayonneskinka
Kostnaður 32,- kr.
***
Seinnaparts-
TILBOÐ
frá kl. 14.00:
Juniorburgari 14,95
Maxiburgari ella
Búffsandwich 19,95
Matstovan
í Hoyvík
NÁTT-
BUSSURIN
hjá Øssuri Christiansen
Leygarkvøldið:
• Úr Vestmanna
kl. 24
• Úr Tórshavn
kl. 01
• Úr Vestmanna
kl. 04
• Úr Tórshavn
kl. 05
(Koyrt verður um
Kvívík og Kollafjørð,
tá fráboðan fyriliggur)
Onnur kvøld kann
koyrast eftir avtalu
Tlf. 424254
Bussarnir:
Tlf. 287752 • 286254
Eysturoy
Atni Jensen er farin, bert 47
ára gamal.
Tað kenst løgið og veru-
leikafjart, at hesin maður,
ið eina ferð hevði so stóran
alsk til lívið, nú er burtur
fyri altíð.
Eg var so heppin, at eg
kom at arbeiða hjá Atna í
útvið fimm góð ár. Tað
kenst sum um tað er so stutt
síðani, at eg ein heystardag
í 1987 var til starvssam-
røðu hjá Atna. Aftanfyri
skrivaraborði
sat
hesin
fryntligi maðurin við sínum
klóka eygnabrá og lurtaði
eftir míni klaksvíksdialekt
við einum dámligum undir-
tóna av einum skálkabrosi.
Væl gekk og hin 1. oktober
1987 varð mín fyrsti ar-
beiðsdagur á grannskoðara-
virkinum, AJ-Grannskoð-
an, ið var virkið, ið Atni
sjálvur átti.
Tá vóru góðar tíðir; eisini
hjá Atna. Góðar tíðir vóru í
Føroyum, nógv var at gera,
og virkið hjá Atna gekk
væl. Og ikki minst var hann
tá nýklaktur pápi til fyrst-
fødda son sín, Sámal Ják-
up.
Sum arbeiðsgevari var
Atni sjáldsama hegnigur.
Hann dugdi sera væl at læra
upp ein ungan, óroyndan
mann við áhaldandi rósi og
eggjan um ikki at halda seg
aftur, tá ið krevjandi upp-
gávur skuldu loysast. Atni
hevði ta gávu, at hann var
altíð í góðum lag, og við
skemti, góðum toli og yvir-
berandi lyndi gingu dag-
arnir lætt, og alla ta tíð eg
arbeiddi hjá Atna fall ong-
antíð nakað øvugt orð mill-
um okkum báðar.
Eg havi mangan hugsað
um, at nógvir av teimum
góðu arbeiðshættum, ið eg
brúki í dagliga yrki mínum
og sum eru mær sera hentir,
havi eg lært av Atna.
Atni var verðsligur mað-
ur, ið hoyrdist har hann var.
Við sínum sjáldsama ber-
søgni ivaðist ein ongantíð í,
hvat hann helt ella hvar
hann stóð her í verðini. Og
sum vera man, so vóru tað
ikki øll, ið dámdu sannleik-
an, tá ið hann varð borð-
reiddur úrlatin, hinvegin, so
ivaðist tú ongantíð í, hvar
tú hevði Atna og hvat hann
meinti.
Gjøgnum arbeiðið gjørd-
ust vit eisini vinmenn, og
høvdu vit tí eisini mangar
góðar løtur saman í vinar-
lag. Vit fiskaðu saman,
veltu saman, flettu saman
og annars alt tað, ið vin-
menn hava saman. Atni var
hjálpsamur, og tá eg í 1991-
92 bygdi hús, var hann altíð
fúsur at hjálpa.
Atni var eisini ein góður
pápi fyri børn síni, tosaði
nógv um tey og var errin av
teimum. Tað vóru nógvir
dagar, har ein fríløta bleiv
tikin til ein gongutúr oman
í viðalundina at geva dunn-
unum.
Og best sum alt sá so gott
og ljóst út, so komu
1990’árini sníkjandi inn
yvir okkum, og tær ringu
tíðirnar byrjaðu; eisini fyri
Atna. Tíðirnar í Føroyum
gjørdust kargar, arbeiðið
gjørdist minni, Atni misti
pápa sín, og skipið, sum
hann og beiggjarnir áttu,
gekk burtur í Grønlandi.
Tá byrjaði heystið fyri
Atna, og vit eru óivað
mong, ið standa undrandi í
dag og ikki rættiliga skilja,
hvat hendi, og hví tað gekk
sum tað gekk.
Tað er svárt at sita eftir,
tá ið ein hevur mist mann
sín, pápa sín, son sín og
beiggja sín. Tað er lítil
uggi, ið kann veitast í slík-
ari stund, men eg veit, at tit
sum eftir sita, hava nógv
góð minnir um Atna, og at
hann hevur borið tykkum
nógv gott. Harrin styrki
tykkum í sorg tykkara.
Eg havi sjálvur tann
ugga, at eg havi bert góð
minnir um Atna. Eg havi
eisini bert havt góðar løtur
saman við Atna, og hann
hevur bæði lært og givið
mær gott.
Friður veri við minninum
yvir Atna Jensen.
Óli
Dátt kom tað við at frætta,
at tú góði, Allan, so
brádliga var heimkallaður
til Harran, bert 28 ára
gamal.
Tað fyrsta ein spyr tá so
er, er hví? Men hetta fáa vit
ikki svar uppá her. Men ein
meining er við øllum.
Tú hevði so nógvar
ætlanir. Tað var so nógv, tú
hevði sett tær fyri at náa her
í lívinum. Men tað verður
ikki spurt eftir hvat vit ætla.
Harrin kallaði teg heim.
Honum tørvaði teg.
Allan var ein stillur og
hjálpsamur drongur, ið setti
alt sítt álit á Harran.
Hóast hann var nógv í
Havn, so merktist mangan
hvussu nógv hann hugsaði
um tykkum í Gøtu.
Mær untist at kenna hann
alt ov stutta tíð. Hóast tað,
havi eg nógvar góðar løtur
at minnast afturá saman við
honum. Og nógv góð minn-
ir havi eg eftir hann. Hann
vildi øllum bara gott, var
altíð
klárur
at
hjálpa
øðrum.
Eg minnist eitt kvøldið
eg var stødd í Havn og var á
veg til hús. Eg gekk
einsamøll og hevði langan
veg. Eg møtti Allani, hann
steðgaði og spurdi, um
hann ikki skuldi koyra meg.
Hann helt ikki tað var rætt,
at eg skuldi ganga aleina
seint á kvøldi, tí eg skuldi
langt út um býin.
Hetta segði mær, hvussu
hann eisini hevði umsorgan
fyri vinum sínum, eins og
fyri sínum nærmastu. Hetta
var heldur ikki einastu ferð
eg upplivdi hansara um-
sorgan. Eg kundi skrivað so
nógv gott um Allan, men
orð eru so fátøk.
Góðu foreldur, systkin og
tit, sum stóðu Allani nær.
Saknurin er stórur. Tit hava
enn einaferð mist ein góðan
son og beiggja. Eg havi
djúpa samkenslu við tykk-
um. Men ein dag skulu øll
møtast aftur har heima.
Má
Harrin
styrkja
tykkum í sorg tykkara.
Æra verði minnið um
mín góða vin Allan.
Katrin
Kalt er í veðrinum – æla-
veður og myrkt. Hyggi út
gjøgnum vindeyga, síggi at
tey seinastu bløðini eru nú
dottin av trøunum og fúka
nú runt í túninum. Tað
skýmur, hesin dagurin fer
at halla, eins og nú, bert ein
lítil mánaði er eftir av hes-
um árinum. Vit eru komin
inn í adventuna. Jólini
nærkast – tíðin, tá ið øll eru
glað og gleðast við familju
og vinum. Men tað er ikki
enn! Vit skulu ígjøgnum
desember fyrst. At skula
koma ígjøgnum desember,
plagar væl ikki at fella
nøkrum tungt, sjálvt um
myrkt er størsta partin av
samdøgrinum. Men nú!
Stóra sorgin hevur aftur
vitjað í heimbygd míni. Ein
ferðsluvanlukka
tíðliga
leygarmorgunin 25. nov-
ember, tók ein av okkara
ungu.
Hesin
desember
mánaði verður ikki lættur
at koma ígjøgnum hjá tykk-
um, sum nú hava mist.
Troystarans orð kunnu
kanska hjálpa tykkum, men
tit hava mist eitt tað dýrasta
tit áttu. Sonur tykkara er
farin. Hann er farin undan
okkum og vit standa spyrj-
andi eftir. Spyrjandi, tí vit
skilja ikki, hví hansara tími
longu var komin. Men
sjálvt um sorgin nývir, so
er ein, ið kann hjálpa, og
sum sálmaskaldið so vak-
urt sigur:
Tyngir á teg sorgin harða
tykist einki ljós at sjá,
til tín Guð tú tá skalt fara
altíð er har hjálp at fá;
er tín trúgv sum fjallið
sterk,
virka kann hon undurverk,
senda vil Guð tær til bata
meir, enn heimsins vísu
fata.
Niclas var tvey ár eldri enn
eg. Aftrat tí, at vit vuksu
upp í somu bygd, komu vit
serliga nógv saman, tey
árini vit róðu við Nólsoy-
ingi. Stuttligt var tað og vit
høvdu mangar góðar løtur
saman.
Trupulleikarnir
vóru sjáldan so stórir, at
teir ikki blivu vendir til
skemt.
»Nú eru vit blivnir
danskarar« er eitt tað sein-
asta tú segði við meg. Nicl-
as hevur búð í Randers í
nøkur ár og eg í Aalborg.
Niclas skuldi læra til
sløkkiliðsmann. Spenning-
ur og vandi, útrykningur
við fullari ferð – ja, eg dugi
at síggja teg fyri mær. Tú
hevði verið ígjøgnum alsk-
yns royndir. Tú vísti mær
ymisk diplom tú hevði
fingið, einaferð eg var og
vitjaði teg í Randers. Tú
hevði helst funnið títt lívs-
starv, og vegirnir lógu opn-
ir fyri tær. Ætlanin mundi
vera, at tú einaferð skuldi
vera sløkkiliðsmaður í Før-
oyum.
Niclas kendi nógv, og
nógv kendu Niclas. Mang-
an havi eg verið spurdur
um eg kendi Niclas. Í Havn
mundu tað vera fá, um
okkara aldur, sum ikki
kendu teg. Flest øll kapp-
róðrafólk, sum róðu tá ið
vit róðu, kendu ella vistu
hvør tú vart. Tú tosaði við
øll og fekst øll at flenna.
Niclas var væl umtóktur!
Einaferð
sleyrdu
vit
kirkjugarðin í Nólsoy, tú og
eg. Tosaðu í spølni um,
hvar á leið í garðinum vit
einaferð komu at liggja.
Báðir væntaðu vit at koma
at liggja uppi við portrið,
men tað kom tíverri ikki at
passa.
Tað skýmir. Hesin dagur-
in er farin at halla. Men tín
dagur endaði longu á mið-
degi. Framanfyri lá allur
seinnaparturin og kvøldið.
Eg fekk ikki komið til jarð-
arferðina hjá tær, men mín-
ir tankar eru har heima og
eg takki tær fyri alt, vit
høvdu saman.
Góðu tit bæði Marnar og
Marianna, og tit, sum stóðu
Niclasi næst. Harrin styrki
og troysti tykkum, nú
eingin Niclas kemur heim
at vitja tykkum á jólum.
Leif
Atni Jensen
f. 26.04-1953 - d. 16.11-2000
MINNINGARORÐ
Allan P. Gøtuskeggi
føddur 2. juni 1972 – deyður 1. oktober 2000
Niclas Davidsen á Skúr
til áminnis
f. 19.6 1974 – d. 25.11. 2000